skoraði síðst í fyrra hálvleiki og aftur síðst í seinna hálvleiki. Í fyrra førinum var tað við frísparki av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, og í seinna førinum var tað úr sera spískum í vinstru: -Hatta [...] nýggjur á vongverjanum í høgru, og tað var hann, sum átta minuttir undan steðginum og av brotsteigarmarkinum eitt sindur í høgru heilfluktaði bóltin flatt inn við nærra stólpa, og í seinna hálvleiki hevði [...] Gunnar Vatnhamar fekk bóltin í skinnabeinið, og so kitlaði bólturin stólpan, áðrenn hann fór í netið, sigur Jann J. Benjaminsen. Andrias Edmundsson var knassi og dagsins maður í miðverjuni, og Bárður á Reynatrøð
000 m rennararnir í norðurlondum finnast. NM eru einastu altjóða kappingar í frælsum ítrótti, sum Føroyar kunnu luttak í. Sjálvandi er støðið sera høgt í mun til okkara bestu, men í Marnu Egholm hava vit [...] kvinnunum eltandi. Men Marna fekk kapping! Tí aftanfyri kom sterki danski rennarin Rikke Due-Andersen. Tað var hon, sum vann DM-gull í maraton, tá Valborg Heinesen vann bronsu í 2014. Tann eina svenska kvinnan [...] um fimtaplássið í NM, endaði hon nú eisini í einum intensum dysti um DM-silvur. Rikke lá leingi einar 20 metrar aftanfyri, men kom so heilt fram og eisini fram við Marnu, sum tó hekk í. Soleiðis var líka
róðurin nú leygardagin verður á Varmakeldustevnu í Fuglafirði. At tað framvegis er spenningur í, hóast hesir tríggir hava vunnið hvørja ferð, kemst av, at tað í teimum trimum kappingunum, sum hesir eru partar [...] á Sundalagsstevnu. At tað í dýrdarveðrinum á Norðoyastevnu var eitt evarska lítið lot ímóti, meðan tað á Jóansøku var nógvur undanvindur sást aftur í tíðunum. Vinnaratíðin í Klaksvík var 6.52.17, og [...] Miðvingar rógva í nýggjum báti í ár. Á Norðoyastevnu var Miðvingur aftast. Á Sundalagsstevnu vunnu miðvingar á Kvívíkingi, og hesa ferð vunnu teir eisini á Nevinum Reyða. Stórur munur Í kappingini millum
og tað lirraði ikki í tær. Eg segði einki. So segði hon goodbye og hvarv í meldrinum upp í ein vogn. Tíverri skuldu vit ikki við sama toki. Hitti hana ikki aftur á mínari longu ferð í Fjareystri. Eftir hendan [...] ongantíð var bangin, soleiðis at ferðast einsamøll. Hon var ein vøkur, væl snarað og í allar mátar sjarmerandi kvinna, ljóshærd í tunnum summarkjóla. Fyrigevið, at eg eri sjavinistiskur eitt andarhald. ”Nei, [...] frá, at seinast, eg var í Keypmannahavn, vildi eg havt eitt regnskjól, sterkt sum eitt hvalvákn. Ikki bara tí at tað regnaði illa. Men fyri, eins og tann amerikanska á tokstøðini í India, at verja meg. Á
langfaraskip sambært avtalum við onnur lond, har vit lata tilfeingi í heimasjógvi í býti. Sigast kann sostatt, at okkara vælferð í mestan mun er grundað á tað heimliga fiskatilfeingið. Treyðugt so, aðrar vinnur [...] avmarkingar yvirhøvur. Við rættindum at fiska í heimasjógvi verða heilt aðrar treytir settar. Tú fært ikki lutað ein kvotu, men í staðin álagdar avmarkingar í dagatali, skipastødd, motororka, fiskileið, [...] var politiskt ásett, men at vinnan sjálv ásetti gjaldið í fríari kapping um kvoturnar. Hóast frælsu marknaðarkreftirnar koma at kosta arbeiðspláss í fiskivinnuni, vil økta lønsemi skapa onnur nýggj arbeiðspláss
kostnað og økta kapping, tí tað fer at hava við sær, at kostnaðarstøðið í Føroyum lækkar' Tankin er góður, men trupulleikin er, at man skjýtur í blindum og vónar, at tey tiltøk, ið verða sett í verk, fara at [...] handan høga prísstøði í Føroyum. Støðan hjá meirilutanum í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har man virðismetir tann fólkavalda nógv hægri enn skattagjaldaran. Í seinna málinum tykist [...] meirilutin í vinnunevndini ikki at seta ein neyðuga kanning í verk, tí umboð fyri vinnuna hava forklárað teimum, hvussu veruleikin hongur saman. Her er okkurt rav ruskandi galið. Er meirilutin í vinnunevndini
bidragið hækkað 0,2% í fjør, úr 1,5% upp í 1,7%, har tað er nú. Tey, sum hava lán, fáa eisini rentustuðul fyri tað, tey betala í bidragi. Eisini bidragið í Eik hækkaði í fjør 0,05% úr 1,25% upp í 1,30%. Rentan [...] nini staðið í stað í meiri enn eitt ár. Rentan vanligum bústaðarlánum hevur ligið støðugt á umleið 5,8% um árið fyri fyrsta veðrætt og har hevur hon ligið hetta síðsta árið. Eitt skifti í 2008 var hon [...] Hinvegin er rentan á realkredittlánum nú helt niðri á 2,58% um árið í Eik og 3,16% um árið í Føroya Banka, tá ið alt er talt upp í. Her er talan um stóra rentulækking, tí fyri tveimum árum síðani var
fastar á triðja plássið. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at vunnið verður heiðursmerki í bestu deildini, sum passar væl við at felagið fylti 40 ár fyrr í ár. Vestmanna niður og Havnin upp Havnin vann [...] deild við fimm stigum á odda, so teir koma upp í fyrstu deild í staðið hjá øðrum liði hjá vestmenningum. Hetta er fyrstu ferð, at Havnin hevur tvey lið í bestu deildini. Enn er tað bert Klaksvíkar Talvfelag [...] Zachariassen, ið telist millum teir bestu telvararnar í Føroyum, sum hevur styrkt liðið. Leggjast kann afturat, at í unglingadeildin var longu avgjørt í næstseinasta umfari, at Klaksvíkar Talvfelag hevði
tænari. Í løtuni starvist eg á Gourmet fulla tíð og so arbeiði eg hjá Rúsdrekkasølu Landsins sum avloysari. Eg fór í læru sum tænari á Hotel Hafnia í 2004 og var útlærdur í 2008. Áhugin fyri at fara í læru [...] Eyðunsson, tænari á matstovuni Merlot í Havn, gjørdi herfyri vart við hesi viðurskifti í Grams. Í dag fer tænara-lærdi Absalon L. Jacobsen á matstovuni Gourmet í Havn at siga sína søgu: Mítt navn er Absalon [...] verður limur í Sommelier-felagnum. Annars so royni eg saman við Jónfríð á Merlot (sum eisini er útlærd tænari) at stovna ein vín-klubba í Føroyum. Kokkar, tænarir, lærlingar og eldsálir í Føroyum hugleiða
Álandi í finaluni eftir ein sera spennandi og tættan dyst. Áland var so ikki við í 2003, men nú eru oyggjarnar í Eystrasalti aftur umboðaðar, og tær vera óivað størsta hóttanin hjá føroyska liðnum. Í seinastu [...] kappingin í ár verður skipað sum eitt bólkaspæl, og at fyrireikararnir hava valt at droppa finaluna, sigur Halltóra Joensen. Føroyar skulu møta Álandi í næsta dystinum í kappingini, og tað verður í veruleikanum [...] staðið ovast á sigurspallinum eftir lokna kapping við Oyggjaleikirnar. Føroysku kvinnurnar hava verið stinnasta liðið í kappingini, og eingin ivi er um, at tær aftur í ár ætla sær at koma heimaftur við gullinum