Í mai mánaði í ár vóru limir úr sjálvbodna hjálparfelagsskapinum Kris og luttóku í eini ráðstevnu í Noregi. Har komu tey í samband við nakrar menn úr felagsskapinum Udsatt-mann, sum hevur til endamál at varpa ljós á kynsligan ágang í móti monnum, og at hjálpa monnum, sum hava verið undir kynsligum ágangi.
Hesir mennirnir koyrdu fleiri dagar á motorsúklu tvørtur í gjøgnum Noreg í 2016 - frá Lindesnes til Lofoten - við filmsliðið frá NRK, og tá varð ein dokomentarfilmur gjørdur um ferðina. Eftir ráðstevnuna vórðu mennirnir á motorsúklu bodnir til Føroya á vitjan, og í hósdagin komu teir til landið.
- Teir eru kraftigir og sterkir, men so hava teir eina lítla bamsu við eisini, sum vísur á, at teir eisini eru bleytir, sigur sigur Gvøðbjørt West, dagligur leiðari og ráðgevi í hjálparfelgasskapinum Kris.
- Tá tú kemur á eini motorsúklu, so bæði sæst og hoyrist tú. Fólk halda ofta, at hevur tú verið útsettur fyri kynsligum ágangi, so hevur tú eitt stempul á tær, sum ger, at tú onki megnar vegna stóru skommina, sum tú berur, sigur Gvøðbjørt West.
- Boðskapur teirra er millum annað, at teir eru sterkir og kunnu koma undan tí, sum teir hava upplivað, og fáa eitt virðiligt og heiðurligt lív, leggur hon afturat
- Men skulu vera macho og mannsligir, og teir hugsa tí ofta, at teir kundu gjørt meir fyri at fyribyrgja áganginum. Tí goyma teir tunga loyndarmálið betri, og tað loyndarmálið er ómetaliga tungt at bera og verður borið inn í vaksnamannaárini, sigur Gvøðbjørt West.
Tað er neyðugt fyri eitt menniskja, sum hevur verið útsett fyri kynsligum ágangi at tosa um ágangin. Tó, so er tað av ymiskum orsøkum ofta torført at siga nøkrum, hvat hent er.









