Til minnis um Herluf Hermansen

19/5 - 1966 - 5/4 - 2009

Tungt og svart var tað, tá mamma ringdi runt til okkum og segði tey syrgiligu boð, at Herluf ikki var millum okkum meira. Páskaferian var byrjað, og vit vóru farin at ferðast. Tað skuldi vera ein deilig feria. Ester var hjá ommu í Sund, Oddmar hjá fastir og Viktor Hermann skuldi til Suðuroyar. Deiligt at vera hvør sær, tí tann seinasta tíðin hevði verið so strævin. Mamma og Emil vóru so nógv hjá Herlufi og vitjaðu. Vit bíðaðu bara, til hann bleiv frískur, nú fór tað ikki at vera so leingi til hann bleiv tann sami, sum áðrenn hann bleiv sjúkur. Herluf hevði jú verið sjúkur í næstan tvey ár, og tað gekk so gott. Herluf kom heim til jólar og var so glaður og tímdi at spæla við okkum, næstan líka sum aðrenn hann bleiv sjúkur. Hann fór so til Danmarkar aftur, og kom heim beint aðrenn hann skuldi blíva pápabeiggi fyri fyrstu ferð. Lítla Emmy Bjarta kom so 12 februar. Hann fekk 7 vikur saman við henni. “Hon er ein sólstrala sum mann ongantíð fær nokk av” segði hann um hana.

Vit minnast so væl, fyrstu ferð vit skuldu møta Herlufi. Vit vóru bjóðað í føðingardag hjá honum. Hann fylti 39 ár. Vit vóru spent, tí mamma og Emil høvdu fortalt um hendan beiggjan hjá Emil og vit hildu, at hann mátti vera mega cool. “Beiggji mín,” plagdi Emil at fortelja, “hann er ein ordiligur rockari, hann trummar, sjálvt um hann ikki situr aftan fyri trummurnar, og hann sigur diggi diss. Hann dugir at koyra trumlu, hann dugir at spreingja dynamit, og so er hann mega klókur við telduni”. Alt hetta ljóðaði sum ein dreymur í barnaoyrum, so summarfuglarnir flaksaðu runt í búkinum, tá vit fóru inn. Og gita um hann ikki var tann søtasti og fittasti rockari í verðini. Tók ímóti okkum við einum stórum smíli, og tær stóru krúllurnar flaksaðu aftur og fram, “HEY, vælkomin í mín føðingardag,” segði hann. Vit vóru so glað, tí alt, ið Emil hevði fortalt, passaði og meira afturat. Hann var bara ein super glaður, fittur og coolur fýrur. Og so hevði hann biðið Emmy ommu gjørt eina mega lagkøku við nógvun góðum ímillum og bollar – og so tað besta – ein stór pizza stóð mitt á borðinum. Ein ordans barnaføðingardagur, sjálvt um hann fylti 39 ár. Eitt av nógvum, ið var super við Herluf, var at hann bleiv sum vit, tá hann var saman við okkum, kanska hann var Petur Pan.

Minnini saman við Herlufi eru so nógv, men tey bestu eru í summarhúsinum á Oddanum. Sum oftast vóru Emmy, Bjarki og Herluf farin til Danmarkar aðrenn vit. So tá vit komu til summarhúsið, var Herluf altíð tann fyrsti ímóti okkum. Hann kom við einum kaffikoppi í hondini og við einum smíli, øll fingu eitt klemm. So byrjaði summarferian, fyrst at spæla á plenuni og so seinnri ein túr oman á strondina. Túrarnir saman við Emil og Herlufi oman til skipið ið liggur á strondini og rundtúrarnir við summarhúsið á økinum hava givið okkum nógv. Minnast væl ein túr har teir lærdu okkum hvar demokrati var. Teirra hugflog var so vítt, at vit kláraðu ikki altíð at fylgja við.

Ein hending, ið stendur heilt klár hjá okkum, er tá ið Oddmar fylti otta ár. Dagin aðrenn vóru Herluf og Emil eitt sindur løgnir, tosaðu ikki hart og tá vit komu til teirra, tagdu teir. Mamma segði, at tað teir tosaðu um var vaksnamannatos, so vit skuldu ikki at spyrja. Dagurin kom og Oddmar hevði føðingardag, og vit ótu góðan morgunmat, men Herlf kom ikki upp. Emmy omma bað okkum ikki vakja hann. Tað ið so klokkan var eitt, komu gestirnir úr Keypmannahavn og Emmy omma vakti Herluf. So hugnaðu vit okkum. Tá friður var komin á øll,okkum og gestirnir reisti Herluf seg upp og segði, at hann hevði fingið eitt bræv fra einum vatri, og hetta førdi so til eina skattajakt. Vit runnu runt á plenuni eftir hesum skattum og upp í trø undir blommutræið og blágrannin hjá Bjarkabba, alt hetta hevði Herluf skipa fyri. Nú skiltu vit, hvat mamma meintvið, tá ið hon segði, at teir tosa vaksnamanntos, teir løgdu planir til skattajaktina. Herluf hevði sitið uppi tað mesta av náttini og skriva á telduna, printa, og klipt so hann kundi leggja hesur ymiskir skattar út. Vit vita, at hann sat við sínum koppi framman fyri telduna. Tá var hann tann Herluf honum dámdi at verða.

Mamma hevur ofta sagt “Eg eigi tríggjar tánnáingar”, hetta var oftani um kvøldið, tá ið práti hjá Herlufi og Emil fór í gongt, tí Ester fangaði eisini teirra fantasi um veruleikan, og so koyrdi práti. Vit onnur sótu bara og hugdu og royndu at fylgja við, men sum oftast skiltu vit einki. Láturin var nógvur, og oftani fóru tey upp at keglast, men altíð vóru tey blivin mild aftur, aðrenn tey fóru hvør til sítt.

Tað stuttligasta minni um Herluf er tað hann spældi kitlimaskinan saman við okkum. Hann kom rennandi eftir okkum í inniskón og kaffikoppi í hondini, og tá hann so fangaði okkum, kitlaði hann okkum, til vit sluppu leysir aftur.

Minnini eru so nógv og góð, men spurningarnir eru so nógvir. Eitt sum vit ikki skilja, er tá vit síggja Emmy Bjartu simílast, og Herluf ikki kann síggja hana vaksa upp saman við okkum. Hví tók Gud hann mamma, spyrja vit oftani, og mamma sigur, at tað er kanska tí, at Gud hevði brúk fyri einum trummislagara og hvør er betri enn Herluf aftan fyri trumminar.

Emmy og Bjarki (omma og abbi) takk fyri tað tit fingu við Herlufi, og takk fyri at vit kendu hann. Vit vita, at tað ikki er lætt, men hvussu svert tað er, vita vit ikki. Vit roynan at vera fitt og hjálpsom, men vita at saknurin er so stórur so stórur, at vit skilja tað ikki.

Emil, at missa ein beiggja og tað einasta sysktin mann hevur, tað duga vit ikki at ímynda okkum. Vit vita at tit ikki bara vóru beiggjar , men eisini bestu vinir. Saknurin hja tær er nógvur, og vit vita ikki meira enn at vera har og vera góð við teg.

Lítla Emmy Bjarta saknar hann ikki enn, men vit lova, at vit skulu fortelja henni um Herluf, hennara pápabeiggja, ið var eitt so gott og pent menniskja. Hvussu hann tosaði, og hvat honum dámdi. Vit skulu fortelja alt vit vita, so hon skal koma at kenna hann á tann hátt.

Vit vilja enda við einar yrking, ið er á enskum, og tað var eitt mál, ið Herluf bæði skilti og dugdi væl at tosa:

They say that hearts don't break God.

But that's not always true.

The day you took our Herluf away

You broke our hearts in two.

Look around your garden Lord,

He won't be hard to find,

He has a face thats full of love

And a heart thats good and kind.

Tell him that we love him

And when you see him smile,

Put you arms around him Lord

And hold him for a while.

We will always love and miss you Herluf


Ester,Viktor Hermann, Oddmar og Emmy Bjarta