Starvið er ikki fyri veikar sálir

Tað besta var at fáa fráboðan um eld, og alt spældi væl av, sigur Annfinn Reinert, sum eftir 45 ár i tænastu er farin frá sum sløkkiliðsmaður í Havn

Tá ið boð eru eftir sløkkiliðnum í Havn, er bilurin hjá átaksleiðaranum altíð fyrstur avstað.
Annfinn Reinert, sum í mong ár hevur verið átaksleiðari, hevur ofta sitið í hesum bili.
Men tað er hann ikki longur, tí 1. oktober fór hann frá við eftirløn 68 ára gamal eftir at hava starvast hjá sløkkiliðnum í 45 ár.
Annfinn Reinert er ein maður, sum altíð hevur nógv jørn í eldinum, og eingin vandi er fyri, at hann fer at keða seg.
Fyri hann var tað púra natúrligt at fara frá nú, tí kommunan hevur tann politikk, at fólk skulu fara frá, tá ið tey eru 67 ára gomul fyri at lata yngri fólk sleppa framat.
Síðan hann gavst, hevur hann havt nógv um at vera. Anfinn Reinert hevur seyð í Norðadali saman við brøðrunum, har teir saman eiga húsini hjá ommuni og abbanum.
Í Havnardali hevur hann eina leigutrøð, sum nøkur kríatúr ganga á.
Um góðar tvær vikur koma vit inn í november, sum er harutíð. Annfinn Reinert hevur alt sítt lív skotið harur.
Og mangan er hann úti á fjøllunum á rossabaki.
- Og so er altíð okkurt at tríva í við húsini, sigur hann.

Biðin um at søkja
Tað kann næstan nevnast tilvild, at Annfinn Reinert í 1967 kom inn í sløkkiliðið í Havn.
Hann var 22 ára gamal.
Ein dag var hann í Norðradali og arbeiddi upp á yvirtromina á húsunum hjá ommuni og abbanum. Tá kom varaleiðarin í sløkkiliðnum á vitjan. Hann segði, at farið varð at søkja eftir fólki til sløkkiliðið og mælti honum til at søkja.
Annfinn Reinert so gjørdi, og nakað eftir varð hann saman við fýra øðrum settur í starv.
Brandstøðin í Varðagøtu var tá rímiliga nýggj.
Útgerðin hjá sløkkiliðnum tá var einki at reypa av.
- Vit høvdu nakrar fáar pumpur, tveir gamlar bilar og ein páhangarastiga, sum var 18 metrar langur. Tað tók alt ov langa tíð at fáa hann upp, tí hann skuldi vindast av tveimum monnum. Tíbetur var ongantíð brúk fyri stiganum, men vit nýttu hann í venjingum.
Í 1968 fekk sløkkiliðið sín fyrsta veruliga brandbil, ein Ford, sum tók 2000 litrar.
Annfinn Reinert minnist eina eldsløkking, tá ið hann varð brúktur, og hann virkaði væl.
- Sløkkiliðið taldi tá 20 menn, og nú eru teir 26, men sigast skal, at tá var tað ikki fulltíðarstarv at vera brandmaður.
Í 1971 vórðu teir fyrstu fýra settir í fast starv, og so við og við vórðu hinir fulltíðarsettir.

Fólkið støðist
Fleiri av monnunum í sløkkliðnum hava verið har í áravís.
- Eg havi trivist væl. Annars hevði eg ikki verið á sløkkiliðnum øll hesi árini.
Men viðhvørt var tað stríggið.
- Vit vóru ofta órógvaðir um náttina, arbeiddu alla náttina og so til annað arbeiði morgunin eftir. Ikki allir toldu tað líka væl, og hetta kravdi eisini stórt forstáilsi frá familjuni.
Tað var ógvuliga bundið, tí var eldur í, noyddust allir at leypa avstað. Soleiðis var tað bara, og eingin kundi vitað frammanundan, nær nakað hendi.
Seinni er skipanin broytt, soleiðis at helvtin av liðnum hevur frí í senn og skal ikki leypa avstað, um okkurt er.
Annfinn Reinert sigur, at áðrenn fólk søkja inn á sløkkiliðið, skuldu tey gera sær greitt, at tað óvæntaða altíð kann henda. Kunnu tey ikki góðtaka slíkar umstøður, eiga tey ikki at søkja.

Uppliva gott og ilt
Summir søkja helst til sløkkiliðið, tí tey halda tað vera spennandi.
- Men slíkt arbeiði er ikki bara dansur á rósum. Upplivingarnar eru ikki bara góðar, tí sløkkiliðsfólk koma eisini út fyri tí ringasta.
Ringar og syrgiligar ítøkiligar hendingar leggur Annfinn Reinert ikki í at tosa um.
Hann sigur tó, at hann fyri tað mesta hevur dugað ikki at tikið tað syrgiliga ov langt inn at sær.
- Sjálvandi hava vit samkenslu, tá ið fólk missa, men vit mugu duga at halda tingunum frá hvør øðrum, tí sløkkiliðsfólk skulu fyrst og fremst gera sítt arbeiði.
Tá ið ógvusligar vanlukkur av eldi hava verið, hava sløkkiliðsfólk onkuntíð fingið kreppuhjálp í boði.
Men tað hava eisini verið positivar upplivingar.
- Tað besta hevur verið, tá ið vit hava verið boðsendir, og alt er spælt væl av.
Annfinn Reinert heldur tað var sera gott, at funnið var uppá at hava árliga venjing á Landssjúkrahúsinum. Tann fyrsta var í 1968.
- Á Landssjúkrahúsinum eru altíð so nógv menniskju, og tað ræður um, at øll starvsfólkini kenna húsið.

Ein hørð uppgáva
Ein hending, sum hevur brent seg í minni hansara, er, tá ið eldur í 1973 var í franska trolaranum Le Wimereux, sum lá nakað sunnan fyri Føroyar, 40 fjórðingar úr Borðuni.
- Vit fingu boðini klokkan hálvgum átta um morgunin og fingu beinanvegin fatur á Tróndi, sum Mjolkaforsýningin átti og koyrdu pumpur, skúm, slangur og annað umborð.
Veðrið var rímiliga gott, tá ið Tróndur legði frá landi við sløkkiliðinum umborð, men veðrið bara versnaði, tað var ógvuliga óslætt, so allir menninir fingu sjóverk.
- Men vit komu fram til trolaran, og hann reyk allur, sum hann var. Teir á Tróndi royndu at fáa samband við skiparan, men teir dugdu ikki franskt, og hin dugdi ikki enskt, sigur Annfinn Reinert.
Men so kom danska tyrlan, annar maðurin dugdi eitt sindur av fronskum, og hann varð loraður niður á trolaran.
- Vit settu bát út av Tróndi í øllum illveðrinum fyri at fáa fólk umborð á trolaran, men dekkið var so kolandi heitt, at vit ikki fingu gingið á tí. Vit royndu so at pumpa sjógv umborð og høvdu nóg mikið bara við at pumpa dekkið.
Fýra menn vóru saknaðir umborð, men ikki slapst niður í skipið, har menninir vóru. Eldur var í forskipinum, og teir sprændu so nógv skúm umborð, sum teir hildu vera neyðugt.
Danska sjóverjan vildi hava franska trolaran at sigla til lands í Føroyum, men skiparin noktaði og vendi, men løtu seinni vendi hann kortini og varð lagdur á molan í Havn.
- Tá fóru vit umborð at sløkkja og at leita eftir teimum misfarnu monnunum, sum vit funnu, og skipið varð sløkt. Tað var eitt drúgt átak, frá klokkan hálvgum átta um morgunin til middags dagin eftir.

Tvær vikur út í eitt
Árið eftir var aftur ein minningarrík uppgáva.
Sandbáturin Ása II sakk á Hulki á Strondum, og sløkkiliðið í Havn fór avstað við pumpum.
- Báturin lá á botni, og vit stríddust í fjúrtan dagar, tí tað var so vánaligt veður. Eina ferð eydnaðist at fáa hana upp og binda hana, men so kom aftur illveður, hon sleit og fór aftur til botns.
Har var hon liggjandi.
- Ein bensinpumpa koyrdi í fjúrtan dagar. Gott at bensinið tá ikki var so dýrt sum nú.

Framstig eftir framstig
Eitt stórt framstig var, tá ið sløkkiliðið í 1975 fekk nýggjan tangabil, sum tók 6000 litrar. Brandpostarnir tá vóru undir jørð, og summir riggaðu illa.
Somuleiðis var tað eitt stórt framstig, tá ið fyrsti stiga bilurin við 30 metra høgum stiga kom.
- Vit hugsaðu serliga um stóru bygningarnar Landssjúkrahúsið og Hotel Føroyar, sum tá var á Kongabrúnni. Bilurin kostaði 780.000 krónur, og tað var ómetaliga nógv tá. Bilurin var ein góður tryggleiki, tí hendi okkurt, vistu vit, at vit kundu bjarga fólki.
Tá í tíðini vóru ofta boð eftir sløkkiliðnum at pumpa skip, tí træskipini vóru í so vánaligum standi. Nú er lítið av slíkum uppgávum.
Aftur fyri hevur sløkkiliðið ofta verið og pumpað olju upp av sjónum.
- Tað var nakað, sum veruliga argaði meg, men tað hendir tíbetur heldur ikki so ofta longur.
Annfinn Reinert hevur ikki gjørt sær so nógvar tankar um, hvat hann fer at gera í framtíðini.
- Men havi eg heilsuna, fari eg í hvussu er ikki at keða meg, sigur hann.