- Vit hava mótmælt men eru ikki blivin hoyrd

Grannarnir á Argjaboða mótmæla ætlanunum hjá býráðnum

Í morgin skal býráðið í Havn taka støðu til eina broyting í byggisamtyktini á Argjaboða, og tað er sannlíkt, at hon verður samtykt. Uttast á Argjaboða skal ein íbúðarblokkur við 27 íbúðum byggjast í næstum. 

Men hesa ætlan dámar teimum, ið búgva á Argjaboða, ikki. Tey hava eisini roynt at mótmælt.

- Vit á Argjaboða hava mótmælt ætlanini, men eru ikki blivin hoyrd. Eingin hevur vent sær til okkara fyri at fáa greiðu á, hvat liggur aftanfyri mótmælini, og eingin ætlan er fyri, hvussu ein íbúðarbygging á Argjaboða skal bera til uttan at flyta heilar familjur úr húsum teirra, siga tey.

Vegurin út á Argjaboða er partvís ein einvegis vegur. Tey á Argjaboða siga í skrivi, at um vegurin skal breiðkast er avleiðingarnar hesar:

  • Familjur skulu flytast – hús takast niður
  • Siðbundnu neystini skulu partvís takast niður
  • Elsta pláss á Argjum, har m.a. gamli spedalsk-kirkjugarðurin liggur, skal gerast til veg.
  • Elsta húsið á Argjum – Andrasarstova, sum er frá 1853 – og húsið, sum er fast í Andrasarstovu, má takast niður.
  • Alternativt skulu húsini omanfyri vegin takast niður.

- Fyrisitingin mælir til at verkætlanin verður slept. Meirilutin í teknisku nevnd og byggi og býarnevndini velur at fara ímóti tilmælinum. Tað tykist ikki, sum um nakar hevur sett seg inn í málið. Tað undrar okkum at ein ætlan, sum hevur so stóra ávirkan á borgarar, kann fremjast uttan atlit til og uttan dialog við tey, sum í sera stóran mun vera ávirkað av ætlanini, siga tey á Argjaboða.