Hesin skal hjálpa Alberti at bjarga ÍF

Tað hevur snøgt sagt gingið eftir skriðuni hjá ÍF í Effo-deildini í ár og fyri góðum tveimum vikum síðani bleiv Jákup Mikkelsen, høvuðsvenjari, uppsagdur.

 

Albert Ellefsen tók við eftir hann og hevur staðið á odda fyri liðnum seinastu dystirnar. Hann hevur tó ikki endurnýggjað síni venjaraprógv, so hann hevur ikki loyvi at vera venjari í Effo-deildini longri enn 30 dagar.

 

Nú er so ein loysn funnin fyri restina av hesum kappingarárinum. Undir liðini á Alberti Ellefsen, sum annars byrjaði kappingarárið sum hjálparvenjari hjá 07 Vestur, fer Oddbjørn Joensen at standa. Tað veit Norðlýsið at siga.

 

Teir báðir vóru eisini venjarapar hjá HB, tá felagið gjørdist føroyameistari í 2013, men ásannast má, at hetta er eitt heilt annað slag av avbjóðing. ÍF liggur aftast í Effo-deildini við seks stigum, nú átta dystir eru eftir at spæla. Upp til áttinda plássið, sum tryggar tær rætt at spæla í Effo-deildini aftur næsta ár, eru 14 stig.