Talv
Alt ella einki: Í fyrstu deild møttust liðini hjá Vestmanna og Klaksvík, sum lógu ávikavist á einum fyrsta og øðrum plássi.
Tað var greitt áðrenn dystin, at alt annað enn ein 4-0 sigur til klaksvíkingar gav eitt annað pláss. Tí var taktikkurin hjá klaksvíkingum at hugsa sum einstaklingar og gera sítt besta.
Dysturin gjørdist eisini sera dramatiskur, har tíðin varð brúkt fult út. Fyrsta stigið fór til Klaksvíkar. Á triðja borði gjørdist Martin Brekká ov ágrýtin og eftir einum sniðálopi frá Ólavi Simonsen, var støðan hjá Martin ikki til at bjarga. Steintór Rasmussen strekti seg alt tað hann kundi á øðrum borði, men Carl E. N. Samuelsen vardi seg dyggiliga, og eftir fýra tímar legði Steintór kongin, og Carl Eli hevði tryggjað Vestmanna Talvfelag FM heitið. Á fyrsta borðið telvaði Heini Olsen við hvítum móti John Rødgaard. Hóast uppgávan næstan var ómøgulig hjá Heina, so megnaði hann at telva seg fram til ein fyrimun. Heini gjørdi tó ein feil í svárari tíðarneyð og tapti tí talvið. Heini kundi lættliga tikið javnleik, men yvirspældi støðuna, tí hann ikki kendi úrslitið á øðrum borði.
Finnbjørn Vang hevði yvirvág móti Samson Højgaard á fjórða borði, men teir tóku javnt, tá FM heitið álíkavæl var avgjørt.
Sostatt vunnu vestmenningar dystin 2½-1½ og harvið eisini FM 2008.
Fyrsta heiðursmerkið
Sandavágur var í kapping við Havnina um triðja plássið. Sandavágur hevði munin áðrenn seinasta umfar, og við at vinna 4-0 á øðrum liði hjá vestmenningum settu teir seg fastar á triðja plássið. Hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at vunnið verður heiðursmerki í bestu deildini, sum passar væl við at felagið fylti 40 ár fyrr í ár.
Vestmanna niður og Havnin upp
Havnin vann aðru deild við fimm stigum á odda, so teir koma upp í fyrstu deild í staðið hjá øðrum liði hjá vestmenningum. Hetta er fyrstu ferð, at Havnin hevur tvey lið í bestu deildini. Enn er tað bert Klaksvíkar Talvfelag, sum hevur klárar at varveitt tvey lið í bestu deildini, so spennandi verður at síggja, hvussu Havnin kemur at klára seg.
Niðurflytingin úr aðru deild er ikki avgjørd enn, av tíð at Havnin 2 og Sandavágur 2 endaðu jøvn. Her verður umdystur telvaður.
Rókur skrivað søgu
Talvfelagið Rókur, sum kemur av Oyrarbakka, megnaði at vinna triðju deild, og er hetta fyrstu ferð, at felagið er komið upp í aðru deild. Felagið hevur ikki so drúgva søgu, men hevur bygt seg upp sera skjótt, har fleiri ung talentir longu er komin fram í ljósið. Millum teir eldru er tað serliga Finnbjørn Zachariassen, ið telist millum teir bestu telvararnar í Føroyum, sum hevur styrkt liðið.
Leggjast kann afturat, at í unglingadeildin var longu avgjørt í næstseinasta umfari, at Klaksvíkar Talvfelag hevði vunnið.
Langt kappingarár
Hóast liðkapping nú er liðug, er kappingarárið ikki liðugt enn. Eitt umfari er eftir í longu Grand Prix kappingini, sum verður telvað í Havn komandi leygardag.
Í fjør var fyrsta steypakappingin koyrd av bakkastokki, og hetta tiltakið eyðnaðist so væl, at tað er komið fyri at vera. Steypakappingin verður telvað 11. mai í Gjáargarði.
Mynd: Vestmenningar.jpg
Fakta
Støðurnar í ymsu deildunum eftir 10. umfar:
1. deild
Vestmanna 1 32,0
Klaksvík 1 28,0
Sandavágur 21,5
Havnin 19,5
Klaksvík 2 14,0
Vestmanna 2 5,0
2. deild
Havnin 3 25,0
Kollafjørður 20,0
Toftir 20,0
Klaksvík 3 19,0
Sandavágur 2 18,0
Havnin 2 18,0
3. deild
(Cup-Skipanin)
1-2 pláss
Rókur 5,0
Gøta 3,0
3-4 pláss
Vestmanna 3 5,5
Skopun 2,5
5-6 pláss
Sandavágur 3 5,5
Havnin 4 2,5
7-8 pláss
Vestmanna 4 7,0
Klaksvík 4 1,0
Unglingar
Klaksvík 19,0
Vestmanna 17,0
Rókur 16,5
Havnin 16,0
Sandavágur 11,5










