verður tikin til tað, men tað dugi eg ikki at meta um í løtuni. Leiðarin í KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, sigur, at sjálvandi kann tað vera, at onkur veruliga er sjúkur, men tað er ikki sannlíkt, [...] dagstovnin. Leiðari í KAF er Anita Fuglø, og hon sigur, at tað var í morgun, tey frættu frá Tórshavnar kommunu, at øll starvsfólkini á dagstovninum høvdu meldað seg sjúk. - Tað er rætt, at sáttmálaskeiðið [...] Kura í Kollafirði, har øll starvsfólkini í morgun meldaðu seg sjúk, er nú latið KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at hyggja uppá. Tað er KAF, ið umboðar sáttmálaøkið við Føroya Pedagogfelag vegna Tórshavnar
øðrum fólkum í føroyska ferðalagnum. - Hetta er fantastiskt. Tað vóru eini 140, sum søktum um at sleppa við, og tað eru bara 35, sum koma á súkkluliðið, so tað er ógvuliga stuttligt at teljast millum teir [...] til París. - Tað verður ivaleyst strævið at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Eg havi familju, fulltíðarstarv, eri venjari og so framvegis, men tað er bara at samkipa alt, so gongur tað nokk, sigur [...] r, sigur Sigrun Mikkelsen. Tað var eitt sindur av tilvild, at hon sendi eina umsókn inn fyri at sleppa við á liðið. - Onkur vinfólk prátaðu um tað, og eg helt eisini, at tað hevði verið stuttligt, um mann
t fara inn í kontórini eftir fólki, haldi eg, er eitt sindur undarligt. Tað er væl saktans bara ein, sum hevur høvuðsábyrgdina av einari játtan, og tað er landsstýrisfólkið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen [...] boðaði Samferðslumálaráðið, at Ewald Kjølbro er farin frá sum stjóri á Landsverki orsakað av byggimálinum Glasir. Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, er skeptiskur um uppsøgnina av nú fyrrverandi [...] kókið av grýtuni fyri at fáa ró yvir samgonguna aftur. So er mann komin til ta niðurstøðu, at hetta var nokk, soleiðis at onkur fær ábyrgdina. Hetta er at taka kókið av fyri at dempa trýstið á landsstýriskvinnuna
kurin á tingi er politiski profilurin hjá Sjálvstýrisflokkinum á facebook, og har kunnu øll gerast vinir. Profilurin Kári á Rógvi skrivar mest um seyð, ættargransking og skúlaskap og er meira avmarkaður [...] avmarkaður til knæbøndur, skyldfólk og nørdar. Tað sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins í viðmerking, nú vælvitandi keldur siga, at hann hevur slettað sum vin á facebook formannin [...] landsnevnd floksins. - Fólk, ið alment fordøma meg uttan at lata meg møta á fundi at verja meg ella greiða frá, eru úti í onkrum fíggindaskapi, sum eg tíverri ikki skilji. Hví tey samstundis vilja vera vinir við
- ella, um upphæddin skuldi deilast í teir tríggjar leyparnar við 600.000 krónum í hvørjum leypi. Hon valdi at gera tað, sum flestu gera - at deila upphæddina. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum [...] krónum, sum saman við teimum 500 krónunum, ið plátan gevur, gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld. - Tað er fínasta slag, segði Ann-Britt Johannesen, sum soleiðis slapp at royna eydnuna fult út í kvøld. [...] drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur, sum eisini er ein góður vinningur. - Eg haldi, eg prøvi triðju ferð eisini, segði Ann-Britt Johannesen. Í triðja
leyparnar - við 100.000 krónum í hvørjum leypi. Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og tað gjørdi tað eisini í aðru royndini. - Eg royni eisini seinasta møguleikan, segði kvinnan úr Vági. Í triðju [...] soleiðis gjørdist vinningurin eitt vet betur enn í fyrstu og aðru royndini. - 15.000 krónur - ja, tað er fínasta slag, segði Sólmaj í Lágabø, sum takkaði nógvar ferðir fyri vinningin. [...] Tað gongur einki serligt at fáa burtur av høvuðsvinninginum í gekka-spælinum, sum í kvøld var á 300.000 krónur. Sólmaj í Lágabø ringdi úr Vági, og hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar
Arbeiðsmarknaður - Tað er gleðiligt, at tit eru farin undir at gera tann “rúmliga arbeiðsmarknaðin – enn rúmligari”. Soleiðis tók Dánjal Vang, býráðslimur til á tíðindafundi á Kambsdali, nú Alv hevur keypt [...] - Tí er alneyðugt, at ávís fólk gera sær ómak at finna fram dygdirnar hjá hesum fólkum, sum skulu manna hesi arbeiðsplássini. Hann segði, at eftir at hesi fólk eru ment teoretiskt og praktiskt, er ikki [...] Vang segði seg ikki ivast í, at vinnulívið og tað almenna fer at taka væl ímóti hesum nýggju arbeiðsplássum, og at allir partar fara at hjálpa og stuðla hvørjum øðrum. - Fuglafjarðar býráð fer av øllum alvi
Barrleiðarin, sum er sera dugnaligur, er eisini póllendingur. Tey eru øll fitt, blíð og røsk. Tað er ikki minst teir mongu nationalitetirnir, sum eru við Norrønu, ið mær dámar væl. Hetta er simpulthen genialt [...] - Hetta dámar mær ógvuliga væl. Tað er fantastiska stuttligt og áhugavert at arbeiða umborð á Norrønu. Hóast fólk úr nógvum ymiskum londum arbeiða í tænastuni umborð, er stemningurin góður. Vit skulu øll [...] øll samstarva. Hetta gongur væl, og vit læra nógv av hvørjum øðrum. Tað sigur 26 ára gamli, Heini Joensen, sum er ættaður av Nesi. Vit hittu hann mánakvøldið, tá ferðamannaskipið var á síni fyrstu almennu
ar. – Barrleiðarin, sum er sera dugnaligur, er eisini póllendingur. Tey eru øll fitt, blíð og røsk. Tað er ikki minst teir mongu nationalitetirnir, sum mær dámar væl. Hetta er simpulthen genialt, sum hann [...] og lønin er sambært farmaskipasáttmálanum. Lønin er 15.611 krónur um mánaðin fyri arbeiðstíðina, sum er ásett í sáttmálanum. Vit spurdu eisini Heina, hvussu er við upplæring. - Í fyrsta lagi er neyðugt [...] royndir og kunnu læra frá sær. Fleiri av tænastufólkunum hava drúgvar royndir innan hetta virksemi, og tey eru ófør at læra frá sær. Hann sigur, at eitt er sjálv tænastan. Annað er søgan aftanfyri tey ting
gjøgnum árið liggur um eini átta stig, men í ár hevur tað verið nakað kaldari. - Við minni lúsaplágu, minkar eisini framleiðslukostnaðurin. Tað er hetta, sum er hugskotið - at sleppa undan einum hálvum ári við [...] slaktaðir. Laksurin hjá Luna er vaksin bæði skjótt og væl, og miðalvektin er á 5,6 kilo, sløgd vekt. - Eg eri vísir í, at hetta er met, sigur ein ovfarin alari, Atli Gregersen, við ilaks.no. Hann vísir á, at [...] Á norsku heimasíðuni - ilaks.no - er áhugaverd samrøða við Atla Gregersen, stjóra í Luna í Sørvági, har gøtumaðurin greiðir frá, at alifyritøkan hevur slaktað laks við eini miðalvekt á 5,6 kilo, sum hevur