Tilmæli
Fiskidaganevndin hevur nú latið landsstýrismanninum í fiskivinnumálum sítt tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Nevndin er sett saman við umboðum fyri ymiskar skipabólkar, har Dánjal Jacobsen umboðar partrolarar, Theodor Poulsen umboðar trolbátar, Auðunn Konráðsson umboðar útróðrarmenn, Dánjal J. Vilhelm umboðar línuskip og Eyðun Johannesen umboðar Føroya Fiskimannafelag.
Formaður í fiskidaganevndini er Óli Samró og skrivari er Hertha Olsen.
Uppgávan hjá fiskidaganevndini er at lata landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, eins og nevndin ger sínar metingar um, hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.
Nú nevndin hevur arbeitt við sínum tilmæli, hevur hon havt tilsamans seks fundir.
Í síni støðulýsing, sigur fiskidaganevndin, at samlaða dagatalið, síðan fiskidagaskipanin varð sett í verk í 1996, er minkað við 26%.
Bólkur 2 hevði í 1996 7.199 dagar og hevur í dag 5.143 dagar. Tað er ein minking upp á 29%.
Bólkur 3 er øðrvisi í dag, tí skip í bólki 4 eru komin inn í hendan bólkin og hava tikið dagar við sær. Her er fiskidagatalið økt við 29%.
Í bólki 4 er dagatalið minkað úr 9.328 døgum niður í 3.404 dagar. Tað er ein minking uppá heili 64%.
Í bólki 5 hevur dagatalið verið skiftandi, upp og niður, men samanborið við 1996, er dagatalið í hesum bólki minkað við 17%.
Sambært broytingunum í dagtalinum í hvørjum bólki sær, kemur fiskidaganevndin til, at samlaða dagatalið árini 1996-2008 er minkað við tilsamans 26%.
Fiskastovnarnir
Fiskidaganevndin hevur eisini hugt upp á veiðina eftir eitt nú toski, hýsu, upsa, longu, brosmu, havtasku og flatfiski.
- Vit hava fyri hvønn skipabólk sær og á ymisku leiðunum hugt eftir, hvussu fiskiskapurin sær út – í nøgd, stødd, og hvussu fiskurin er fyri, og eisini hevur verið mett um, hvussu støðan er við ætinum.
Fiskidaganevndin byggir síni úttalilsir á eygleiðingar hjá teimum, sum hava sítt dagliga yrki á sjónum.
- Vit hava ikki vísindaligar royndir ella annað taltilfar at vísa á enn tað, sum er alment, sigur nevndin.
Fiskidaganevndin heldur, at støðan hjá toskastovninum hevur ikki verið góð í trý ár, men nevndin heldur kortini, at rímiliga nógv er til av stórum toski. Veiðunøgdin av toski fyri hvønn bólk sær er eitt sindur minni í ár enn í fjør.
Útróðrarflotin metir, at hýsan er á einum lágum støði, men størru skipini meta, at nakað tað sama er til av hýsu, sum verið hevur seinastu 2-3 árini.
- Vit meta, at upsin er væl fyri, og vit meta eisini, at longa, brosma, havtaska, tunga og reyðsprøka eru væl fyri.
Fiskidaganevndin sigur seg ikki hava kunnleika til at meta um støðuna hjá svartkalva og kalva undir Føroyum.
Um toskin annars, sigur nevndin, at veiðan seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 11.355 tons, sum er tað minsta, ið veitt er av toski seinastu 10 árini.
- Toskaveiðan býtt eftir stødd er støðug. Nógv mest verður veitt av toski 2, 3 og 4, men nøgdin av toski 2 er lutfalsliga størri í ár enn undanfarin ár. Fiskimenn hava heft seg við, at minni er til av smærri toski og lutfalsliga meira av stórum toski .
Nevndin vísir eisini á, hvussu toskaveiðan býtir seg millum ymisku skipabólkarnar, og her kemur nevndin til, at línuskipini veiða 34%, smábátar í bólki 5 veiða 22%, lemmatrolarar 18%, bólkur 4A og B 12%, partrolararnir 7% og trolbátar 6%.
- Tað eru serliga smábátar í bólki 5, sum fiska tann smáa toskin. Hesir veiða meira enn helmingin av toski 5 og ein triðing av samlaðu veiðini av toski 4. Hetta býtið hevur verið tað sama í nógv ár.
Frítíðarfiskiskapur í hesum bólki er ikki skrásettur.
Nógv at eta
Um samlaðu botnfiskaveiðina undir Føroyum, sigur fiskidaganevndin, at hendan var størst í fiskiárinum 2002/2003. Tá var veiðan 132.000 tons. Men veiðan var eisini góð fiskiárið 2005/ 2006, og tá er tað serliga upsin, sum gevur útslag.
- Síðan er samlaða veiðan minkað nakað, og fyri fiskiárið 2007/ 2008 er hon minkað heilt niður í 102.000 tons. Fiskasløgini, sum hava havt stóra afturgongd í veiðu, eru toskur, hýsa, kongafiskur og svartkalvi. Hinvegin er upsaveiðan er økt, og serliga fiskiárið 2005/ 2006 var eitt gott upsaár.
Nevndin vísir á, at veiðan eftir gulllaksi er skiftandi ár undan ári, men í fjør royndist veiðan væl.
Vit kunnu skoyta uppí, at gulllaksaveiðan í verandi vertíð eisini hevur verið góð – og kanska betri enn seinasta ár.
Fiskidaganevndin heldur, at nógv er til av æti á øllum leiðum, eisini á Føroyabanka, og at fiskurin undir Føroyum sum heild er væl fyri.
- Okkara meting er, at nóg mikið er til av føði, sigur hon.
Stór hjáveiða
Fiskidaganevndin vísir á, at tilmælini, sum nevndin er komin við ár undan ári, ikki eru fylgd, og tí heldur nevndin, at neyðugt er við nøkrum endurtøkum av tí, ið áður er sagt.
- Vit halda, at myndugleikarnir eiga at fylgja gjøllari við hjáveiðini hjá føroysku og útlendsku svartkjaftaskipunum. Ein skipan eigur at verða sett í verk við eftirlitsfólki umborð á pelagisku skipunum, sum fiska í føroyskum sjógvi.
Nevndin heldur, at eftirlitsfólkini eiga at hava heimild til at steða veiði eftir pelagiskum fiski, tá hjáveiðan fer yvir eitt ávíst mark.
- Vit hava framvegis ta fatan, at svartkjaftaflotin fiskar nógvan botnfisk sum hjáveiði, og vit halda, at stóra svartkjaftaveiðan undir Føroyum hevur beinleiðis ávirkan á støðuna hjá okkara fiskastovnum.
Fiskidaganevndin mælir annars til, at øll veiða á firðum og sundum verður steðgað í eitt ár, og mælt verður eisini til, at eingin veiða verður loyvd innanfyri ein fjórðing úr landi.
- Vit mæla til, at øll vinnulig og frítíðarveiða innanfyri ein fjórðing úr landi hvílir í eitt ár, sigur hon.
Nevndin heldur ikki, at hjáveiðikvotan hjá lemmatrolarum skal takast av, men loyvt eigur ikki at vera at royna á ytru og innaru leið á sama túri. Hjáveiðikvotan av fiska tosk og hýsu á innaru leið eigur at verða broytt til í mesta lagi 3%.
Í sínum tilmæli viðger fiskidaganevndin eisini toskin á Føroyabanka, sum eftir hennara tykki er so illa fyri, at okkurt, ið veruliga munar, má gerast. Mælt verður til at steingja Føroyabanka fyri allari veiði í eitt ár – við undantaki av landsynningskantinum, øki a.
Lemmatrolarar eru ikki við í fiskidagaskipanini, men síðan sína fyrstu frágreiðing og tilmæli hevur fiskidaganevndin mælt til, at øll veiða eftir botnfiski á føroyskum øki skal verða innanfyri skipanina.
- Lemmatrolararnir eiga at koma inn í skipanina eftir sama leisti sum hinir bólkarnir upprunaligu komu inn í skipanina og við teimum niðurskerjingum, sum hava verið í skipanini, síðan hon kom í gildi. Sama er galdandi fyri garnaskipini, sigur nevndin.
Mælt verður eisini til, at útlendsk skip, sum fiska undir Føroyum, eiga at byrja og enda veiðina í føroyskum sjógvi.
- Tað skal ikki bera til at koma inn í føroyskt øki á sama túri sum útlendsku skipini fiska í øðrum sjógvi. Eftirlit er nærum ómøguligt, tá fiskast kann innan fleiri landamørk á sama túri, heldur fiskidaganevndin.
Javnvágin av lagi
Fiskidaganevndin hevur í fleiri ár mælt til eina dagføring av teimum útrokningum av veiðiorkuni býtt eftir bólkunum, sum liggur til grunds fyri fiskidagaskipanini, men higartil er einki hent.
- Í ár er fiskiorkunevndin komin við ávegis frágreiðing, men í ávegis álitinum er einki gjørt við útrokningarnar, sum liggja til grund fyri fiskidagaskipanina. Í niðurstøðuni sigur fiskiorkunevndin, at hon ikki kann gera nakra endaliga niðurstøðu, um skipanin hevur tryggjað, at veiðan er hildin innan fyri lívfrøðiligu karmarnar, so at í miðal bert ein triðingur av stovnunum verður veiddur á hvørjum ári. Hetta kann ikki vera gjørt, fyrr enn Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt útrokningar av fiskidagatalinum fyri fiskiárið 2008-2009. Fiskiorkunevndin sigur seg vilja koma aftur til hetta, tá útrokningarnar eru tøkar.
Fiskidaganevndin væntar ikki, at tilfarið verður tøkt til fiskidagaárið 2008/ 2009.
- Vit halda, at upprunaliga javnvágin í veiðiorkuni er farin av lagi, og tí verður neyðugt at finna eina nýggja javnvág.
Ikki semja
Fiskidaganevndin, sum nú hevur handað landsstýrismanninum frágreiðing og álit, heldur, at tá fiskiorkuálitið ikki er tøkt, hevur nevndin einki amboð at taka støðu út frá viðvíkjandi veiðiorku.
Í ár er fiskidaganevndin ikki samd um dagatalið fyri fiskiárið 2008/ 2009 og hevur tí býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin, Theodor Poulsen, Auðunn Konráðsson og Dánjal Jákup Vilhelm meta, at dagatalið fyri komandi fiskiár ikki eigur at verða broytt. Tí mælir meirilutin til, at allir bólkar varðveita sítt fiskidagatal komandi fiskiár.
Meirilutin metir, at fiskidagaskipanina er ein langtíðar javnvágarskipan, har fiskidagatalið ikki skal stillast – hvørki upp, tá nógvur fiskur er, ella niður, tá minni er til. Tað einasta, sum kann broyta dagatalið, er broyting í veiðiorkuni, og meirilutin metir ikki, at ógvuslig lop hava verið í veiðiorkuni hetta síðsta árið.
Minnilutin Dánjal Jacobsen hevur gjørt eina meting av broytingini av fiskiorkuni í bólki 2, sum er partrolarar. Metingin er, at fiskidagatalið eigur at minkast við 10%. Hetta er gjørt við atliti til, at dagatalið síðan 1996 er lækkað. Óli Samró og Eyðun Johannesen taka undir við Dánjali Jacobsen.
Í ískoyti til álitið og tilmælið sigur Óli Samró, formaður í fiskidaganevndini, at serlig inntriv mugu gerast fyri at minka um veiðina eftir toski, serliga tí smáttfallandi toskinum. Óli byggir hesi sjónarmið á greiningarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni sum siga, at støðan hjá toskastovninum er hættislig.
- Um skipanin øll sum hon er ikki verður gjøgnumgingin og stillað eftir tí veruleika, sum er í 2008 innan nýggja fiskidagaárið byrjar í september, mæli eg til eitt serligt inntriv í dagatalið hjá teimum bólkunum, sum fiska mesta toskin, sigur Óli Samró.
Umboðið hjá Føroya Fiskimannafelag í fiskidaganevndini, Eyðun Johannesen, tekur undir við formanninum í nevndini.