Finnbogi farin

Hóskvøldið helt Signar á Brúnni minningarsorð um floksfelagan og vinmannin Finnboga Ísakson í Kringvarpi Føroya. Vit hava fingið loyvi at prenta orðini.

Mikumorgunin 7. september fingu vit tey sorgarboðini, at Finnbogi Ísakson var slóknaður 62 ára gamal.
Vit vistu, at Finnbogi nívdist av álvarsamari sjúku, men at hann skuldi fara so brádliga, vardi okkum ikki.
Finnbogi var føddur 7. februar 1943 í Klaksvík.Foreldur hansara vóru Anna og Jógvan Isaksen.
Finnbogi var ein gávuríkur maður við fjølbroyttum evnum.
Bert 23 ára gamal varð hann valdur á ting í 1966 í Norðoyggjum umboðandi tjóðveldisflokkin.
Í umleið 30 ár var hann tingmaður, harav nøkur ár landsstýrismaður.
Tey fyrstu átta árini sat hann og hansara flokkur í andstøðu á tingi, men í 1974 hendi stórbroyting á politiska økinum, nýggj stór landsstýrissamgonga varð skipað av fólkaflokkinum, javnaðarflokkinum og tjóðveldisflokkinum. Finnbogi var ein hin ídnasti at fáa samansjóvað nevndu samgongu.
Tá ið landsstýrið varð skipað, gjørdist Finnbogi Ísakson annar av landsstýrismonnunum, ið umboð-aðu tjóðveldisflokkin. Samstarvið var gott, og Finnbogasa partur lá ikki eftir, tá ið galt um at fáa góð úrslit burturúr. Av stórmálum, ið Finnbogi stóð á odda fyri, skulu nevnast yvirtøkan av postverkinum, nýtt skip til Suðuroyar siglingina og yvirtøkan av skúlaumsitingini.
Finnbogi var virdur av tingmonnum, ikki bert av sínum floksfeløgum, men eisini av teimum, ið hann var í samgongu við, og teimum, ið vóru í andstøðu. Hann var tingmaðurin ella landsstýrismaðurin, ið allir tingmenn lýddu á, tá hann tók orðið. Hann hevði orðið í síni makt, var so greiður í orð og talu, at øll sum lýddu á, skiltu hann.
Hann dugdi somuleiðis væl at lurta eftir tí, ið aðrir tingmenn bóru fram, eisini eftir teimum, ið høvdu eina heilt aðra fatan um málini, enn hann sjálvur hevði. Eisini tað skapti virðing fyri honum.
Finnbogi smæddist ikki fyri at gera atfinningar at sínum egnu partamonnum, um hann hevði grundir fyri tí - við øðrum orðum, hann gjørdi ikki mun á monnum.
Finnbogi var ein djarvur politikkari, hann tordi at taka tøk, tá ið mest leikaði á. Tá ið kreppan í 90 -árunum rakti okkara samfelag, tók Finnbogi upp á seg at umsita fíggjarmál í landsstýrinum. Mong vóru tey, ið hildi hetta verða óðamannaverk, ið fór at kosta tjóðveldisflokkinum dýrt.
Hann fór undir hesa ótýdligu uppgávu, tí hann visti, at tøk máttu takast til tess at skapa vend í ta búskaparligu gongdini í Føroyum. Finnbogi átti tað dirvi, ið skuldi til, og í dag mugu flest øll ásanna, at neyðugt var við teimum tiltøkum, ið vóru sett í verk, og sum kastaðu av sær, tá ið ein tíð var liðin, og sum gjørdi sítt til at skútan kom á rættkjøl aftur.
Ì tíðarskeiðnum 1998 til 2002 var Finnbogi Ísakson løgtingsformaður. Eisini hetta starv røkti hann til lítar, sum alt annað hann fekst við. Aftur her vísti hann sítt dirvi og áræði, tá ið hann fór undir at skapa tingmonnum betri umstøður at virka undir, ið hann visti fór at koma samfelagnum øllum til góðar.
Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari.
Finnbogi er ikki bert kendur sum politikkari, men eisini sum fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari.
Nú Finnbogi er farin, missa føroyskir journalistar og fjølmiðlafólk ein slóðara og eina fyrimynd.
Hann breyt upp úr nýggjum á fleiri økjum í fjølmiðlahøpi.Í 1974 kom Tíðindablaðið - ein óheftur tíðindaberi og nýbrot í føroyskum journalistikki - sum Finnbogi gav út saman við bygdarmanni og vinmanni sínum, Árna Absalonsen.
Og 10 ár seinni - eftir eitt langt skifti í politikki - var fjølmiðlamaðurin aftur við einari journalistiskari nýskapan. Tá legði hann saman við øðrum lunnar undir Sjónvarp Føroya.
Gomul útlendsk tíðindi fóru eftir føroyskum sjónvarpsskíggjum um hetta mundi, men Finnbogi og starvsfelagarnir í Vørðsluni í Havn vóru treiskir, og tey prógvaðu, at hitt einasta rætta er at sjónvarpa tíðindi úr okkara egna gerandisdegi og okkara egna landi.
Finnbogi, sum tók journalistútbúgving í sekstiárunum, hevði tíðliga sína gongd í útvarpinum, har hann taldist millum teirra, ið menti henda týðandi miðilin, sum tá var nýggjur í Føroyum.
Soleiðis hevur finnbogi Ísakson havt avgerandi ávirkan á teir báðar sterkastu miðlarnar í samfelagnum - loftmiðlarnar - og júst tað man siga nakað um hansara fakligu dygdir og áræði.
Seinast í áttatiárunum fór Finnbogi undir at geva út bøkur. Nakrar við tilfarið, ið hann sjálvur hevði gjørt, og aðrar við umsettum tilfari. At umseta úr fremmandum máli, er eingin løtt uppgáva, men Finnbogi hevur megnað hetta meistarliga væl. Tað, sum er felags fyri allar hansara bøkur, bæði tað hann sjálvur hevur skapt og tað hann hevur umsett er, at málburðurin er leikandi lættur og vakur.
Við síni bókaútgávu hevur Finnbogi ríkað úrvalið av góðum skaldskapi, skrivað á góðum føroyskum máli.
Eftir at Finnbogi var farin úr politikki, hevði hann fingið fleiri áheitanir um at hjálpa til við bókaútgávum. Hetta hevði hann glett seg til, men nívandi sjúkan forðaði honum í hesum.
Í fyrru giftu síni við Litu Godtfred fekk hann synirnar Jón og Høgna.
Í seinni giftuni við Àsu Justinussen fekk hann dóttrina Glæmu. Men teimum untust ikki at hava hana leingi, bert góðar tríggjar mánaðar, tá hon leið vøggudeyðan. Hetta tók Finnboga og Ásu ógvuliga dygt.
Í hesi sorgarløtu leita tankar okkara til tykkum, ið stóðu Finnboga so nær - tær Ásu, ið stuðlaði Finnboga so væl, í øllum tí hann tókst við og tykkum báðum Jón og Høgna - við bøn um, at hann, ið øllum valdar gevur tykkum styrki at koma gjøgnum sorgina.
Vit drýpa høvur og ynskja frið yvir minnið um Finnboga Ísakson.

Signar á Brúnni