Smyril Line, sigur, at í útgangsstøðinum er alt, sum tað plagar at vera umborð á Norrønu, nú corona-virus herjar - og eisini er staðfest í Føroyum. - Men, vit gera eyka nógv burtur úr at upplýsa um, hvussu [...] dent á hetta, og hetta er galdandi um alt skipið, sigur Henny á Líknagøtu. Hon vísir á, at tey umborð á Norrønu hava verið væl útgjørd seinastu árini - eisini við møguleikunum at spritta hendur, og nú heimurin [...] hendur. Henny á Líknagøtu vísir á, at tað er umráðandi, at eingin fer inn í matstovur, kaféir, barrir ella handil umborð uttan at hendurnar fyrst eru reinar og sprittaðar. - Vit hava eisini givið okkara
bólkinum. Hon er oddakvinna í bólki sínum JASMIN. - Hetta er ein stórur heiður. Tað kennist nokkso merkiligt. At vinna eina slíka virðisløn vísir, at tað er onkur, sum lurtar eftir, hvat tað er, mann ger [...] JASMIN er á gáttini. - Eg vil ikki siga ov nógv um nýggju EP'ina enn, men tað verður ein blandingur av tí gamla JASMIN og tí nýggja JASMIN, sigur Jasmin Mote. Tá hon fekk virðislønina segði hon soleiðis: [...] soleiðis: - Eg eri málleys. Eg vil takka bólkinum hjá mær fyri at fáa tað besta burturúr mær. Takk fyri allan stuðulin, øll somul, segði hon Umramt Jamin Mote vóru hesar í uppskoti til virðislønina, sum var
tað er sannlíkt, at hon verður samtykt. Uttast á Argjaboða skal ein íbúðarblokkur við 27 íbúðum byggjast í næstum. Men hesa ætlan dámar teimum, ið búgva á Argjaboða, ikki. Tey hava eisini roynt at mótmælt [...] Eingin hevur vent sær til okkara fyri at fáa greiðu á, hvat liggur aftanfyri mótmælini, og eingin ætlan er fyri, hvussu ein íbúðarbygging á Argjaboða skal bera til uttan at flyta heilar familjur úr húsum teirra [...] teirra, siga tey. Vegurin út á Argjaboða er partvís ein einvegis vegur. Tey á Argjaboða siga í skrivi, at um vegurin skal breiðkast er avleiðingarnar hesar: Familjur skulu flytast – hús takast niður Siðbundnu
dagstovn, Barnahúsið Imba. Hon sigur, at kommunan hevur arbeitt við at sóttreinsað drekkivatnið, og í hesum sambandi er nýggj leiðing løgd heim úr Fossá. - Vit fara eisini at seta reinsiverk upp úti á [...] kommunu, letur væl at gongdini í kommununi, og tað gongur eisini væl fíggjarliga við einum skattaprosenti, sum er á 19,9. - Vit hava ein góðan skúla, sum við árunum er víðkaður nokso nógv. Her er alt goldið. [...] sum er á Norðtoftum, sítt vatn sjálv. Katrin Næs ásannar, at tørvur hevur verið á viðlíkahaldi í Hvannasunds kommunu, og her hava tey fingið HJ Asfalt at asfaltera. - Vegurin út á Norðtoftir er vánaligur
segði formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag, Hans Joensen, at hann ynskti at leggja arbeiðarafeløgini í Havnini saman, men at tað helst fór at krevja, at nakrir kamelar máttu svølgjast. Vigdis Johannesen, forkvinna [...] feløgunum møttust. Tá var mín uppfatan, at ein samanlegging av feløgunum var møgulig. Vit hava ongar kamelar at svølgja, sigur Vigdis Johannesen, ið tó leggur dent á, at tað eru nógv viðurskiftir, ið mugu fáast [...] Arbeiðarafelag, kann metast sum ein roynd at lokka limirnir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag yvir til Havnar Arbeiðarafelag, sigur forkvinnan, at tað væntar hon ikki. - Vit hava vitað av hesum í eina tíð
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í samhugaskrivi í kvøld. Hon leggur aftrat, at tað er gleðiligt at síggja, at allir føroyingar hava staðið saman og veitt hjálp til tilbúgvingina á staðnum [...] standa saman, tá vanlukkan rakar. Vit vóna, at virkið skjótt verður reist aftur - til gagns fyri allar Føroyar, og vit eru til eina og hvørja tíð tilreiðar at hjálpa, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í
ætlar hon at leggja greiðar ætlanir fyri ferðavinnumenning, sum skal gerast við virðing fyri lokaløkinum. Jórun Gardar tók formliga við stjórasessinum í Visit Norðoy hin 1. juni, og hon er klár at bróta [...] Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Tað er fastland til summar av hesum, meðan tað er siglandi til aðrar. - Styrkin hjá okkum er, at vit hava seks oyggjar, sum allar hava hvør sítt at bjóða, og tað sama við teimum [...] fólk. Um vit hyggja eftir, hvat er hent tey seinastu árini, so sæst, at Føroyar avgjørt er eitt áhugavert ferðamál. Talið av vitjandi er vaksið, og uppmerksemið um Føroyar er økt. Ferðavinnan hevur tí heilt
fólkini í felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um vikuna. - Tað er gott at man soleðis kann verða við til at hjálpa øðrum, sigur Marjun, [...] Tað er týðiligt at síggja, at fólkini í kirkjukjallarinum henda týsdagin, hava roynt at sortera og pakka áður. Sjálv hevur Marjun arbeitt her í eini trý ár. Tað var rættiliga tilvildarligt at hon byrjaði [...] haraftrat við einum í móðurlívi. - Hon var í ferð við at kóka okkurt í eini grýtu. Tá vit hugdu nærri sóu vit, at eitt bein lá í grýtuni. Hon nýtti tað helst sum kraft til at gera suppu burturúr. - Men beinið
r. Av royndum veit eg, at tað altíð er fjálgt, gott og hugnaligt at vera saman við tykkum, og samstarvið okkara millum serliga á mentanarøkinum er sera gevandi og er við til at styrkja felags samleikan [...] til at bróta slóð fyri aðrar kvinnur í myndlistahøpi. Tað er tí okkum eisini ein stórur heiður, at framsýningin verður hýst her í hesum ótrúliga vøkru og snotiligu hølum í Hørpuni. Tað er vert at nevna [...] nevna, at slíka framsýning hevði hon onga, tá hon var á lívi. Tí hóast Elinborg Lützen var við á framsýningum við føroyskari list í Norðurlondum, Skotlandi og USA, hevði hon ongantíð eina framsýning, bert
fast. Og hon leggur afturat, at ein tílíkur kappróðrarbátur er ikki heilt bíligur. Spurd um hetta fer at hava nakra ávirkan á kappróðrarárið hjá felagnum, svarar Jannie, at tað dugir hon ikki at meta um [...] dregur bátin, er eisini alt grivið upp og stórir klettar gera, at tað ikki ber til at ganga har, tíansheldur at flota bátin. - Tá tað illa ber til at ganga á økinum, so kanst tú ímynda tær at skula bera ein [...] fyrr enn mitt í juni mánaði. Tá er bara hálvurannar mánaður eftir av kappingini, so tað er væl møguligt at tað fær fylgjur fyri okkara kapping, sigur hon. Hon sigur, at tey eftirhondini hava fingið nógv