Henny á Líknagøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line, sigur, at í útgangsstøðinum er alt, sum tað plagar at vera umborð á Norrønu, nú corona-virus herjar - og eisini er staðfest í Føroyum.
- Men, vit gera eyka nógv burtur úr at upplýsa um, hvussu umráðandi tað er at fylgja almennu leiðreglunum í hesum sambandi. Hetta er galdandi bæði fyri starvsfólk og ferðafólk. Vit hava altíð havt stórt fokus á reinhald, men nú hava vit langt enn størri dent á hetta, og hetta er galdandi um alt skipið, sigur Henny á Líknagøtu.
Hon vísir á, at tey umborð á Norrønu hava verið væl útgjørd seinastu árini - eisini við møguleikunum at spritta hendur, og nú heimurin verður herjaður av corona-virus, er sjálvandi alt beint við hondina umborð. Við uppaftur størri og meira umfatandi kunning nú enn áður verða bæði ferðafólk og starvsfólk allastaðni umborð mint á at vaska og spritta hendur.
Henny á Líknagøtu vísir á, at tað er umráðandi, at eingin fer inn í matstovur, kaféir, barrir ella handil umborð uttan at hendurnar fyrst eru reinar og sprittaðar. - Vit hava eisini givið okkara starvsfólkum umborð á Norrønu boð um at fylgja almennu leiðreglunum í samband við illgruna um smittu.
Hon sigur, at skuldi tað verið onkur av starvsfólkunum, sum hevur verið í økjum, har smitta er - og tey síðan fáa sjúkueyðkenni sum minna um eyðkennini við corona-virus - skulu fólk í fyrsta lagi vera verandi í landi.
Marknaðarleiðarin vissar um, at bæði skipari og manning umborð á Norrønu hava eina tilbúgving, sum er til reiðar, um tað skuldi hent, at fólk, sum eru umborð, vísa sjúkueyðkenni sum minna um corona-virus.
- Manningin veit akkurát, hvat tey skulu gera, um slíkt verður aktuelt, sum vit sjálvandi vóna, at tað ikki verður. Fólk, sum skulu við skipinum, spyrja, og tá mugu tey sjálvsagt fáa eitt haldgott svar, leggur hon aftrat.
Henny á Líknagøtu vísir á, at Smyril Line longu nú hevur selt ein stóran part av tí, tey plaga at selja í Evropa til ferðir við Norrønu í summarhálvuni. Talan er serliga um ferðafólk úr Týsklandi, Hálandi og Fraklandi, sum ætla sær henda vegin. Umleið helmingurin av hesum gera sína ferð í Føroyum burtur av, meðan hin helmingurin fer víðari til Íslands.
Men, eisini tey, sum fara til Íslands, fáa tríggjar dagar í Føroyum. Tey, sum velja Føroyar sum høvuðsferðamál, eru skandinavar, norðmenn, danir og sviar. Hon ásannar, at tað eru nógv ferðafólk, sum ringja og spyrja seg fyri, hvussu støðan er, og tað eru eisini tey, sum spyrja, hvat hendir, um tey nú avlýsa. Hetta er galdandi fyri fólk, sum longu hava keypt sær ferðaseðil, men sum eru í iva um, hvat tey skulu gera.
Henny á Líknagøtu ásannar, at tey hava merkt eina ávísa stagnatión í søluni seinastu tíðina. - Jú, vit merkja ógvuliga væl, at sølan er stagnerað. Tað vísir seg nevniliga, at fólk, sum ikki hava bílagt, hava í løtuni lítlan hug at skunda sær. Mong halda ivaleyst, at tað ger einki, um ætlaða bíleggingin bíðar einar tríggjar, fýra ella fimm vikur, leggur hon aftrat.
Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í dag - fríggjadagin - er serblað um corona-virus, og her er eisini ein longri samrøða við fyrsta føroyingin, sum gjørdist smittaður og staðfestur positivur, men sum tíbetur ikki hevur havt tey stóru árinini av corona-smittuni.