Mong munnu óivað kennast við navnið, Heðin Nolsøe. Í 15 ár var hann fastur spælari á danska goalball-landsliðnum, sum er eitt bóltspæl fyri blind. Hann var við til paralympisku leikirnar í USA í 1984 og í Seoul í 1988, umframt at hann í 1985 var við til at vinna gull í World Cup-kappingini í Calgary. Sum 35 ára gamal gavst hann á landsliðnum, og nú íðkar hann bara goalball á motiónsstigi.
Eisini munnu mong kennast við Nolsøe-eftirnavnið, tá talan er um fótbólt. Heðin, sum nú er 49 ára gamal, er úr Trongisvági, og hann er beiggi millum annað tiltiknu tvíburarnar hjá TB í 70-unum og 80-unum, Ásmund og Trónd, umframt Sigmund, ið eisini var við á gullliðnum hjá TB.
– Eg spældi eisini fótbólt sum smádrongur, og eg var við á bæði piltaliði og dreingjaliði hjá TB, til sjónin fór at bila so nógv, tá eg var 16 ára gamal, at eg ikki fekk hildið fram. Men ítrótturin hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, og er tað framvegis, sigur Heðin, sum fortelur, at hann kvøldið fyri hesa samrøðu »sá« at í sjónvarpinum, at Liverpool smurdi Real Madrid av í Champions League.
– Fyri tað um eg ikki síggi myndina á skíggjanum, so hoyri eg jú, hvat teir siga, og upp á tann mátan kann eg fylgja við og ímynda mær, hvat hendir. Konan plagar at skemta við, at eg eri tann her í húsinum, sum hyggi mest í sjónvarp. Mær dámar so øgiliga væl ítrótt, at eg kann ikki lata vera við at tendra sjónvarpið viðhvørt, tá ein góður dystur er á skránni. Eisini ber í dag væl við at fylgja við tí, sum hendir í føroyskum ítrótti, so umvegis internetið fái eg nógv við av tí, sum hendir heima.
Strævin startur
Orsøkin til samrøðuna við Heðin, er hansara nýggjasta avrik á ítróttarliga økinum. Sunnudagin 1. mars var hann ein av 13.873 skíðarum, sum stóðu klárir til start í heimsins størsta skíðfestivali, sum er svenska Vasaloppet, ið fevnir um 90 kilometrar, ið skulu avgreiðast innan 12 tímar. Annars verður tú koyrdur burturúr og sleppur ikki at halda fram.
– Eg kláraði tað upp á 11 tímar og 26 minuttir, so tað var eingin trupulleiki hjá mær. Eg gjørdist so ikki nummar sjokk, flennir Heðin, ið hevði ein norskan vinmann, Per Martin Larsen, við sær sum vegleiðara á teininum. Tað noyðist hann, tá hann skal standa á skíðum, uttan at síggja nakað sum helst annað, enn um tað er ljóst ella myrkt.
– Hetta var fyrstu ferð, eg var við til hesa skíðingina, sum hevur verið til síðani 1922, tá 119 skíðarar vóru við. Nú vóru næstan 14.000 við, so tú kanst ímynda tær, hvussu trongligt tað var, tá øll skuldu fara avstað í senn. Tað var nakað heilt serligt at skula starta saman við so mongum, men Per Martin hjálpti væl til, so vit ikki mistu hvønnannan burtur og so eg kundi finna sporini.
Heðin greiðir frá, at serliga starturin í Sälen var torførur, tí beinanvegin var ein brøtt brekka, og fyrstu fýra kilometrarnir vóru í mótbrekku, har øgilig rokan var, tí so nógv skuldu fara avstað í senn, so fleiri brutu stavarnar. Fyrstu 10 kilometrarnir vóru harðir, men tá Heðin og Per Martin vóru komnir niðaná, var meira opið og høgligari at skíða.
– Tá vit komu eitt sindur longur, spjaddi feltið seg, og tá var tað nógv lættari, enn tað hevði verið í startinum. Nú var landslagið nógv meira varierað og vit skíðaðu ígjøgnum fleiri smáar bygdir, har fólk sótu úti og hugnaðu sær, og onkrastaðni høvdu tey tendrað bál. Tá vit so komu framvið, vóru tey ófør at heppa, so tað var øgiliga stuttligt, sigur Heðin.
Stór stjørna við
Ein teinur upp á 90 kilometrar er ikki smávegis at leggja aftur um seg, og tú skalt vera øgiliga væl fyri, skalt tú bara gjøgnumføra. Tí hevur Heðin eisini gjørt so nógv við kropliga venjing, sum tað hevur borið til hjá honum. Hann legði sær fyri einum ári síðani eina venjingarætlan, sum hann so hevur gingið eftir hvønn einasta dag, millum annað við venjing á kondisúkklu og rógvimaskinu.
– Tað var fyri einum ári síðani, at eg byrjaði at hugsa um Vasaloppet, sum jú er heimskent í skíðhøpi. Og til stuttleika kann eg fortelja, at eg aftaná havi lisið, at stóra svenska skíðstjørnan mitt í 80-unum og fyrst í 90-unum, Gunde Svan, eisini var við. So eg var bara í góðum selskapi, sigur Heðin, ið sjálvur hevur staðið á skíðum, síðani hann var um 30 ára aldur.
– Eg havi ongantíð staðið á skíðum sum síggjandi, so hetta var ein stuttlig og spennandi avbjóðing. Her eru ikki so nógvar brekkur og so nógvur kavi í Danmark, men kortini hava vit eitt skíðfelag fyri blind, sum eitur Blindes Skiunion, og har havi eg verið limur í 20 ár. Vit plaga at gera eina tríggjar ella fýra ferðir um árið til Norra ella Svøríkis, har umstøðurnar at skíða er munandi betri.
Heðin hevur danska konu, og saman eiga tey ein átta ára gamlan son, sum – eins og pápin – er blivin bitin av skíðingini. So tey eru eisini á skíðferðum sjálvi einar tvær ferðir um veturin í eina viku.
Hjá teimum, sum síggja, er kanska torført at ímynda sær, hvussu tað skal bera til at skíða blindur, tá tað jú er ivaleysa torført hjá mongum, ið síggja. Men her kemur vegleiðarin inn í myndina, tí tey blindu fara altso ikki einsamøll stormandi oman gjøgnum brattar brekkur ella á villum víddum, tí ein vegleiðari er altíð við.
Vegleiðarin heldur seg alla tíðina einar tríggjar ella fýra metrar framman fyri blinda skíðaran. Á rygginum hevur vegleiðarin ein hátalara, og umvegis eina mikrofon kann hann so geva boð um, hvussu lendið sær út, nær svingini koma, um neyðugt er at seta ferðina niður og so framvegis. Sostatt er vegleiðarin í roynd og veru eygu hjá tí blinda.
Heilt úr New York
Í sambandi við fyrireikingarnar til Vasaloppet hevur Heðin Nolsøe eina stuttliga søgu at fortelja, tí eftir at hava fyrireikað seg í útivið eitt ár til henda stóra dagin í Svøríki, mundi hann fingið ein rættan skelk í desember mánaði.
– Tá eg upprunaliga fór at hugsa um at fara til Vasaloppet, tosaði eg við Per Martin um tað, og hann kendi til tað. Hann er norðmaður, so hann hevur staðið nógv á skíðum, og hann hevði enntá sjálvur verið fimm ferðir við til Vasaloppet. Tá hann so bjóðaði sær til at koma við mær sum vegleiðari, tók eg av beinanvegin, greiðir Heðin frá.
– Men í desember mánaði, tá fýra mánaðir vóru eftir til Vasaloppet skuldi vera, ringdi Per Martin til mín við heldur ivasomum tíðindum. Tað vísti seg, at kona hansara hevði fingið arbeiði í New York næstu trý árini, og at tey skuldu flyta yvir til USA mestsum beinanvegin. Men áðrenn eg fekk sagt nakað, legði hann aftrat, at tá hann nú hevði lovað mær at komið við, so vildi hann eisini halda orð, so eg skuldi ikki hugsa meira um tað.
Heðin fortelur, at tí hevði hann við sær ein vegleiðara, sum nokk mundi venja eitt sindur øðrvísi enn tey flestu av hinum, sum vóru við í Vasaloppet. Í New York var eingin kavi, so Per Martin hvønn dag noyddist at venja í Central Park á rulluskíðum. Men hann kom so í form og var Heðini til stóra hjálp á 90 kilometra teininum úr Sälen til Mora.
Krampa í lærið
Fyri at venda aftur til Vasaloppet, so var talan um ein langan og krevjandi tein, ið hjá Heðini tók hálvan tíma undir eitt hálvt samdøgur. Ymsastaðni á leiðini vóru saftstøðir, har skíðararnir kundu fáa okkurt at leska sær við og okkurt at bíta í, og so var bara at herja á víðari.
– Hetta var ótrúliga hart, og tá vit vóru komnir hálvan teinin, fekk eg eitt lítið bakkast. Tað var líka við, at eg fekk krampa í vinstra lær, so eg noyddist at steðga á, taka skíðurnar av og strekkja út, áðrenn eg so tíbetur fekk hildið fram, sigur Heðin Nolsøe.
– Tá vit so vóru einar 20 kilometrar frá málinum í Mora, var tað blivið so myrkt, at Per Martin helt fyri, at hann næstan ikki sá nakað sjálvur. Men tá so einir 10 kilometrar vóru eftir, høvdu tey sett kyndlar fram við sporinum, og tá bara tríggir kilometrar vóru eftir, byrjaði eg at hoyra alt fólkið, sum var har. Tað var ein fantastiskur stemningur at koma ímóti málinum, tí øll heppaðu og koyrdu á, so tað var ótrúligt at vera partur av einari sovorðnari fólkafest, sum hetta jú er.
Nýggj mál
Í fyrsta lagi er tað sjálvandi eitt roysni í sjálvum sær at fullføra Vasaloppet, men haraftrat er Heðin fyrsti føroyingur – og fyri tað eisini fyrsti persónur í Danmark – sum blindur hevur gjøgnumført teir søguligu 90 kilometrarnar.
– Sum sagt, so havi eg ótrúliga stóran áhuga fyri ítrótti, og tað gevur mær so nógv, at eg framvegis kann íðka. Longu leygardagin skal eg til Beitostølen í Norra, har eg í næstu viku eri við í Ridderrennet, sum er fyri brekað, og sum eg havi verið við til einar 10 ferðir. Har verða eini 400 fólk úr 14 tjóðum við, sigur Heðin, sum í fjør kundi gleðast um, at hann til júst hesa kappingina møtti nøkrum skíðarum úr Føroyum.
– Tey vóru trý, sum vóru við tá, og tað var ótrúliga stuttligt at sleppa at tosa føroyskt eina løtu til eina skíðkapping, tí tað eri eg ið hvussu er ikki vanur við. Sum eg skilji á lagnum, kemur eingin úr Føroyum við hesa ferð, men eg vóni, at tey aftur eru við í næsta ár. Havi eg lív og heilsu, ætli eg mær ið hvussu er at halda fram, tí hetta ger mær so gott. Tað er deiligt at fáa nýggjar avbjóðingar og alla tíðina at hava okkurt nýtt at síggja fram til.