- Hetta er fínasta slag!

Kvinnan úr Vági, sum snaraði hjólinum í gekka-spælinum í kvøld, gjørdist 15.000 krónur ríkari.

Tað gongur einki serligt at fáa burtur av høvuðsvinninginum í gekka-spælinum, sum í kvøld var á 300.000 krónur.

 

Sólmaj í Lágabø ringdi úr Vági, og hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar - við 100.000 krónum í hvørjum leypi.

 

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, og tað gjørdi tað eisini í aðru royndini.

 

- Eg royni eisini seinasta møguleikan, segði kvinnan úr Vági.

 

Í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, og soleiðis gjørdist vinningurin eitt vet betur enn í fyrstu og aðru royndini.

 

- 15.000 krónur - ja, tað er fínasta slag, segði Sólmaj í Lágabø, sum takkaði nógvar ferðir fyri vinningin.