Jan Müller
Anfinn Kallsberg sigur, at tann, sum í løtuni fer inn í eitt djúpt orðaskifti um hesi viðurskifti, hevur ikki neyðugar upplýsingar tøkar til at vera á einum nóg tryggum grundarlag til at føra hetta tjak. Hann sigur hetta sum eina viðmerking til orðaskiftið í m.a. sjónvarpssendingini ?Krosskast? um fullveldi og búskaparliga partin av tí.
Hvat heldur løgmaður um tað, sum ávikavist Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard førdu fram í Krosskasti. -Eg veit ikki, men viðvíkjandi tí búskaparliga, so eru báðir tveir líka langt úti á ?glattísi?, tí teir hava báðir tveir eins og eg einki grundarlag at viðgera tað út frá.
Annars vóru teir kanska nokk so samdir um endamálið men ikki um, hvussu langt tú kemur til at røkka endamálinum.
Skeiv at seta tøl og áramál á
Undir orðaskiftinum kom fram, at búskaparfrøðingar halda, at blokkurin kann avviklast eftir fimm árum. Hetta heldur løgmaður vera burturvið at taka upp.
-Hvørjar fortreytir hevur man til at siga, at tú kanst tillaga búskapin eftir fimm árum, ella fyri tað trimum ella tjúgu? Tú hevur ikki nakað grundarlag undir at hava hatta orðaskiftið, og tí má eg endurtaka, at tað er spill av orku og kanska dyrkan av einum trupulleika at hava eitt orðaskifti á einum so spinklum grundarlag.
Høgni Hoydal hevur nú sett fleiri nevndir og annars givið teimum ymsu stýrunum tvs. tí almenni umsitingini boð um at útvega tilfar í sambandi við útgreiningararbeiðið. Vit spurdu løgmann, um vandi ikki er fyri, at tann almenna umsitingin við hesum verður rættiliga ovbyrjað, soleiðis at gerandismálini fara at koma í aðru røð!
-Eg haldi tað er rætt at fara undir hesar kanningarnar, men eg skal lova fyri, at landið verður ikki lagt lamið av teirri orsøk. Her verða nógvar uppgávur hjá umsitingini at taka sær av komandi tíðina, og har verður ikki helmað í heldur. Løgmaður nevnir her fleiri av týðandi málunum, sum landsstýrið saman við umsitingini skal avgreiða. Her er talan um samráðingar við onnur lond, bæði um landgrunnsmark, fiskimark, handilssáttmálar og alt møguligt annað.
-So tað er heilt víst, at vit brúka kreftirnar soleiðis, at vit so sanniliga eisini fáa nøkur úrslit, sum koma samfelagnum til góða skjótast gjørligt.
Men hvat sigur løgmaður og formaður fólkafloksins til, at hansara egnu menn á tingi, Bjarni Djurholm og Óli Breckmann í viðgerðum í tinginum seta kílar í fullveldispolitikkin hjá tjóðvelisflokkinum ella í hvussu er hava lyndi til at sláa hann upp í glens og gera gjøldur burtur úr honum?
-Tað er sama svarið. Trupulleikin er tann, at man sigur: hvar er tann búskaparligi parturin í hesum, áðrenn man fer undir eitt orðaskifti. Eg hevði sagt, at orðaskiftið á tingi um grundlógarnevndina skuldi bert snúgva seg um at seta hasa nevndina. Og so punktum. Ein fer ikki út í eitt orðaskifti um búskaparligar og stýrisskipanarligar spurningar, uttan at tú hevur nakað at taka støðu út frá. Og tað hava vit ikki í dag.
Løgmaður vísir á, at hann so oftani hevur sagt, at man brúkar kreftir uppá nakað, sum ein fyrst skal brúka orku uppá, tá tíðin er búgvin til tess.
-Merkir hetta, at stevið í Tinganesi ikki er so gott?
-Stevið er gott. Har verður hatta ikki umrøtt, og eg tími heldur ikki at gera tað í tinginum. Men vit eru samdir um at seta hesar bólkarnar og hvat teir skulu gera. Og tá úrslitið av teimum fyriliggur, so skulu vit nokk taka ta politisku viðgerðina í Tinganesi, sum skal til.
-Sær tú fyri tær, at úrslitið av tí viðgerðini kann blíva, at tað t.d. ikki ber til at fara undir at minka um blokk eftir tí ætlan, sum lagt hevur verið upp til?
-Hatta er ein hypotetiskur spurningur. Eg síggi einki fyri mær, fyrr enn eg síggi tølini.