- Sjálvstýrisflokkurin á tingi er politiski profilurin hjá Sjálvstýrisflokkinum á facebook, og har kunnu øll gerast vinir. Profilurin Kári á Rógvi skrivar mest um seyð, ættargransking og skúlaskap og er meira avmarkaður til knæbøndur, skyldfólk og nørdar.
Tað sigur Kári á Rógvi, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins í viðmerking, nú vælvitandi keldur siga, at hann hevur slettað sum vin á facebook formannin í Norðoya Sjálvstýrisfelag og formannin í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, eins og hann hevur slettað skrivaran í Norðoya Sjálvstýrisfelag - og næstformannin í landsnevnd floksins.
- Fólk, ið alment fordøma meg uttan at lata meg møta á fundi at verja meg ella greiða frá, eru úti í onkrum fíggindaskapi, sum eg tíverri ikki skilji. Hví tey samstundis vilja vera vinir við meg á facebook, fer langt yvir mítt høvd. Somuleiðis hetta við at leka teldupostar, sigur Kári á Rógvi í viðmerking til greinina, sum Portalurin endurgav Sosialin fyri at skriva nú seinnapartin.