uttan at tapa. Tað endaði við, at Skála yvirhálaði AB á øðrum plássi. Men á Argjum vóru argjamenn sterkari enn skálamenn og tóku aftur annað plássið. Leygardagin kom so endaliga staðfesting, at ævintýrið [...] verður AB at síggja í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Tað er greitt, eftir at AB vann 4-1 á EB/Streymi á Argjum, meðan Skála mátti lúta fyri teimum næstbestu hjá KÍ í Klaksvík. Tað stóð nógv á argjamonnum [...] Leivur Holm Joensen, setti fótin á eftir deyðbólt. Málið gav argjamonnum mót upp á meir, men tað var ikki bara til tað betra. «Eftir útjavnandi málið blíva vit ov grammir at skjóta mál. Spælið blívur ov rótut
síðu sum vit. So vit kenna okkum sjálvandi takksom at sleppa við lívinum. Skadd fyri lívið Beinið á Súsonnu var so mikið illa farið, at hon mátti til Danmarkar at fáa viðgerð. Beinið var illa brotið og [...] undir høvdið á henni. Hon var uttan vit. Tá verður beinanvegin sagt, at krani mátti til, fyri at fáa lyft bussin, tí hon kundi ikki hálast undan. Tað gekk skjótt, at forbíkoyrandi bilar vóru á staðnum. [...] umvegis útvarpið. Hann royndi tað, hann kundi at leiða tankarnar aðrastaðni, at tað nokk fór at ganga. Eg minnist, at telefonkervið brendi saman sum so ofta, tá okkurt álvarslig hendir í okkara lítla
Í gjár vóru fyrstu dystirnir í øðrum umfari í Champions League bólkaspælinum. Manchester United, sum ikki megnaði at koma víðari úr bólkaspælinum í fjør, var á vitjan í Rumenia. Heimaliðið kom á odda og [...] kom tað illa við, at liðskiparin, Carles Puyol mátti skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Tað sá út sum eitt ólekkurt armbrot, men í dag siga meldingar úr Barcelona, at talan bara var um at armurin [...] Juan Mata leysan, sum skoraði. Í seinna hálvleiki helt FCN fram at spæla væl og góðar tjúgu minuttir fyri tíð raktu teir eisini stongina. Eftir hetta vaknaði Chelsea. Fyrst langaði David Luiz eitt fríspark
troðkafullum húsi bæði í Havn og á bygd. Hann var ein sannur trøllmaður til at fáa fíólina at láta. Og onkur av teimum, ið hoyrdu hann tá, hoyra hann í huganum enn, og tað so væl, at borið verður saman við aðrar [...] tá Keypmannahavn stóð fyri at fáa fiskin til 50 oy.kg. ráddi hann til at bíða, og úrslitið var, at prísurin vaks og kom at endanum upp til 70 oyr. kg. Í 1926 var aftur illa statt við klippfiskasøluni [...] legði hann seg eftir at spæla fiól, lærdi hesa list so væl og virðiliga, sum lærast kann hjá einum meistara. Um hetta hansara frítíðarstarv gáaði eingin, fyrr enn hann "sum sól eftir ælið" steig fram
rithøvundurin, Gyorky Konrád, hevur síðan skrivað, at Ungarn er um at gerast eitt einaræði. Hann er so harmur um tað, sum fer fram í landinum, at hann heldur, at Ungarn er vorðið eitt lortaland við eini lortastjórn [...] millum skipabólkarnar. Teir vistu, at summi skip fóru aldrin út at fiska makrelin, men góvu kortini burtur kvotur, so eigararnir kundu fara inn á advokatskrivstovur at veksla kvoturnar um til pengar. Altso [...] hugflog krevst ikki fyri at síggja, at við hesi skipan fær tann ráðaríki og smágneggjandi fíggjarmálaráðharrin beinleiðis vald á 2,8 milliardum krónum, sum hann kann geva boð um at seta inn í føroysku bankarnar
mál kemst av, at liðfelagarnir vóru so óførir at leggja upp til mín. Vit spældu rættuliga álopskent. Tá ið vit nú síggja samantaldu tølini, so kunnu vit kanska siga, at vit vóru ov álopskendir. Vit skoraðu [...] fótbólti og eyðsýndu fótbóltsevnini vóru orsøk til, at Páll á sumri í 2007 flutti til Keypmannahavnar at ganga í studentaskúla og at spæla fótbólt. -Todi Jónsson var áhugaður í at knýta ungar føroyskar spælarar [...] iðrar seg um, at hannso blaðungur flutti til Danmarkar at spæla fótbólt, so svarar Páll A. Klettskarð soleiðis: -Eg eri fegin um at hava búð í Keypmannahavn og at hava brúkt danska málið so nógv. Tað verður
varaleiðarin í sløkkiliðnum á vitjan. Hann segði, at farið varð at søkja eftir fólki til sløkkiliðið og mælti honum til at søkja. Annfinn Reinert so gjørdi, og nakað eftir varð hann saman við fýra øðrum [...] men dekkið var so kolandi heitt, at vit ikki fingu gingið á tí. Vit royndu so at pumpa sjógv umborð og høvdu nóg mikið bara við at pumpa dekkið. Fýra menn vóru saknaðir umborð, men ikki slapst niður í [...] góður tryggleiki, tí hendi okkurt, vistu vit, at vit kundu bjarga fólki. Tá í tíðini vóru ofta boð eftir sløkkiliðnum at pumpa skip, tí træskipini vóru í so vánaligum standi. Nú er lítið av slíkum uppgávum
míni bein fyri at tryggja mær, at tey vóru har enn. Síðani rópti eg á teir báðar, sum sótu aftanfyri meg, fyri at vita, um alt var í lagið. Men tá eg so hugdi at Kris, sum koyrdi, sá eg, at hansara høgra [...] venjingin á Bornholm í august sama ár. Hann og 47 aðrir ungir menn byrjaðu samstundis, men bert fimm mánaðir seinni vóru teir einans 27 mans eftir á venjingarleguni í Bornholm. Summir vóru mettir at vera óegnaðir [...] eisini orsøkin til, at Heini als ikki ivaðist í at fara við til Afghanistan, tá ið boðini vóru givin. Tó so var Heini ógvuliga bangin fyri at greiða sínum nærmastu frá síni avgerð um at fara í kríggj. – Eg
fakið og at skilja spælið. Tað, at tú tekur og klárar tey dómaraskeið, ið FSF bjóðar, at tora at vera í fokus, tora at taka illa dámdar avgerðir og at tola nógv av sálarliga. Tú mást eisini duga at skilja [...] áfram. Eg havi eisini av og á eygleiðara at hyggja at mær, og tað er betri at lurta eftir honum enn einum frá einhvørjum liði, tú júst hevur dømt. Tað er sera gott, tí har fært tú at vita júst hvørjum tú skalt [...] kvinnurnar hjá EB/Streymi. Tær spældu ímóti KÍ á Mølini á Eiði. Fyri at vera erlig, so var tað tann sera vánaliga dømingin, sum spann øði í meg og valdi eg síðani at senda ein teldupost til FSF, har eg spurdi
um hann ásannar, at hann er ikki serfrøðingur, ivast hann ikki í, at talan var um djórapínslu Signar Olsen sigur, at teir fingu at vita, at fólk skuldi koma suður aftur morgunin eftir at meta um støðuna [...] ómetaliga kedd av, at tað gekk so illa, sum tað gjørdi. Signar Olsen, grindaformaður í Hvalba, sigur, at tað, sum hendi í Hvalba í mikudagin, pínir hann, sum gamlan grindamann. Hann fýlist á, at tað gekk alt [...] frá tí, at tað varð greitt, at hvalirnir stóu ikki til at bjarga, og til teir umsíður fingu loyvi at skera teir á háls. Hann staðfestir samstundis, grindaformenn í Hvalba vera ikki við til at merkja hval