positiv og so vitandi. Tað fekst altíð nógv burtur úr at vera saman við Petru. Hon var ættað úr Syðrugøtu, dóttir Julionnu og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Hetta var eitt hús við hjartarúmi, har pláss [...] farin. So tað kann sigan, at ein “epoka” í Havn er endað. Vit bæði kendust sum gøtufólk í Havn, sum eisini búði stutt frá hvørjum øðrum í miðbýnum. Ofta kundi okkurt vera at spyrja um, bæði í samband við [...] um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera hugnaligt. Tað verður saknur í Petru, men vit kunnu øll vera fegin um, at vit kundu hava hana so leingi okkara millum
havt tað til felags, at vit onga ólavsøku hava lagt burturímillum í meira enn hálva øld. Kenslan av at vera niðri í býnum til høgtíðir, stevnur og vanlig vikuskifti er óloysiliga knýtt at hjáveru Frelsunarhersins [...] sum tikið verður til. Og vit mugu staðfesta, at grundleggjandi tørvir mugu nøktast, fyri at røkka menniskjum við tí góða boðskapinum. Tann svangi fær at eta. Tann kaldi fær hita, og tann nakni verður [...] blásandi sálmin "Breiðið krossins merki út" oman á Vaglið, og mann kendi seg upplyftan og sum part av hægri eind. So mong okkara hava upplivað og ruddiliga staðfest, at hjá Frelsunarherinum lekur ikki millum
hennara Zakaris var beiggi Hjalmar. Mamman, Inga, var deyð, og tí kom Ingibjørg at vera hjá teimum. Tað man vera sjáldan, at nakar hevur sæð so góðar systrar, sum tær báðar. Tær arbeiddu saman, og sást onnur [...] ein liður í hesum at hjálpa fólki at finna oman í Daells Varehus, har føroyingar annars kendu seg sum heima! Margretha og tey fóru í holt við eitt átak, so tað kundi gerast møguligt at dialysusjúklingar [...] Havn. Víst er tað nakað síðani, at vit hittust, men tað kundi vera av tilvild. Men hendan dagin hoyrist andlátið av Margrethu í útvarpinum. Og kundi tað veruliga passa, at hon var 85 ár? Hon sum altíð virkaði
bara hyggja at tær, so visti eg, at nú tímdi tú ikki meir hatta fjasi við antin at halda rætt í blýantinum ella at skriva innanfyri linjurnar. Og tað var í lagi, tí tú vart mentur heilt fantastiska nógv [...] gjørligt var at stuðla tær í tíni skúlagongd. Tað er alla æru vert. Tað varð tungt at fara í skúla aftur mánamorgunin eftir. Tí tað var so óveruligt og óskiljandi, at tú ikki skuldi koma aftur og vera saman við [...] fert altíð at vera ein sólstrála í mínum minni- ein raskur, djarvur, hugagóður og fittur næmingur. Við hesum orðum fari eg at takka tær fyri mangar minniligar løtur í álvara og gaman. Eg vóni, at tú ofta
nevnliga, at hann mest sum lýsti av lívsgleði. Abbi hevði verið ússaligur nakrar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okkum vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frískur [...] svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumrini í Føroyum sum barn, koma minnini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stórur partur av teimum [...] arbeiðið hjá abba, men ongantíð lat hann okkum børn tað vita. Umframt, at traktorurin hjá abba gjørdi, at mær ongantíð vantaði børn at spæla við sumrini í Føroyum, so hjálptu mjólkineytini hjá abba eisini
hendi. Eg havi sæð í onkrum blað, at teir góðu Harranum Jesus æruna fyri, at teir sloppu við lívinum. Seinni keyptu teir nýggjan bát, ein 80-tonsara, men tá fór fiskaríið at minka í Eystursjógnum, og seldu [...] Skopun, við hesum snotuliga 50-tonsara. Síðan fóru teir í Eystursjógvin at fiska. Tummas, elsti beiggin, og Heðin skiftust um at føra bátin saman við hinum Klettabeiggjunum og væl gekk við fiskaríðinum [...] tann bátin. Undir arbeiði av troli, fekk Heðin ein trukk oman yvir seg og fekk stóran skaða. Tá hann var komin fyri seg aftur, fór hesin pressari at læra til elektrikkara, og bleiv tað arbeiði hjá honum til
og takk fyri at vit kendu hann. Vit vita, at tað ikki er lætt, men hvussu svert tað er, vita vit ikki. Vit roynan at vera fitt og hjálpsom, men vita at saknurin er so stórur so stórur, at vit skilja tað [...] Suðuroyar. Deiligt at vera hvør sær, tí tann seinasta tíðin hevði verið so strævin. Mamma og Emil vóru so nógv hjá Herlufi og vitjaðu. Vit bíðaðu bara, til hann bleiv frískur, nú fór tað ikki at vera so leingi [...] og vit vita ikki meira enn at vera har og vera góð við teg. Lítla Emmy Bjarta saknar hann ikki enn, men vit lova, at vit skulu fortelja henni um Herluf, hennara pápabeiggja, ið var eitt so gott og pent
Eyrgøtu. Hetta var stutt eftir at síðsta hond var løgd á neystið, og eg mátti koma við oman at skoða verkið, sum hann við hepnari hond hevði fríðkað. Hann gleddist eisini um, at børnini trivust væl í neystinum [...] sjálvt um vit hava trupult við at síggja nakað ljós fyri framman, og vit hava trupult við at skilja, at tað er ein meining við øllum hesum, so vita vit innast inni, at sorgin og kenslur sum vreiði, órættvísi [...] vísir, at tit eiga ómetaliga nógvar vinir nógvastaðni frá, sum eisini syrgja við og hugsa um tykkum. Tað er fløvandi, at so nógv vilja vísa samkenslu og eg veit, at tit í sorgini høvdu yvirskot til at gleðast
teg, at tú fekk hárið rullað upp, og at tú fekk tína varrastift á og ikki at gloyma alt títt gull, ja, ein kann ikki siga annað enn, at tú var ein sonn Dama. Eg eri glað fyri, at eg náddi at vera heima [...] hava havt gleðina at kenna teg, kunnu vera samd við mær í, at omma altíð sá gott út í sínum fínu kjólum og pelsum, og við síni varrastift, ið hon aldrig kundi vera fyri uttan. Sjálvt nú at enda, tá tú lá [...] fyri mær er, at tú altíð var ein "Dama" við stóra D, tú gekk jú nógv upp í, hvussu tú sá út. Altíð skuldi hárið setast og sminkan síta perfekt, hóast tú bara skuldi oman at keypa. Eg haldi, at øll, sum hava
vóru lýggj og still. Tað var tíðin tá fólk enn dugdu at ganga á egnum beinum. Aftaná nátturða fóru fólk at spáka sær ein túr, heim gjøgnum býin, oman á Kongabrúnna og niðan aftur. Heilsast, biðja góðan [...] grasi. Longur úti varð steðgað á, vit hugdu at nýggja stálskipinum, sum Kjartan Mohr var farin at byggja. Hans Jákup hevði longu verið til skips, og visti at fortelja um tað strævna fiskimannalívið. Longu [...] hann segði bara: ?Hygg, er hatta ikki flott?? Vit fóru báðir niður at lesa í 1962, og báðir vóru vit so hepnir at sleppa inn á Garð at búgva. Tað varð gott uppá fleiri mátar. Har búðu framman undan nakrir