Rentan munandi lækkað

BÚSTAÐARLÁN: Seinastu tíðina er rentan munandi lækkað, men hinvegin er provisiónin hækkað eitt sindur

Hetta seinasta árið er rentan av bíligastu bústaðarlánunum munandi lækkað.
Tað staðfesta báðir teir stóru peningastovnarnir, Eik og Føroya Banki.
Tað er rentan av realkredittlánum, sum er lækkað, men hinvegin hevur rentan av teimum vanligu bústaðarlánini staðið í stað í meiri enn eitt ár.
Rentan vanligum bústaðarlánum hevur ligið støðugt á umleið 5,8% um árið fyri fyrsta veðrætt og har hevur hon ligið hetta síðsta árið.
Eitt skifti í 2008 var hon heilt uppi á 7,25%.
Hinvegin er rentan á realkredittlánum nú helt niðri á 2,58% um árið í Eik og 3,16% um árið í Føroya Banka, tá ið alt er talt upp í.
Her er talan um stóra rentulækking, tí fyri tveimum árum síðani var hon eini 3% hægri.
Men hertil er at viðmerkja, at tað er stórur munur á, hvussu lánini eru samansett í teimum báðum bankunum og tað er eisini munur á, hvat tað kostar at fáa sær lánið.
Rentan er samansett av eini vanligari rentu og einum eyka kostnaði, sum bankarnir kalla eitt ”bidrag”.
Sjálv rentan verður altjóða ásett alt eftir kursunum o.s.fr., men bidragið áseta føroysku peningastovnarnir sjálvir.
Bæði Føroya Banki og Eik hava hækkað bidragið hetta síðsta árið.
Áður fingu tey, sum tóku realkredittlán eisini rentustuðul úr landskassanum fyri stovningarprovisiónina.
Men nú er tann rentustuðulin avtikin. Føroya Banki sigur, at tískil varð stovingarprovisiónin strikað, men afturfyri varð so bidragið hækkað 0,2% í fjør, úr 1,5% upp í 1,7%, har tað er nú.
Tey, sum hava lán, fáa eisini rentustuðul fyri tað, tey betala í bidragi.
Eisini bidragið í Eik hækkaði í fjør 0,05% úr 1,25% upp í 1,30%.
Rentan á realkredittlánum er søguliga lá í løtuni og eygleiðarar vænta tí, at hon fer at hækka nakað aftur. Hvussu stór hækkingin verður og nær hon kemur, er ilt at siga. Tað verður ikki beint nú, men áðrenn fimm ár eru farin, kann væntast, at rentan er hækkað nakað aftur.

So nógv kostar tað at fáa realkredittlán

Vit skulu her nevna nøkur dømi um, hvat tað kostar at fáa sær realkredittlán í teimum báðum stóru peningastovnunum Eik og Føroya Banka.
Fyri at gera tað sambæriligt, taka vit tey bíligastu lánini í hvørjum peningastovni, tað eru realkredittlán, har rentan verður løgd føst í eitt ár ísenn.

Føroya Banki:
Renta: 1,46%
Bidrag: 1,70 %
Tilsamans: 3,16%

Føroya Banki tekur ikki stovningarprovisión fyri at veita fólki realkredittlán, men eitt fast avgreiðslugjald. Kostnaðurin fyri at fáa sær realkredittlán í Føroya Banka, er:

Avreiðslugjald: 10.000 krónur
Kurtaga: 0,15% av lánsupphæddini
Ískoyti fyri fleiri lán: 3.000 krónur
Ognarmeting: 2.000 krónur
Tingbókarváttan pr. ogn: 175 krónur
Tinglýsingargjald 3.000 krónur
Tinglýsingaravgjald: 0,5% av tinglýstu upphæddini

Harafturat kemur so bidragið upp á 1,7% av lánsupphæddini.

Gjaldið upp á 3000 krónur fyri fleiri lán, er eitt eykagjald, um so er, at lántakarin vil hava lánið býtt sundur, kanska fyri at betala avdrátt av einum parti og ikki av einum øðrum parti

Eik:
Renta: 1,28%
Bidrag: 1,30%
Tilsamans: 2,58%

Realkredittlán úr Eik eru samansett øðrvísi enn í Føroya Banka.

Í Eik er kostnaðurin fyri at taka realkredittlán:

Stovningarprovisión: 3,00% av lánsupphæddini
Kurtaga 0,25% av lánsupphæddini
Avgreiðslugjald: 1.000 krónur
Virðismeting av ogn: 4.375 krónur
Tinglýsing og annað: 3.000 krónur
Tinglýsingaravgjald: 0,5% av tinglýstu upphæddini

Hesi vóru so tølini. Ikki er tað lætta at finna útav, men tað er bara at hála roknimaskinuna fram og rokna seg fram til, hvat mann loysa seg frægast tí hvørjum einstøkum føri.
Men sum heild kann sigast, at longri, ið rentan skal læsast føst, hægri verður rentan.
Og tað kann eisini væl henda seg, at tað kundi loyst seg at tosa við teir báðar smærru peningarstovnarnar, Suðuroyar Sparikassa og Norðoya Sparikassa.
Les eisini greinina: Trýr ikki upp á kapping um lán til bústaðir.