Tað hevur skap kjak á sosialum miðlum seinastu dagarnar, at Tórshavnar kommunu hevur valt at hækka gjaldið fyri leigu av teimum hallum, ið kommunan umsitur.
Høllirnar verða nógv brúktar til ymiskt frítíðarvirksemi, og eru tað nógvir borgarar, ið leiga tímar frá kommununi til ymiskan ítrótt, og eru tað eisini fleiri, ið hava víst á sína misnøgd við, at tey brádliga skulu rinda munandi meira fyri lán av hallum.
Dánjal Samuelsen, ið er hallarleiðari í Tórshavnar kommunu, váttar fyri Miðlahúsinum, at leigan fyri hallirnar er hækkað, men vísir samstundis á, at hetta er fyrstu ferð í fimtan ár, at leigan verður dagførd.
- Prísirnir fyri at leiga eina høll eru farnir upp við 50 prosentum, so at tað nú kostar 450 krónur um tíman í staðin fyri 300 krónur um tíman. Men tað er ikki ein stór hækking, tá havt verður í huga, at tað eru 15 ár síðan, at prísirnir seinast hækkaðu, sigur hallarleiðarin.
Kommunan eigur fýra hallir, nevniliga Høllina á Hálsi, Hoyvíkshøllina, Badmintonhøllina og ítróttahøllina í Kollafirði.










