Mangulin á seingjarplássum til ferðafólk í Føroyum er ovurhonds stórur, men lítið verður kortini gjørt við at byggja hotell og gistingarhús her í Føroyum. Ein verkætlan, sum hevur verið tosað um, er hotellið í bovlinghøllini á Hálsi, men har er lítil framdrift at hóma í løtuni.
Í januar mánað skrivaði in.fo fyrstu ferð, at nú varð farið undir at byggja hotell oman á bovlinghøllina á Hálsi, í bygninginum hjá Thomas Dam.
Nýtt tak var lagt oman á bygningin tá og hóast element hava ligið rundan um bovlinghøllina í alt ár, so er lítil framgongd at hóma annars.
Bjarni Kyster, sum stendur fyri arbeiðinum, váttar eisini at tað gongur heldur striltið.
- Tað gongur seint, alt ov seint, sigur hann. Hann greiðir frá, at hotellkømurini skullu vera í ovaru hæddini og tí skal nýtt dekk leggjast í bygningin nú.
- Tað verður farið undir í næstum, og tá tað er gjørt, skal tekjan skiftast út. Men jú longri tað dregur út, jú verri verður at fáa tað gjørt áðrenn veturin kemur, og so verður alt upp aftur meiri seinkað, sigur Bjarni Kyster.
Ætlanin er, at hotellið skal hava 68 dupultkømur, sum hvørt verður 32 fermetrar til støddar. Upprunaliga ætlanin var, at hotellið skuldi lata upp í mai í ár, men tað visti Bjarni Kyster longu at siga frá í januar, at so bleiv ikki. Spurningurin er so, um hotellið verður klárt, tá ferðafólkini byrja at koma aftur næsta ár.