so er okkurt slag av veggjaldi. – Vit halda ikki, at tað fer at halda fólki burtur frá at vitja Danmark, heldur hann. Samskiftisstjórin vísir eisini á, at tað hevði verið verri, um bensinprísurin varð hækkaður [...] vitjandi í Danmark, at veggjald verður tikið frá útlendskum bilum, heldur VisitDenmark. Danska stjórnin ætlar at vinna innaftur tað, sum lægri avgjøld á bilar kostar statskassanum við at leggja veggjald á [...] Týskarar leggja upp til, at týskir bilar eisini skulu gjalda loypandi veggjald. Men teir fáa avsláttur. Tað sama skal vera í Danmark. Tað merkir, at danskir bilførar kunnu vænta sær at skula gjalda upp ímóti
Strandfaraskipum Landsins, sigur, at tey eru nú farin at kanna, hvat er farið fram. - Boðini eru akkurát komin til mín, og eg eri í ferð við at kanna hetta og fyri at vita, hvørjar møguleikar vit hava [...] um tað er so, at bátarnir ikki hava loyvi at flyta ferðafólk. Vit eru í ferð við at kanna tað hjá teimum, sum hava leigað okkum bátarnar. Vit brúka vanliga Alpha Pilot, og hann plagar at hava loyvini uppá [...] frættist fyrr í dag, at Sjóvinnustýrið hevði givið Strandferðsluni boð um, at Tjørnunes, sum hevur røkt ferðafólkaflutningin millum Klaksvík og Kalsoy fyri Sam, manglar loyvið, ið krevst at flyta ferðafólk
ætlanin var, at hotellið skuldi lata upp í mai í ár, men tað visti Bjarni Kyster longu at siga frá í januar, at so bleiv ikki. Spurningurin er so, um hotellið verður klárt, tá ferðafólkini byrja at koma aftur [...] lítil framgongd at hóma annars. Bjarni Kyster, sum stendur fyri arbeiðinum, váttar eisini at tað gongur heldur striltið. - Tað gongur seint, alt ov seint, sigur hann. Hann greiðir frá, at hotellkømurini [...] verður kortini gjørt við at byggja hotell og gistingarhús her í Føroyum. Ein verkætlan, sum hevur verið tosað um, er hotellið í bovlinghøllini á Hálsi, men har er lítil framdrift at hóma í løtuni. Í januar
Vestur, fer Oddbjørn Joensen at standa. Tað veit Norðlýsið at siga. Teir báðir vóru eisini venjarapar hjá HB, tá felagið gjørdist føroyameistari í 2013, men ásannast má, at hetta er eitt heilt annað slag [...] liggur aftast í Effo-deildini við seks stigum, nú átta dystir eru eftir at spæla. Upp til áttinda plássið, sum tryggar tær rætt at spæla í Effo-deildini aftur næsta ár, eru 14 stig. [...] liðnum seinastu dystirnar. Hann hevur tó ikki endurnýggjað síni venjaraprógv, so hann hevur ikki loyvi at vera venjari í Effo-deildini longri enn 30 dagar. Nú er so ein loysn funnin fyri restina av hesum
mannsligir, og teir hugsa tí ofta, at teir kundu gjørt meir fyri at fyribyrgja áganginum. Tí goyma teir tunga loyndarmálið betri, og tað loyndarmálið er ómetaliga tungt at bera og verður borið inn í vaks [...] samband við nakrar menn úr felagsskapinum Udsatt-mann, sum hevur til endamál at varpa ljós á kynsligan ágang í móti monnum, og at hjálpa monnum, sum hava verið undir kynsligum ágangi. Hesir mennirnir koyrdu [...] á, at teir eisini eru bleytir, sigur sigur Gvøðbjørt West, dagligur leiðari og ráðgevi í hjálparfelgasskapinum Kris. - Tá tú kemur á eini motorsúklu, so bæði sæst og hoyrist tú. Fólk halda ofta, at hevur
hækkað, men vísir samstundis á, at hetta er fyrstu ferð í fimtan ár, at leigan verður dagførd. - Prísirnir fyri at leiga eina høll eru farnir upp við 50 prosentum, so at tað nú kostar 450 krónur um tíman [...] Tað hevur skap kjak á sosialum miðlum seinastu dagarnar, at Tórshavnar kommunu hevur valt at hækka gjaldið fyri leigu av teimum hallum, ið kommunan umsitur. Høllirnar verða nógv brúktar til ymiskt frí [...] víst á sína misnøgd við, at tey brádliga skulu rinda munandi meira fyri lán av hallum. Dánjal Samuelsen, ið er hallarleiðari í Tórshavnar kommunu, váttar fyri Miðlahúsinum, at leigan fyri hallirnar er
Farið er undir at reka bólkin av springarum, ið var funnin uttanfyri Rituvík fyrr í kvøld. Sambært fólkið á staðnum, so eru teir út fyri Toftir nú. Rikið verður inn á Skálafjørð. Tað er enn óvist hvussu [...] býtið av hvalum sær út og hvussu stór grindin er í mun til springarar. Tað er heldur ikki gjørligt at meta um støddina enn.
seg í stóran mun at verða springarar. Bátar liggja hjá bólkinum, men bíða verður inntil fleiri eru komnir á staðið. Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at teir kannað bólkin fyri at vita um grind eisini [...] eisini er í. Teir liggja enn uttanfyri Rituvík og fara væntandi at royna at reka bólkin tá fleiri bátar eru komnir til.
Krassimir Karakachanov, segði í seinastu viku við Die Welt, at eisini teir ætla at seta hermenn á markið millum Bulgaria og Turkaland, fyri at forða fyri, at flóttafólk komu inn í Bulgaria. Nógv flóttafólk koma [...] seinastu viku, at teir fóru at seta hermenn á markið millum londini, tí hvørja viku koma tað millum 700 og 1000 flóttafólk úr Italia til Eysturríkis. Ofta velja tey eisini vandamiklar mátar at ferðast uppá [...] komið fyri, at flóttafólk eru deyð á leiðini millum Italia og Eysturríki. Eysturríki, Danmark, Svøríki, Norra og Týskland hava higartil fingið loyvi at seta fyribils forðingar hjá fólki at ferðast millum
freistin hjá øllum føroyingum at siga sína hugsan um stjórnarskipanina. Síðan ólavsøkudag hevur verið møguligt at gera viðmerkingar til uppskotið um stjórnarskipan. – Eg fegnist um, at vit seinastu vikurnar hava [...] um. Hetta snýr seg um at lata ósemjurnar liggja, og leggja dent á tað, vit eru samd um. Tað ber ikki til, at bara tí vit eru ósamd um loysing ella samband, so skal tað forða okkum at semjast um alt tað, [...] verður uppskotið latið Løgtinginum at viðgera og samtykkja. Øll innkomin hoyringsskriv verða latin løgtingsnevndini, ið skal viðgera málið í heyst. Hetta skal tryggja, at viðmerkingarnar verða tiknar við