Miðstovnurin: Vit møta børnunum í eygnahædd

Grundleggjandi er Miðstovnurin í Gundadali ein heilt vanligur dagstovnur. Og kortini er stovnurin eitt sindur serligur. Tí tað er higar fólk venda sær við børnum, sum hava havt trupulleikar aðrastaðni.

Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí sambandinum prenta vit fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Hetta er triðja greinin í røðini, sum journalisturin Grækaris D. Magnussen skrivar fyri Pedagogfelagið.

--------------
--------------------------
Seinast eg var í hesum hús­unum í Gundadali hýstu tey stóra árgangsfelagnum í fót­bólti, B36. Í dag hýsa tey kanska fleiri komandi ítrótt­arstjørnum, ikki bara hjá B36. Nú er gamla B36-húsið ein dagstovnur. Miðstovnurin í Gundadali, Gundadalsvegi 4, er stovnur undir Tórshavnar kommunu, sum er ætlaður børnum í aldrinum frá 5 til 11 ár. Stovnurin virkar eis­ini sum frítíðarskúli hjá børn­um.

Inklusjónin kom natúrliga
Asta í Toft er leiðari á Mið­stovn­inum. Hon sigur, at tey alla tíðan hava arbeitt við inklusjón. Tað var ikki nakað, sum bara varð sett í verk yvir eina nátt.
"Pedagogikkur er inklu­der­andi, tí er tað ikki mín fatan, at vit kunnu gera ann­að enn at inkludera. In­klu­sjónin er áløgd okkum uttanífrá. Kortini vil eg siga, at tað ber ikki til at arbeiða uttan inklusjón, sigur Asta í Toft.
“Vit hava altíð givið pláss fyri børnum, sum onkurs­vegna hava havt serligar av­bjóðingar. Hóast hetta er ein vanligur dagstovnur, so hava vit alla tíðina givið pláss fyri hesum børnunum eisini,” sigur Asta í Toft.
Hon og eitt av starvsfólkum hennara, Tórhild Joensen, námsfrøðingur, minnast aftur á stuðulsfólkaskipanina.
“Tað var ein skipan, sum ongantíð riggaði serliga væl her á Miðstovninum,” halda tær báðar.
Asta í Toft sigur, at tá stuðulsfólkaskipanin fall burtur, komu fleiri børn við ser­ligum tørvi á Mið­stovn­­in, millum annað úr ser­stovn­inum Túgvuni í 2008.
"Tað vóru kommunal­politikarar, sum gjørdu av at taka stuðulsskipanina av. Tá sá eg møguleika fyri, at vit kundu arbeiða fjølbroyttari við námsfrøðini, sum eg byggi mína praksis á, sigur leiðarin í Miðstovninum.
Í dag ganga 52 børn í Mið­stovninum, teirra millum eru 12 barnagarðsbørn. Tíggju starvsfólk arbeiða á stovn­in­um.
Miðstovnurin liggur mið­skeiðis í hjartanum í Havn, tá hugsað verður um møguleikarnar hjá børnunum á stovninum. Viðarlundin er beint hinumegin vegin í Gundadali, Gundadalshøllin liggur beint við síðuna av Miðstovninum, har liggja ítróttarhøllin á Hálsi, Fimi og Svimjihøllin bert eitt hanagleiv frá Miðstovninum. Tveir fótbóltsvøllir liggja beint framman fyri stovnin. Norðurlandahúsið liggur tætt við o.s.fr. Her eru allir hugsandi møguleikar.

Børn læra børn
Í hesum døgum verður nógv tosað um ymsu hættirnar, náms­frøðingar nýta í ar­beið­inum. Ofta hoyra vit um inklusjón, tað er millum annað, at tú tekur børn við serligum tørvi inn á vanligar dagstovnar og vanligar skúlaflokkar í skúlunum.
"Námsfrøðiliga arbeiðið liggur í, at vit gera rammur kring børnini soleiðiðis, at tey fáa møguleika at verða ein partur av felagsskapinum. Børn mennast í samspæli og í sambandinum við onnur børn. Tað er grundleggjandi fyri menningina og trivnaðin, at menniskjan kennir seg at hoyra til - at vera ein partur av felagsskapinum."
"Og øll børn hava rætt til eitt gott barnagarðslív, utt­an mun til hvørjar av­bjóð­ingarnar eru. Eingin er øðrvísi, men øll eru ymisk. Tað merkir, at børn fáa møguleika at kanna tað, tey ikki kenna, og at tey læra at skilja og rúma, bæði sær sjálvum og øðrum betur," siga tær báðar, Asta í Toft og Tórhild Joensen.
Og so er tað hetta við spegl­ing, at børn og ung við ser­ligum avbjóðingum, tað kunnu vera børn við autismu, læra av at verða mill­um onnur børn.
“Fyri meg er als ongin ivi um, at børn læra einamest av øðrum børnum, ongin ivi um tað,” sigur Tórhild Joensen.
Í nógv ár hevur tað ver­ið bankað á dyrnar í Mið­stovn­inum. Tað hava verið foreldur, sum hava havt børn við ymsum trupulleikum. Børn, sum ikki hava trivist í øðrum dagstovnum, børn við down syndromi, børn við autismu, menningartarni o.s.fr. Hetta, hóast Miðstovnurin er ein heilt vanligur dagstovnur.
“Vit hava bara altíð givið pláss fyri hesum børnunum. Og vit møta teimum altíð í eygnahædd. Tey fáa loyvi at agera og reagera uttan at verða sett í nakran bás. Tá ein tíð er farin, hevur barnið funnið sína legu, og trívist framúr væl, eisini við sínum serligu avbjóðinum. Og øll trívast við tí,” sigur leiðarin á Miðstovninum, Asta í Toft.

Tollyndið og tolsemið veksur
Asta í Toft og Tórhild Joensen leggja dent á, at tað at børn læra av børnum, speglingin, og at rúm er fyri øllum, ger at huglagið á stovninum er gott. Tollyndið og tolsemið verður størri.
“Vit binda okkum ikki so­leiðis, at tingini bara skulu gerast á ein hátt. Tí brádliga kanst tú síggja, at fyri eitt ávíst barn kann tað vera best at gera okkurt heilt øðr­vísi. Tað gevur rúm­lig­heit, og børnini læra at hjálpa hvørjum øðrum,” sigur Tór­hild Joensen.
Tær báðar vísa á, at hvørt einasta barn er nakað heilt serligt. Og tí er tað so týdn­ingarmikið at møta barninum har, sum tað er.
“Øll børn duga okkurt. Vit leggja okkum eftir at finna útav, hvat einstaka barnið dámar og dugir, so tað upplivir sigrar og ikki ósigrar,” sigur Asta í Toft.
Tær minnast drongin, sum kom av einum øðrum stovni inn í Miðstovnin. Framm­anundan fingu tey at vita í Miðstovninum, at hann kundi vera eitt sindur trupul.
“Tá hann byrjaði hjá okk­um, spurdu vit hann, hvat hann dugdi og tímdi ordiliga væl. Jú, hann dugdi væl at súkla, segði hann. Hetta førdi við sær, at børnini, sum vóru her, eisini vildu læra at súkla, og tað lærdu tey. Hetta vísir, at børn læra av børnum," siga tær.

Marte meo
Á Miðstovninum arbeiða tey námsfrøðiliga við samskifti og samspæli. Fyri at røkka hesum betur, eru tey farin undir at brúka eitt háttalag, sum verður rópt Marte Meo. Hetta er eitt háttalag (meto­da), sum stavar úr Hollandi. Marte Meo merkir “við egnari megi”.
Hetta er eitt háttalag, sum tey vaksnu á Miðstovninum nýta soleiðis, at tey gerast tilvitað um, hvat riggar í sam­bandinum við barnið.
"Relasjónin er avgerandi fyri menningina hjá barn­in­um. Hvat gera vit til dømis fyri at røkka inn til eitt barn, sum hevur onkra avbjóðing at dragast við."
Høvuðsamboðið í Marte Meo-háttalagnum eru sjón­bandaupptøkur. Serligar regl­­ur eru fyri, hvussu upp­tøk­urnar verða brúktar og goymdar, meðan arbeitt verður. Tá uppgávan er loyst, verða allar upptøkur slett­aðar.
Tá mett verður, at eitt ávíst mál skal loysast við hes­um nýggja háttalagnum, venda tey sær beinleiðis til foreldrini hjá viðkomandi børnum fyrst.
“Í sjónbandaupptøkunum síggja vit, um eitt ávíst samskifti ikki riggar. So kunnu vit hyggja víðari, og tá kunnu vit síggja, at har er okkurt, ið riggaði. Tá verður dentur lagdur á tað sum riggar væl og hetta verður brúkt víðari. Soleiðis kunnu vit koma fram til, hvat riggar í samskiftinum við eitt barn, sum tað kann hava verið trup­ult at fingið veruligt sam­band við,” sigur Asta í Toft, leiðari.
So við og við fara tey nú undir at flætta tað, sum rigg­aði við einstaka barn­in­um, í spælið við hini børnini.
“Í slíkum upptøkum sært tú so ómetaliga væl, hvat riggar í samskiftinum við eitt barn. Og soleiðis kanst tú fara at dyrka tað góða, tað, sum barnið dugir og kennir seg væl við,” sigur Tórhild Joensen.
Umframt leiðaran, Astu í Toft, eru tríggir náms­frøð­ing­ar í Miðstovninum útbúnir Marte Meo-terapeutar.

Rammur mugu ikki stýra øllum
Leiðarin í Miðstovninum heldur tað vera í lagi at hava ávísar rammur um bygnaðin og arbeiðið á einum stovni. Men hon heldur, at rammurnar mugu ikki stýra øllum.
"Rammur eru neyðugar, men tað er neyðugt at eftirkanna rammurnar, so at tær ikki eru har bara fyri at hava rammur. Rammur eru eisini til at broyta - lagast til, so at vit øll kunnu vera her. Til dømis hava vit skipað dag­arnar við ymiskum aktivitetum, t.d. túrar, verk­stað, fimi o.s.fr. Vilja børnini okk­urt annað, kunnu vit broyta aktivitetin," sigur Asta í Toft.
“Skal eitt barn kenna seg væl, skal tað eisini merkja rúmligheit. Lat okkum siga, at í dag fara vit at svimja. So kann tað vera, at ein drongur ikki tímir at svimja. Jamen, so kann tað vera rætt at sleppa honum undan at svimja tann dagin."
"Fyrr varð eisini gingið høgt upp í, at foreldur skuldu møta til tíðina við børnunum. Í dag hugsa vit, at tað er gott fyri familjuna, at tey geva sær stundir, og at børnini merkja, at foreldur hava tíð at vera saman við teimum. Tí er tað kanska eisini gott, at tey koma seint á stovnin," halda tær báðar.
"Foreldur gera sjávi av, nær tey koma við børnunum. Tað kann henda, at vit ikki eru í húsinum, tá tey koma, men so hava vit sett eitt telefon nummar á talvuna í gongini, sum tey kunnu ringja til. Tey kunnu eisini velja at bíða, til vit koma aftur," sigur Asta í Toft.
Miðstovnurin hevur ikki stovur, men ymisk rúm, verkstaðir, sum verða brúktir eftir funksjónunum, sum eru í húsinum. Og starvs­fólkini hava breiðar út­búgvingar umframt náms­frøðiligar út­búgvingar. Tvey fólk arbeiða við rørslu og ítrótti, tvey ar­beiða á kreativa verk-stað­num, og trý arbeiða við sam­spæli og sam­skifti. Haraftrat koma leiðarin, ein kókikona og ein urta­garðskvinna.
Umframt námsfrøð­ing­arnar, sum eisini eru útbúnir Marte Meo-terapeutar, hev­ur ein námsfrøðingur eftir­útbúgving sum rørslu­menningar vegleiðari, og tveir námsfrøðingar hava eisini handaligar útbúgvingar.
Hendan dagin, eg vitji í Miðstovninum er altjóða down-syndrom-dagur. Tá eg komi innar, ganga starvs­fólkini við bláðum naglum. Og har gongur ein lítil fittur smádrongur. Tað er ongin hýrur á honum. Hann hevur ilt í búkinum, og vil sleppa heim.
“Hví vilt tú sleppa heim,” spyr ein námsfrøðingur.
“Tí, eg vil ikki hava bláa negl,” svarar hann.
Tá hann fær at vita, at honum ikki nýtist at ganga við bláum naglum; restina av degnum, er hann sum fjøruti. Spillfrískur stendur hann nú til reiðar at taka ímóti. Tá ein námsfrøðingur so kemur løtu seinni, er han skjótur:
“Kom nú, tú skal hava bláa negl.”
Tað fyrikemur mær, at huglagið í Miðstovninum er avbera gott.
-------
Navn: Asta í Toft
Aldur: 51 ár
Útbúgving. Námsfrøðingur, Marte Meo-terapeutur
Hjúnafelagi: Oluf
Børn: (Signy 31 ár og Jóhan 11 ár)
Starv: Leiðari í Miðstovninum í Gundadali
Bústaður: Heiðriksmørk, Leirvík
--------
Navn: Tórhild Joensen
Aldur: 55 ár
Útbúgving: Námsfrøðingur og Marte Meo-terapeutur
Hjúnafelagi: Thummas Christophersen
Børn: (Rógvi 34 ár Jóhanna 21 ár
Kristina 17 ár)
Starv: Námsfrøðingur á Miðstovninum
Bústaður: Fjalsgøta 70 Tórshavn