Í gjár vóru fyrstu dystirnir í øðrum umfari í Champions League bólkaspælinum. Manchester United, sum ikki megnaði at koma víðari úr bólkaspælinum í fjør, var á vitjan í Rumenia. Heimaliðið kom á odda og eina løtu mundi Sir Alex Ferguson hugsa um ringu Champions League gongdina í fjør.
Tibetur fyri skotan, so hevur hann keypt Robin van Persie í summar. Hann hevur longu átt avgerandi fótin í fleiri dystinum og tað gjørdi hann aftur í gjár.
Sigursmálið kom stutt inn í seinna hálvleik, tá wayne Rooney spældi Robin van Persie leysan.
«Bæði avleveringin og skotið er gott, tá Robin van Persie skorar sigursmálið. Tað var fantastiska væl avsluttað, sigur Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United.
Manchester United hevur fult stigatal í bólki H eftir tveir dystir.
Vælspælandi, men óhepnir danskarar
Í bólki E tók FC Nordsjælland móti Chelsea í Parkini. FC Nordsjælland spældi væl og var leikliga omaná í fyrra hálvleiki. Tá var tó Chelsea, sum skoraði tá Frank Lampard spældi Juan Mata leysan, sum skoraði.
Í seinna hálvleiki helt FCN fram at spæla væl og góðar tjúgu minuttir fyri tíð raktu teir eisini stongina. Eftir hetta vaknaði Chelsea. Fyrst langaði David Luiz eitt fríspark í stongina og inn. Stutt seinni økti Juan Mata til 3-0, áðrenn Ramires setti punktum við máli til 4-0.
«Eg eri vísur í, at FC Nordsjælland fer at fáa stig. Teir nakað hvønn dyst og fótbólturin teir spæla erg óður fyri felagið, sigur Roberto Di Matteo, venjari hjá Chelsea.
Puyol fekk álvarsligan skaða
Í bólki G heldur Barcelona fram við at vinna. Teir vunnu 2-0 á Benfica í Portugal, meðan Spartak Moskova tapti fyri Celtic. Lionel Messi legði upp til bæði málini hjá Barcelona, sum Alex Sanchez og Cesc Fabregas skoraðu.
Fyri Barcelona kom tað illa við, at liðskiparin, Carles Puyol mátti skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki. Tað sá út sum eitt ólekkurt armbrot, men í dag siga meldingar úr Barcelona, at talan bara var um at armurin fór úr lið.
Barcelona miðverjin brúkar nógv Facebook og Twitter og har hevur hann sent eini boð út, har hann sigur at hann longu er aftur í Barcelona og hevur tað gott.
Í bólki F stóð BATE Borisov úr Hvítarusslandi fyri mest óvæntaða úrslitinum í Champions League í kvøld, tá teir vunnu 3-1 á Bayern Munchen.
Champions League úrslit:
Bólkur E:
FC Nordsjælland – Chelsea 0-4
Juventus – Shakthar Donetsk 1-1
Støðan:
1. Chelsea 4(Stig)
2. Shakthar Donetsk 4
3. Juventus 2
4. FC Nordsjælland 0
Bólkur F:
BATE Borisov – Bayern Munchen 3-1
Valencia – Lille 2-0
Støðan:
1. BATE Borisov 6
2. Valencia 3
3. Bayern Munchen 3
4. Lille 0
Bólkur G:
Spartak Moskova – Celtic 2-3
Benfica – Barcelona 0-2
Støðan:
1. Barcelona 6
2. Celtic 4
3. Benfica 1
4. Spartak Moskova 0
Bólkur H:
Cluj – Manchester United 1-2
Galatasaray – Braga 0-2
Støðan:
1. Manchester United 6
2. Cluj 3
3. Braga 3
4. Galatasaray 0