varhugan av, at tey heldur vilja keypa dygdarvørur og tílíkt, sum tey hava brúk fyri, sigur Karin Meyer, sum heldur, at sølan hetta árið sum heild er hevur verið størri enn í fyrrárið. Poli Persson, stjóri [...] eina kaffimaskinu fyri 200 krónur, velja tey í dag heldur eina, sum kostar 500 kronur, sigur Mads Andreas Winther. Elding hevur nógvar vørubólkar at bjóða, sum kosta frá 200 og upp í fleiri túsund krónur [...] í ár, í mun til í fjør. Fólk hava kortini meira pening um hendi í ár, men eg hugsi, at tey nú fara at keypa húsbúna, bilar og tílíkt, sum hevur ligið á láni seinastu árini, sigur Schumann Hjaltalin.
er alt ov seint at fáa pensjónina 23. desember, eisini hjá teimum, sum búgva við eitt høvuðsposthús. ? Tað er næstan tað sama sum at siga, at tey fáa ikki pensjónina fyrrenn eftir jól. ? Tí tað vil siga [...] einasta dag at avgreiða øll síni jólaørindi, at taka pengirnar út, og t.d. at keypa jólagávur, umframt at keypa tað, sum annars skal til fyri at fáa eini hugnalig jól. Tó er tað púra vist ongin sum helst [...] hevur fyribils hevur tikið formanssætið í fíggjarnevndini, eftir at Jørgen Niclassen, sum var formaður, tók við sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum í gjár. Hann sigur, at hann er skelkaður av hesum tíðindum
verið hildnir í vinnunevndini, er, at summi mál, sum liggja í nevndini, nú eru í vanda fyri at fella fyri tíðarfreistini. Mál, sum eru løgd fyri tingið, og sum verða beind í nevnd, skulu verða viðgjørd løgd [...] fyri tingið aftur, áðrenn 30 dagar eru farnir. Eitt mál, sum er í vinnunevndini, og sum Henrik Old hevur serligan áhuga fyri, er uppskotið sum javnaðarflokkurin legði fyri tingið um at játta djúpvatns [...] tí tað hevði órógvað viðgerðina. Hann sigur eisini, at tað er trupult at halda nevndarfundir sama dag, sum tingfundir eru. Og tað verður tingfundur alla hesa vikuna og í komandi viku er ætlanin at fara
Tá hann kom inn í Kambsdal kom ein hvirla og hon skrikti so fast í bilin at hann mundi farið sama veg, sum hin bilurin. - Eg fór inn í Kambsdal at hyggja hvat var hent og tað var um eitt hangandi hár, [...] mein. Men tað var um hár gjørt, at ikki størri óhapp spurdist burtur úr. Løgreglan í Runavík fekk, sum eisini rætt er boð um óhappið í Kambsdali og ein løgreglumaður varð eisini sendur inn at gera frágreiðing [...] í Runavík Har er so heilt øgiliga vindhart. Har er ein kilometur frá fjósinum og inn á Brúnarenni, sum er so øgiliga vandamikið, at fólk gera best við ikki at koyra har um leiðir í slíkum veðrið, leggur
órealistisku lønarkrøv? - Endamálið er at vísa á tann veruleikan, sum er í dag, og taka støði í hesum undir samráðingunum. Vit mugu tosa út frá tí, sum er hent og hava tað í huga. Soleiðis hava vit eitt ógvuliga [...] verður at fáa eina nýggja lønarskipan. Sum nú er hava vit 40 lønarflokkar og 90 stig. Tað sum vit ynskja er m.a. at taka allar flokkar burtur og einans hava 40 stig, sum so verða tengd at starvslýsingum. Hetta [...] tað vit gera. Við at vísa á tann veruleikan, sum limir okkara hava verið fyri gjøgnum kreppuárini. - Kanningar okkara vísa, at tað er føroyski løntakarin, sum hevur goldið fyri kreppuna, og tí er tað bara
tann, sum í løtuni fer inn í eitt djúpt orðaskifti um hesi viðurskifti, hevur ikki neyðugar upplýsingar tøkar til at vera á einum nóg tryggum grundarlag til at føra hetta tjak. Hann sigur hetta sum eina [...] hevur nakað at taka støðu út frá. Og tað hava vit ikki í dag. Løgmaður vísir á, at hann so oftani hevur sagt, at man brúkar kreftir uppá nakað, sum ein fyrst skal brúka orku uppá, tá tíðin er búgvin til [...] politisku viðgerðina í Tinganesi, sum skal til. -Sær tú fyri tær, at úrslitið av tí viðgerðini kann blíva, at tað t.d. ikki ber til at fara undir at minka um blokk eftir tí ætlan, sum lagt hevur verið upp til?
Sjálvandi hevur hetta hjálpt bólkunum, sum sleppa undan meirvirðisgjaldinum og teir bólkar, ið hava fingið frítt mvg stuðli eg av fullum hjarta, men nú haldi eg at Løgtingið eigur at fara víðari, tí tað [...] fyri smáhandlarnar í Føroyum og nógvir av hesum handlum eru farnir á húsagang og eru als ikki til í dag. Vit at lækka meirvirðisgjaldið kemur tað øllum bólkum til hjálpar og tað kann eisini føra til at nakrir [...] eykagjaldi. Eg kann taka eitt dømi innan amboð, har ein fakturi hevur fleiri síður av ymiskum vørum, sum hvør skal bólkast fyri seg. Taka vit skrúvubløð og skiftilyklar, hava tey hvør sítt nummar og ein fastur
landið er stórt, men so aðrar dagar kennur tú tað eins lítið sum eitt dism úti í tí stóra bláa havi. Hugsið tykkum aftur til bóndasamfelagið, sum jú var eitt aldargamalt samfelag. Tað hevði hvílt í sær sjálvum [...] síðani hetta hendi. Bóndasamfelagið var fleiri hundrað ára gamalt, og hevði røtur fleiri túsund ár aftur í tíðina. Ofta verður havt á munni, at tað gongur skjótt? og so hetta keðiliga orðið, sum tú hoyrir [...] tað. Gongur tað skjótt? Nei, tit tað gongur ikki so skjótt, sum vit halda. Vit hava enn ikki funnið stevið í fiskivinnuni. Ein loysn er í dag, ein onnur í morgin og í ovurmorgin er ein nýggj loysn fyri
ítróttargrein. Tað, sum hevur sermerkt ÍF í ár fram um onnur ár er, at teir hava fingið sum mest burtur úr tí stóru breidd, sum er á liðnum. Tað man ikki vera felag í landinum, sum hevur so góðar spælarar [...] vikuskiftinum var ÍF einasta liðið, sum hevði vunnið allar sínar dystir og tað vóru teir eisini eftir dystin móti Fram. Teir vunnu ein greiðan 3-0 sigur á havnarmonnum, sum annars vóru mettir at hava ein av [...] tað var enntá so greitt sum tað kundi. 3-0 og settsigrarnir hjá ÍF vóru rættuliga greiðir má sigast. 15-8, 15-6 og 15-2 til ÍF, so har var ongantíð nakar ivi um hvør tað var sum átti dystin. ÍF er væl fyri
000 kr. Aftrat samsýningini fáa tingmenn eitt árligt kostnaðarískoyti, sum er endurgjald fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum løgtingsmaður. Tó er tann broyting gjørd, at kostnaðarendurgjaldið umframt [...] tí, sum nevnt er omanfyri, kann gerast tann niðurstøða, at løgtingsarbeiðið er so nógv økt, broytt og krevjandi, at løgtingsmenn muga hava løgtingsarbeiðið sum fulltíðarstarv ella í minsta lagi sum høvuðsstarv [...] samsýntur á sama hátt sum løgmaður, og skal hann - eins og løgmaður og landsstýrismenn - leggja onnur størv frá sær. Tvs, at frá 1. januar skal løgtingsformaðurin lønast í 40. lønarflokki, sum er góðar 36