- Í dag hava vit samhuga og syrgja við teimum, sum eru rakt av sorgarleikinum á Tvøroyri. Vanlukkan hevur rakt allar Føroyar.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í samhugaskrivi í kvøld.
Hon leggur aftrat, at tað er gleðiligt at síggja, at allir føroyingar hava staðið saman og veitt hjálp til tilbúgvingina á staðnum, eitt nú við skipum, sløkkiliðsbilum og fólki.
- Vit standa saman, tá vanlukkan rakar. Vit vóna, at virkið skjótt verður reist aftur - til gagns fyri allar Føroyar, og vit eru til eina og hvørja tíð tilreiðar at hjálpa, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.