var mær tí eisini stórur heiður, at eg var biðin at røða fyri íslendingum í Føroyum á tjóðardegnum 17. juni i ár. Tá upplivdi eg, hvussu heitur vinaskapurin er, og hvussu væl, ið íslendingar trívast í Føroyum [...] r. Av royndum veit eg, at tað altíð er fjálgt, gott og hugnaligt at vera saman við tykkum, og samstarvið okkara millum serliga á mentanarøkinum er sera gevandi og er við til at styrkja felags samleikan [...] til at bróta slóð fyri aðrar kvinnur í myndlistahøpi. Tað er tí okkum eisini ein stórur heiður, at framsýningin verður hýst her í hesum ótrúliga vøkru og snotiligu hølum í Hørpuni. Tað er vert at nevna
Steypafinala Alt bendi á, at tað fór at eydnast VB at endurvinna steypakappingina hjá kvinnum, men so var ikki. Tað var tí væl skiljandi, at leikararnir hjá VB hingu við høvdinum eftir dystin leygardagin [...] febrilskar. Nú er so bara føroyameistaraheitið eftir at spæla um, hvussu verður við tí? - Ja, tað fara vit í hvussu so er eftir. Vit ætla okkum so heilt vist at endurvinna meistaraheitið. Í næstseinasta leikumfari [...] ið gekk galið? - vit megna ikki at halda høvdið halt. Vit hava ov nógvar nervar, og tá ið tær koma fyri seg, missa vit konsentratiónina, og tað straffa tær. Vit royndu at koma aftur, men tað var ikki nóg
Tær báðar fara at røða um møguleikarnar fyri samstarvi. Møguleiki verður hjá foreldrum at spastiskum børnum at hitta Lillemor Jernquist og at fáa at vita, um tey høvdu fingið gleði av at vitja skotska [...] soleiðis, at tey sjálv verða før fyri at venja við sínum børnum, og at øll gerðarmálini í gerandisdegnum antin tað er at fara túr, eta, klæða tey, ella at handfara tey á annan hátt, verða gjørd við venjing fyri [...] sæð, hvussu eldhugað øll eru, tosað við onnur foreldur, ommur og onnur, sært tú, at tað loysir seg og at børnini veruliga verða hjálpt. Har koma børn, sum ikki duga at lyfta høvdið, men sum koma at ganga
og um allan heim. Men, hvussu metir Jenis av Rana, at Føroyar eru fyri at taka ímóti flóttafólkum? - Okkum tørvar at skipa arbeiðið, men hetta má ikki gerast ein koddi fyri einki at gera her og nú. Hóskandi [...] Ert tú fyri, at Føroyar taka ímóti flóttafólkum? - Eg eri sjálvandi fyri, at vit skulu hjálpa, har neyðin rakar, herundir veita teimum hjálp, sum eru rikin frá húsi, heimi og kanska enntá heimlandi sínum [...] sjálvi æruna fyri, at so er. Tað kundi eins væl verið vit, sum vóru flóttar, og ein dag verða tað kanska eftirkomarar okkara, sum hava tørv á hjálp annara. Jenis av Rana vísir á, at vit føroyingar ongar
Andstøðan hevur avtalað, at vit fara at royna fyrst av øllum, og so gangi eg út frá, at samgonguflokkarnir síggja ein møguleika, um tað ikki gongur, og at tað so kann blíva ein breið semja millum flokkarnar [...] greitt, at Bárður á Steig Nielsen hevur fingið samráðingarrættin at skipa nýggja samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Í tíðindunum á FM1 spurdi Árni Gregersen hann, hvussu tað bar [...] hava sitið saman bæði í gjár og í dag, og ætlanin er aftur at hittast í morgin. Lurta eftir innslagnum, sum var í tíðindunum á FM1 klokkan 17, við at trýsta á pílin undir myndini.
Havn hevur áður sagt, at Havnin er ivaleysa stór, men nú hevur hann eftir øllum at døma broytt hugsan. Hann sigur, at Húsavík og restin av kommununum í Sandoynni eru vælkomin at seta seg í samband við [...] Húsavík í gjárkvøldið, at Húsavík er fyri samanlegging, og helst við Tórshavnar Kommunu. - Vit halla mest til at leggja saman við Tórshavnar kommunu, tí vit fáa einki burturúr at leggja saman við Sands [...] Heðin Mortensen heldur, at tær kommunurnar, sum eru áhugaði í samanlegging við Tórshavnar Kommunu, skulu bert seta seg í samband við býráðið, tí tað er einki mark fyri hvussu stór Havnin kann verða. -Vit
ímóti at loysa tað. Hvussu langt vit koma tað, sum eftir er av valskeiðnum, veit eg ikki. Vit fara í øllum førum at leggja alla orku í beinanvegin at loysa trupulleikan, sigur Elin Lindenskov. Hvussu trupulleikin [...] fast. - Ein máti er at taka av kontantgjaldið og nýta tann peningin aðra staðni, soleiðis at hann kemur til betri nyttu. Undirtøka er í nýggja meirlutanum at taka gjaldið av. Hvussu og nær tað verður avtikið [...] avtikið, er ikki greitt. - Vit hava eisini tosað um at kanna eftir at gera fleiri útibarnagarðar, og tað skuldi ikki tikið so langa tíð at farið undir. At byggja ein nýggjan dagstovn í Vesturbýnum stendur
Umráðandi at kirkjan er fólkaræðislig Jógvan Fríðriksson, bispur, sigur, at tað er kravt at hava val í teimum sóknunum, sum er fleiri enn 500 limir, ið er ein góð skipan, tí tað tryggjar, at tað er fólkið [...] kirkjuráði, at syrgja fyri, at fólkakirkjan kann bjóða góð kor fyri lív og vøkstri fyri kirkjufólkinum. Eisini skulu tey umsita kassarnar hjá kirkjunum, skipa kirkjutænastuna og síggja til, at kirkjurnar [...] fólkið, ið avgerð hvussu kirkjan sær út. - Kirkjuráðslimir avgera í stóran mun hvussu kirkjan verður myndað og tí vilja vit hava so nógv sum gjørligt at koma á val til kirkjuráðini. Um eg einsamallur skuldi
møguligt, og tí leggja vit dent á, at vit koma út at vitja kundan og síggja húsini ella bygningin, áðrenn vit geva eitt tilboð. Vit ráðføra eisini kundan um, hvussu tey best kunnu optimera húsini, so tey [...] orkuvinarlig. Hóast hetta kann merkja, at vit ráða til at bjálva húsini ella fáa nýggj vindeygu, áðrenn tey gera íløgu í eina hitapumpu. Tað mest umráðandi hjá okkum er, at kundin fær ta bestu loysnina, og summar [...] dag, sum tær vóru fyri 10 árum síðan. Fyrimunirnir við at velja eina luft til vatn hitapumpu í staðin fyri jarðhita er, at skipanin er nógv bíligari at seta upp enn jarðhiti, og tískil er afturgjaldingartíðin
Høgni Klein. Kyndlamaðurin helt tó eisini, at íslendsku mótstøðumenninir vóru sera sterkir, og at tað sást aftur úti á vøllinum, at teirra kapping júst var komin at enda, meðan tann føroyska var liðug fyri [...] fyri tveimum mánaðum síðani. - Tú sært, hvussu nógv skot, ið vit hava, sum ikki raka málið. Tað er einki at ivast í, at vóru vit í dystarvenjing, so høvdu vit staðið okkum betur, tí tá høvdu skotini sitið [...] segði Høgni Klein. Hann segði eisini, at eftir hansara tykki liggur føroyska kappingin still alt ov leingi, og um vit ætla okkum at koma víðari, so er neyðugt, at tað verður bæði vant og spælt longri,