- Harpan verður nakað, vit føroyingar við longsli í eygunum fara at hyggja væl at komandi árini. Vit í Havn hava jú eisini okkara dreymar um eitt stásiligt konsert- og mentanarhús, og við Hørpuni hava vit frálíka fyrimynd, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í morgun, tá hann setti framsýningina av verkum hjá Elinborg Lützen í Flóa í nýggja mentanarhúsinum Hørpuni.
Her er røðan hjá Heðini Mortensen:
»Góðu íslendsku vinir og gestir her til framsýningina!
Fyrst av øllum vil eg bera fram eina hjartans tøkk fyri, at vit úr Tórshavn og úr Føroyum kunnu vera við til mentanarnátt tykkara og her sleppa at geva okkara lítla íkast.
Eg vil takka borgarstjóranum í Reykjavík, Jón Gnarr, fyri innbjóðingina, ið er enn eitt tekin um tað góða vinarlag, ið er millum íslendingar og føroyingar, ímillum Reykjavík og Tórshavn.
Reykjavík og Tórshavn eru ikki bert vinarbýir, men eisini samstarvsbýir. Av royndum veit eg, at tað altíð er fjálgt, gott og hugnaligt at vera saman við tykkum, og samstarvið okkara millum serliga á mentanarøkinum er sera gevandi og er við til at styrkja felags samleikan her í Útnorði.
Tí vit hava sum tjóð og býir ótrúliga nógv til felags. Nógvir føroyingar velja tí at taka útbúgving í Íslandi, og íslendingar taka føroyingar til sín sum teirra egnu. Hetta sæst eisini aftur í mentanarlívinum, har Eivør Pálsdóttir og Jegvan Hansen eru góð dømi um føroysk tónlistafólk, sum hava funnið teirra annað heim her í Íslandi og millum íslendingar. Tað eru vit stolt av.
Tað var mær tí eisini stórur heiður, at eg var biðin at røða fyri íslendingum í Føroyum á tjóðardegnum 17. juni i ár. Tá upplivdi eg, hvussu heitur vinaskapurin er, og hvussu væl, ið íslendingar trívast í Føroyum. Eisini teir kenna Føroyar sum sítt annað heim.
Tað er tí eisini okkum ein stórur heiður at kunna vera hjástødd, nú glarveggurin á stásiliga tónlista- og mentanarhúsinum Harpa verður vígdur.
Við íblástri úr norðlýsinum og bergtakandi náttúru tykkara hava tit fingið ein so sera prýðiligan og hugtakandi bygning, ið vónandi fer at vera til gleði bæði fyri íslendingar og vitjandi í mong ættarlið.
Sum góðir grannar vita vit av hvørjumøðrum, og eg skal ikki dylja, at Harpa verður nakað, vit føroyingar við longsli í eygunum fara at hyggja væl at komandi árini. Vit í Havn hava jú eisini okkara dreymar um eitt stásiligt konsert- og mentanarhús, og við Hørpuni hava vit frálíka fyrimynd, her hon stendur við sjóvarmálan.
Við okkum hesa ferð hava vit eina framsýning við listaverkum hjá okkara kendasta og mest viðurkenda grafikara, Elinborg Lützen.
Elinborg Lützen hevur heilt serstaka støðu í føroysku myndlistasøguni, og ofta verður hon nevnd svart-hvíti meistarin, tí hon arbeiddi eina mest og best við svørt-hvítum linolium-myndum.
Elinborg Lützen var bæði teknari og grafikari, og so sera væl lá fyri hjá henni at avmynda verur úr sagnum og ævintýrum.
Í huldusligu landsløgunum í linoliumskurðunum finnast trøll, gívrar og annað, vit kenna best úr ævintýrum og mýtum.
Hinvegin var hon eisini hugtikin av náttúruni og kundi á meistarligan hátt lýsa føroyska gerandisdagin, soleiðis sum hon upplivdi hann sum barn.
Eisini teknaði hon frímerki og myndprýddi bøkur, so sigast má, at ríku listarligu evni síni brúkti hon í breiðastu merking, har tað bar henni til.
Á hesi framsýningini koma tit at síggja eitt breitt úrval av svørt/hvítum prentum, sum Elinborg Lützen hevur skorið í linolium og handprentað á tunt japanpappír.
Myndaevnini eru grundleggjandi tvey, har hon í øðrum í samsvari við góða føroyska hevd tulkar hús og landslag.
Í hinum hevur hugflogið frítt at fara, og burtur úr tí vaksa spennandi myndir fram, sum heilt niður í smálutir leiða okkum inn í ein gandaðan og ókendan heim.
Elinborg Lützen var fødd í 1919 og andaðist í 1995. Seinastu ár síni, tá hon búði í Havn, livdi hon burturav sum listakvinna.
Frá 1978 fekk hon sum fyrsta kvinnan nakrantíð løgtingsins serligu heiðursgávu, ið var sett á stovn í 1951. Elinborg var upp á sín máta við til at bróta slóð fyri aðrar kvinnur í myndlistahøpi.
Tað er tí okkum eisini ein stórur heiður, at framsýningin verður hýst her í hesum ótrúliga vøkru og snotiligu hølum í Hørpuni. Tað er vert at nevna, at slíka framsýning hevði hon onga, tá hon var á lívi.
Tí hóast Elinborg Lützen var við á framsýningum við føroyskari list í Norðurlondum, Skotlandi og USA, hevði hon ongantíð eina framsýning, bert við egnum verkum. Tað fær hon nú her í sjálvari Hørpuni á mentanarnáttini í Reykjavík.
Vónandi kann henda serstaka og hugvekjandi framsýning vera tykkum øllum til stóra gleði, og tað er mær ein æra við hesum fáu orðum at seta framsýningina.«
Heðin takkaði at enda Ogga Lamhauge fyri at skipa framsýningarnar, takkiði sendiharranum Hákun Djurhuus góða góða fyriskipan og Guri Hansdóttir fyri góðan sang og spæl.