Ungt lið skal endurvinna gullið

- Vit hava eitt ungt lið, sum er væl fyri tekniskt, men vit mangla møguliga nakað av royndum og rástyrki, sigur Halltóra Joensen, ið tvær ferðir hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum

Føroyska kvinnulandsliðið hevur seinastu tvær ferðirnar staðið ovast á sigurspallinum eftir lokna kapping við Oyggjaleikirnar.
Føroysku kvinnurnar hava verið stinnasta liðið í kappingini, og eingin ivi er um, at tær aftur í ár ætla sær at koma heimaftur við gullinum.

Vantandi royndir
Liðið hesuferð er ungt, og nógvar broytingar eru frá seinastu Oyggjaleikum. Spurningurin er tí, um teir ungu leikararnir megna at lyfta tann tunga gullarvin.
- Vit hava eitt gott lið, men tað eru fleiri broytingar frá seinast. Hópurin er munandi yngri, og tí hava vit ikki eins nógva rutinu, sum vit onkuntíð hava havt, sigur Halltóra Joensen, ið er toppskjútti í føroysku kvinnudeildini.
Men hóast hópurin er yngri, hevur Halltóra góðar vónir til hetlandstúrin.
- Tekniskt vil eg siga, at tær yngru er betur fyri, enn vit ofta hava verið. Hinvegin vantar okkum royndir og styrki samanborið við seinast, heldur Halltóra.
Hon metir eisini, at tað kann vera ein meinbogi, at fleiri av leikarunum ikki hava spælt nakað serligt á grasi undan kappingini.

B36 og KÍ best umboðað
Tað er sum vant KÍ, sum er best umboðað á landsliðnum, men B36 hevur eisini fleiri leikarar við í hópinum.
Júst hesi bæði liðini møttust í steypafinaluni á Tórsvølli seinasta leygardag, og tí hava hesir leikararnir vant nakað á grasi undan finaluni.

Áland størsta hóttanin
Í 2001 vann Føroyar á Álandi í finaluni eftir ein sera spennandi og tættan dyst. Áland var so ikki við í 2003, men nú eru oyggjarnar í Eystrasalti aftur umboðaðar, og tær vera óivað størsta hóttanin hjá føroyska liðnum.
Í seinastu løtu valdi Rhodos at taka sítt lið úr kappingini, og tí máttu fyrireikararnir broyta skránna, og finalan er tikin av skránni hesuferð.
- Tað er sera harmiligt, at kappingin í ár verður skipað sum eitt bólkaspæl, og at fyrireikararnir hava valt at droppa finaluna, sigur Halltóra Joensen.
Føroyar skulu møta Álandi í næsta dystinum í kappingini, og tað verður í veruleikanum finalan í fótbóltskappingini hjá kvinnum. Hini bæði árini hevur tað altíð verið ein finala, sum hevur verið rímiliga tøtt og spennandi, hóast føroyska liðið altíð hevur átt munin.
- Vit vita ikki, hvussu væl álendska liðið er fyri, og tí eru vit sera spentar uppá at síggja tær í dysti, greiðir Halltóra frá.
Venjarin, Álvur Hansen, hevur roynt at kunna seg um sterkasta mótstøðuliðið, men tað er torført at finna upplýsingar og tilfar um liðið.
Tapandi finalisturin frá 2003, ið var Gotland, er ikki við hesuferð, so tí er líkt til, at Áland verður einasta liðið, ið fer at geva føroyska liðnum ein skarpan gang.

Ov veik mótstøða
Tá føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt á Oyggjaleikunum, hava sigrarnir ofta verið rættiliga trivaligir.
- Vit hava ofta vunnið ov nógv, og mótstøðan hevur verið ov veik. Soleiðis er støðan eisini í føroysku kvinnudeildini, tá KÍ ikki hevur fingið nakra mótstøðu seinastu árini, og tað kann koma okkum aftur um brekku, sigur Halltóra. Trupulleikin er, at tað gerast ov fáir harðir dystir, sum hóast alt er tann besta venjingin fyri leikararnar.
Oyggjaleikirnir hava rættiliga stóran týdning fyri kvinnufótbóltin í Føroyum, tí at leikararnir annaðhvørt ár hava nakað serligt at seta seg upp til.
- Tað er nakað at síggja fram til, og men er óivað meira uppsettur til tað árið, tá Oyggjaleikir eru. Eisini er tað umráðandi at koma út og royna okkurt nýtt innan fótbóltin, sigur Halltóra.

Framtíðin
Eftir summarfrítíðina fer Halltóra Joensen á politiskúla í Danmark, og tí er óvist hvussu verður við framtíðini á landsliðnum.
- Nú má útbúgvingin koma í fremstu røð. Eg fari framhaldandi at spæla fótbólt, men eg veit ikki enn, hvørjum støði tað verður á, sigur Halltóra.