Absalon L. Jacobsen letur sjampanjuna upp

Tá ið vit fara út at eta í Føroyum, leita okkum á matstovu, sum fleiri og fleiri føroyingar eftir øllum at døma gera, og ikki minst ferðafólkini, ið leita sær hendan vegin, - so hava vit nakrar heilt serligar forvæntningar um eina uppliving. Tey fægstu fara út at eta bara fyri at gerast mett. Oftani er eitt serligt høvi, tá ið vita fara út at eta. Ein føðingardagur ella okkurt avrik, ið skal hátíðarhaldast. Vit lata okkum kanska í betri klæðir og eru spent, tá ið vit fara av húsum. Vit vilja undirhaldast og avbjóðast av sansaligum kynstri frá matstovuni. Vit vilja hoyra, síggja, lukta, kenna og smakka eina góða søgu.

Ein slíkur forvæntningur um uppliving hjá gestinum eru allar góðar matstovur sera tilvitaðar um. Starvsfólkini tryggja, at karmarnir eru innbjóðandi og spennandi at koma til. Øll eru til reiðar at framføra sín leiklut. Verturin, kokkurin, tænarin, uppvaskarin. Professionel fólk.

Tænarin er andlitið hjá matstovuni, ímyndin av øllum kreftunum úr køkinum, av stílinum hjá matstovuni. Seremoni-meistarin. Hann, ið sær til at alt fer rætt fram – sum ætlað - meðan gesturin er í matstovuni.

Tænara-yrkið er rættiliga nýtt í Føroyum. Og eitt rættiliga lítið yrki. Faklærdir tænarir kunna næstan teljast á einari hond. Serliga um vit rokna teir, ið enn starvast sum tænarir. Tí nógv eru rýmd undan stak vánaligu korunum, ið vinnan bjóðar. Ella rættari undan korunum, ið lóggávan, ið regulerar matstovu-vinnuna, bjóðar.

Jónfríð Eyðunsson, tænari á matstovuni Merlot í Havn, gjørdi herfyri vart við hesi viðurskifti í Grams.

Í dag fer tænara-lærdi Absalon L. Jacobsen á matstovuni Gourmet í Havn at siga sína søgu:

Mítt navn er Absalon L. Jacobsen. Eg eri 23 ára gamal og útlærdur tænari. Í løtuni starvist eg á Gourmet fulla tíð og so arbeiði eg hjá Rúsdrekkasølu Landsins sum avloysari.

Eg fór í læru sum tænari á Hotel Hafnia í 2004 og var útlærdur í 2008. Áhugin fyri at fara í læru sum tænari var eitt sindur serligur. Aftaná fólkaskúlan royndi eg ymiskt. Millum annað arbeiddi eg umbord á Norrønu. Har starvaðist eg saman við einum donskum tænara, sum fortaldi mær um ymisk vínsløg og hvussu tað var at vera tænari. Tá ið eg so gavst  umborð á Norrønu, sendi eg umsókn um at sleppa at læra til tænara.

Mín áhúgi fyri víni, øli og brennivíni er sum so ikki fallin síðani eg kom í land. Tað er bara tað keðiliga at vit hava so lítið av úrvali her heima og at prísirnir eru ov høgir, og at tað er ongin kapping um at selja. Løgtingið hevur givið Rúsuni einkarrætt at selja vín og brennivín. Og so er tað ikki loyvt at gera almennar lýsingar um vín, øl ella brennivín. Við hesum er heldur ikki loyvt hjá Rúsuni at hava smakkiroyndir fyri almenninginum í Føroyum. Men tað er kortini gott hóast alt, at fólkið, sum arbeiðir í Rúsuni, fakfólkið, hava møguleika at menna sínar førleikar við at læra um vín, øl og brennivíni á starvsfólka-skeiðum.

Hvat míni mál fyri framman eru, veit eg ikki rættiliga enn. Eg havi sett mær fyri at læra meir um hetta øki sum heild, áðrenn eg fari at gera nakað serligt burturúr einum slagi av øli, víni ella brennivíni. So fari eg helst uttanlands at taka ein útbúgving afturat. Eg kann ímynda mær at taka royndina til “Sommelier”, ið er spesialiserað tænara-útbúgving innan vín. Tað er ein roynd, sum øll kunnu fara upp til. Innihaldið í royndini er at vísa síni evni um ymisk vínsløg. Gera smakkiroyndir, meta um vínsløg, hvar vínið er framleitt og hvørjar drúvur eru brúktar. So skal man svara uppá nakrar spurningar um ymisk vínsløg. Klárar man royndina, fær man prógv og verður limur í Sommelier-felagnum.

Annars so royni eg saman við Jónfríð á Merlot (sum eisini er útlærd tænari) at stovna ein vín-klubba í Føroyum.