ð bleiv hertikið av 800 ungum fólkum, ið komu fyri at hoyra tað besta, sum føroyskir popp- og rocktónleikarar høvdu at bjóða. - Eg má siga sum er, at eg hevði aldrin verið til eina rockkonsert áður, fyrr [...] tónleikalívinum í Føroyum, at tað kann tykjast sum ein sjálvfylgja at tað heldur fram. Men tað er tað ikki. Og at tveir stjórar í Norðurlandahúsinum hava hildið tað verið eitt gott hugskot at brúka so nógva orku [...] fyri tiltakinum. Ikki tí at eg stúrdi fyri konsertini sum so, men tankin um at hetta fína húsið skuldi brúkast til eina rockkonsert við nærum túsund ungum sum áhoyrarum fekk meg at hugsa um hvussu gólvið
Van Gogh segði, at tað var elendigt, tað sum hann hevði gjørt. Men hygg í dag. Tað er undarligt. Eg dugi ikki at svara hasum har. Hesir ymisku hættirnir, ismurnar, myndir, sum siga nakað sum tey flestu dáma [...] teg sum listamann? ? Tað hevur ikki ávirkað meg. Náttúran, men ikki fólkið, tað haldi eg ikki. Men onkur fólk, onkur andlit, fólk sum man kennir, hevði eg málað úr hugaheiminum. Men at fáa fólk at standa [...] hava tað so sterkt og kraftfult sum møguligt fram. Tað sum er mest umráðandi er at tað harmonerar, at litirnir sjóða saman, annars nyttar tað onki. Men man nýtist ikki at harmonera innvortis fyri tað. Tað
virkið, sum prentar tær flestu bøkurnar sum koma út á føroyskum, mínar egnu íroknaðar. Ræðslan fyri, at ljóðbókin fór at týna pappírsbókina, vísti seg tíbetur ikki at halda, ella man kann eisini siga, at nýggj [...] og somuleiðis at seta við hond, og kanska finst framvegis onkur serskøltur, sum hevði dugað at passað eina av teimum fornu prentsmiðjunum. Eg havi verið 18 ella 19 ára gamal, tá eg kom at arbeiða á pre [...] nýggja kirkjan, sum roynir at tulka veruleikan á okkara plágaðu gongustjørnu. Vit eru givin at fordjúpa okkum í prentaðum teksti, og hava givið pappírinum tann ivasama heiður, at enda sum skoynisoppur á
er umráðandi at fylgja við og bjóða sær sjálvari av, sigur hon. – Tá eg sum 19 ára gomul varð mamma, fekk eg at vita, at eg nú ikki fór at kunna gera tað, sum eg hevði ætlanir um – ella, at tað í øllum [...] og ábyrgdin var heilt víst við til at menna meg sum persón, greiðir hon frá. At Turið er ein kvinna, sum elskar at vera til arbeiðis og heldur, at tað er spennandi at menna nýggj tiltøk fyri bankan, er [...] eiga tríggjar døtur, sum nú eru 21, 18 og 9 ár. Tað hevur ligið Turið á hjarta at vísa gentunum, at tað ikki eigur at verða ein forðing at vera kvinna ella mamma. – Tær hava sæð, at tað ber til. Men líkamikið
einstaka, so sum soviposar og undirlag at liggja á og at breiða oman á helluna í skýlinum, fyri at halda teimum herviligu tvístertunum burtur, sum er ein stór plága, tí serliga fyrr ræddist teir fyri at hetta [...] av monnunum, sum var postmaður, fann uppá at leggja eina línu, meinlíkari tí, sum línudansarir plaga at ganga á, framvið ymsastaðni á skerinum. Henda línan kundi brúkast at ganga eftir, sum rennistrongur [...] Tað vóru kortini ikki øll, sum hildu so nógv um henda fugl, tað vóru tey, sum tey ikki vóru von við at eta hann, eisini hevði súlan ein so raman royk, og tey høvdu tí hug at siga eitt og annað niðrandi um
merkja rúmligheit. Lat okkum siga, at í dag fara vit at svimja. So kann tað vera, at ein drongur ikki tímir at svimja. Jamen, so kann tað vera rætt at sleppa honum undan at svimja tann dagin." "Fyrr varð [...] væl. Jú, hann dugdi væl at súkla, segði hann. Hetta førdi við sær, at børnini, sum vóru her, eisini vildu læra at súkla, og tað lærdu tey. Hetta vísir, at børn læra av børnum," siga tær. Marte meo Á Miðstovninum [...] gingið høgt upp í, at foreldur skuldu møta til tíðina við børnunum. Í dag hugsa vit, at tað er gott fyri familjuna, at tey geva sær stundir, og at børnini merkja, at foreldur hava tíð at vera saman við teimum
Petur er ein teirra sum longur aftur enn 25 ár kann teljast millum teirra sum stríðst hava fyri flaggsins rætti. Handritið endurgeva vit her: Tað er kanska onkur, sum tá ið tað spurdist, at eg skuldi halda [...] legði vist lítið í at standa á einum røðupalli. Men hann segði, at tá ið hann hoyrdi, at føroyska flaggið var vundið á stong á Tingvøllum, tá ornaði hann um hjartað. Men hann mátti siga, at tá ið tíðindini [...] hevur hugsað sum so: Ná, skulu vit nú hava eina prædiku flaggdagin við? Og til tað er at siga: Hvat um so var! Flaggið er ikki bert eitt frælsismerki tjóðskaparliga. Tað er eitt innsigli um at her á landi
Hetta gjørdi, at eg misti alt; arbeiði, damuna, alt, sum hevði nakað at siga fyri meg her í Føroyum. - Eg haldi slett ikki, at fólk tóku tað seriøst, at eg var illa fyri sálarliga. Sikkurt tí, at tey sóðu einki [...] hjálp. Eftir at finna onkran, sum hevði tað betri enn eg, soleiðis at eg kundi síggja, at mann kann hava tað betri, enn eg hevði tað. Og tað síðsta, eg hevði brúk fyri, var, at tann, sum skuldi hjálpa [...] síðun av, sum tað kundi vera. Alt, sum vit hava gjørt, hevur verið ímóti tí, sum fólk hava væntað; at geva eina føroyska coverfløgu út; at syngja á donskum; og so at luttaka í MGP. Fólk hava altíð verið blown
floglíkindi vórðu aftur. Seinni fekk eg at vita, at allir vóru í somu støðu, sum eg. Vit hildu, at enn eina ferð var boð eftir okkum, og at ætlanin altíð var, at vit skuldu ikki síggja okkara kæru aftur [...] ætlaði at siga: »Hvussu gongur tað?« og so eitur tað: Wie geht es. Eg haldi, at vit høvdu ikki siglt í meir enn umleið ein tíma, tá brast hann á við ódnarveðri. Veðrið var so ringt, at ikki bar til at sigla [...] støðu til, tá menn skuldu gera av, hvar best varð at seta seg niður. Tað skuldi verða møguligt at leggja at landi við teim stóru seksæringunum, onkur var 33 fót, lossikranar skuldu kunna festast í helluna
teir siga, og upp á tann mátan kann eg fylgja við og ímynda mær, hvat hendir. Konan plagar at skemta við, at eg eri tann her í húsinum, sum hyggi mest í sjónvarp. Mær dámar so øgiliga væl ítrótt, at eg kann [...] – Tað var fyri einum ári síðani, at eg byrjaði at hugsa um Vasaloppet, sum jú er heimskent í skíðhøpi. Og til stuttleika kann eg fortelja, at eg aftaná havi lisið, at stóra svenska skíðstjørnan mitt [...] sigur Heðin, sum í fjør kundi gleðast um, at hann til júst hesa kappingina møtti nøkrum skíðarum úr Føroyum. – Tey vóru trý, sum vóru við tá, og tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at tosa føroyskt