Takið hóttan frá Greenpeace í álvara

Nú tað nærkastd fyrstu oljuelting á føroyska landgrunninum lúrir hóttain fdrá Greenpeace. Tað vita skotar alt at siga frøoysku grannum sínum. Teirra boð til føroyskar myndugleikar eru tí longu nú at gera allar tær neyðugu fyrireikingarnar til tess at kunna ?tacla? Green-peace-aktiónir á rættan hátt. Hetta krevur ikki minst, at eingi hol eru í føroysku rættarskipanin, sum Greenpeace kann brúka sigur skotskur oljuadvokatur

Jan Müller


Scott Styles er lektari í oljurætti og undivísir á universitetinum í Aberdeen. Hann var her í fjør saman við tí kenda Alex Kemp, professara í oljubúskapi. Fyri stuttumvitjaði hann so aftur her, eitt nú fyri at skapa áhuga millum føroyingar at koma til Skotlands at útbúgva seg. Undir vitjanini tosaði hann m.a. við Fróðskaparsetrið um samstarv. Hann heldur tað vera góður møguleiki hjá føroyingum at fara til Skotlands at lesa víðari. Styles var eisini úti og vitjaði fleiri skúlar fyri at kunna um møguleikarnar at lesa víðari í Skotlandi.

Hann heldur, at Aberdeen kann vera eitt alternativ til eitt nú Keypmannahavn og í fleiri mátar eisini eitt gott alternativ, tí her eru meira hóskandi umstøður.

-Hetta er sjálvandi eitt persónligt val, fyrimunir eru sjálvandi við at fara til Danmarkar, men tað eru so eisini fyrimunir at fara til Aberdeen. Spurningurin um kostnað, nú vit ikki eru partur av ES, er sjálvandi nakað, sum kann tyngja, men ráð eiga at vera fyri tí. M.a. fáa føroyingar, sum lesa í Skotlandi, SU.


Oljuvinna og góð ráð

Umframt at góðir møguleikar eru at útbúgva seg víðari innan oljufak ber eisini til at lesa enskt og onnur fak við. Hetta var høvuðsmálið við vitjanini, men sum serkønur á oljuøkinum legði Scott Styles eisini leiðina inn til Oljumálastýrið og hitti fólk, sum hava við hesa vinnu at gera.

Scott Styles heldur seg hava ráð at geva føroy-ingum, nú vit skulu í gongd við eina oljuleiting, og tað er sjálvandi fyrst og fremst á lógarøkinum, eitt nú í sambandi við atgerðir hjá felagsskapum sum Greenpeace móti oljufeløgum.

Herfyri gjørdi Greenpeace seg inn á oljupallar, sum skuldu til at bora eftir olju á Atlantsmótinum men vórðu skjótt steðgaðir av myndugleikunum. Ístaðin fyri at taka Greenpeacefólkini við revsilógini í hondini, so var vanlig borgarlig sak reist móti teimum, og av ótta fyri at fáa risastórar bøtur tóku Greenpeacefólkini seg aftur.

-Áhugaverdi spurningurin fyri tykkum føroyingar er sjálvandi, um Greenpeace í framtíðini fer at gera seg inn á komandi leiting í føroyskum øki. Teir vilja jú steðga allari oljuleiting á Atlantsmótinum, sum Føroyar jú eru ein partur av sigur Scott Styles og vísir á, at føroyingar kunnu rokna við, tá man fer at geva loyvi til at bora, at Greenpeace fer til danskar dómstólar fyri tann vegin at royna at bjóða sjálvum lisensunum av, eins og tað hevur gjørt í Bretlandi. Føroyingar kunnu eisini rokna við, at tá skip og boripallar fara út á føroyska økið at arbeiða, so fer Greenpeace kanska eisini at bjóða teimum av.

Hann vísir á, at tá boripallar fara úr skotskum sjógvi og inn í føroyskan sjógv at arbeiða, tá røkkur lógarinnar armur í Skotlandi ikki so langt. Tvs. at man kann sjálvandi ikki brúka skotska lóggávu til at steðga Greenpeace í føroyskum øki. Tá er tað føroysk lóggáva, sum telur - um nøkur í heila tikið finst.


Finst føroysk lóggáva?

Scott Styles reisir nevniliga spurningin, um føroyskir myndugleikar í sama mun sum teir skotsku hava nakra lóggávu, sum kann forða Greenpeace at gera seg inn á leiting á føroyska landgrunninum.

Herfyri eydnaðist tað Greenpeace gjøgnum tað sokallaða Habitat direktivið hjá ES at steðga útbjóðingini á bretskum øki inntil víðari. Hóast Føroyar ikki eru partur av ES, so heldur Styles, at vit skulu vera varin, tí hvør veit, um ikki slíkt ES direktiv kortini er galdandi í føroyskum øki eisini, serstakliga tá hugsað verður um, at mong direktiv og reglur hjá ES eisini verða respekterað av londum uttan fyri ES so sum t.d. Føroyum. Og hetta er kanska rættiliga náttúrligt fyri lond, sum eru uttan fyri ES og royna at fáa sær góðar avtalur.

-Eg veit ikki um tað direktivið umfatar Føroyar eisini, men hvussu og ikki, so vil Greenpeace royna at trýsta Danmark, sum er limur av ES til at tvinga Føroya at halda seg til umhvørvislóggávu í ES, sum Danmark eisini er umfatað av. 

Styles vísir á, at tá Greenpeace kom við kravinum um, at Habitatdirektivið eisini fevnir um økið uttan fyri 3 fjórðingar og Hægsti-rættur í London gav teimum viðhald, kom hetta heilt óvantað á bretskar oljumyndugleikar, sum hildu, at reglurnar bara vóru fyri økið út til tríggjar fjórðingar og sostatt ikki fyri alt Atlansmótið.

Styles útilokar ikki, at Greenpeacetiltøk kunnu koma oljuleiting við Føroyar í vanda. Greenpeace hevur brúk fyri einum nýggjum ?Brent Spar? fyri at fáa fólk at seta pengar í felagsskapin, og her kann hugsast, at Greenpeace - tá tað ikki hevur eydnuna við sær í bretskum øki - fer at brúka alla orkuna til at steðga fyrstu leitingina við Føroyar. -Spurningurin er tí, um tað finnast føroyskar lógir og reglur, sum kunnu taka við avbjóðingini frá Greenpeace og steðga tiltøkum, ella um her tvørturímóti er eitt rættarligt vacuum. Um so er kann hugsast, at Greenpeace kann forða oljuleiting í mánaðir.

Royndirnar at steðga oljuleitingini frá skotskum havnum herfyri men sum bert vardi í ein dag ella so, vórðu so sanniliga ætlaðar at vara longri. Men av tí at Greenpeace samsvarandi skotskari lóg bar ótta fyri at skula rinda milliónir av krónum í endurgjaldi, góvust teir. Hetta komst av, at rættarskipanin í Skotlandi megnaði at tacla hesi tingini rætt. -Finst ein slík rættarskipan ikki í Føroyum til ta tíð, so beri eg ótta fyri, hvat kann henda. Greenpeace ber ikki ótta fyri, at fólk teirra fara í fongsul. Teir eru meira bangnir fyri at skula gjalda bøtur og endurgjald. Tí ræður um at hava og brúka lógir, sum geva stórar bøtur heldur enn koyra fólk í fongsul.


Rætturin

Hvussu heldur skotski oljuadvokaturin tá, at føroyingar best kunnu fyrireika seg til taka ímóti Greenpeace?

-Tit mugu tryggja tykkum, at lógarskipanin veruliga kann nýtast til at forða Greenpeacetiltøkum, at tykkara heimildir ganga út um vanliga sjómarkið og røkka heilt út á tey økini, har leitað verður eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum.

Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar enn við Bretland, tí eru sum sagt hol í lógini, sum Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so.

Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum ?Danmarkar korti? sum hann málber seg. Danmark hevur jú eina sterka grøna rørslu, og vit minnast, hvussu Danmark legði harðliga út saman við Greenpeace í Brent Spar málinum móti bæði Hálandi og Týskalandi.

Styles heldur út frá royndunum í Bretlandi, at føroyingar eiga at taka hóttaninar frá Greenpeace í størsta álvara - longu nú. Greenpeace-fólkini eru sera dugnalig, og áðrenn tú gáar um tað, hava tey sett seg á ein boripall, sum so einki fær gjørt. Hevur man tá ikki lóggávuna at halda seg til, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri leitingina.

-Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett frammaliga á skrá sína at forða fyri oljuleiting á Atlantsmótinum, eisini hevur ætlanir um at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar, sum jú eru partur av Atlantsmótinum.

Tá vit spyrja Styles, hvat hann heldur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar sigur hann, at hon sjálvandi fer at ávirka samfelagið, eitt nú við nógvum nýggjum andlitum í gøtunum.


Heldur Keypmannahavn enn London

Men hann heldur eisini, at Føroyar hava betri møguleikar at fáa ein ágóða frá hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið sítt egna ting, so hevur tað ongan myndugleika á oljuøkinum, hann verður framhaldandi í London.

-So meðan stýrið í London ikki hevur viljað latið okkum sjálvar bestemma á oljuøkinum, hevur stýrið í Keypmannahavn verið so lagaligt at lata tykkum allan avgerðarrætt og myndugleika yvir oljuni í tykkara undirgrund.