- Vit leggja alla orku í at loysa barnaansingartrupulleikan

- Málið er at loysa stóra trupulleikan við barnaansingini í kommununi, tað vil siga at útvega øllum børnunum á bíðilistanum eitt tilboð, sigur Elin Lindenskov, ið eftir umskipingina verður nýggja forkvinnan í Sosialu nevnd í Tórshavnar býráð

Býráðslimirnir í Havn hava havt trupult við at finna eina rók, teir kunnu sita tryggir á alt valskeiðið. Fyri lítlum ári síðani hendu tvær umskipingar innan eitt samdøgur, og um vikuskiftið vóru aftur broytingar í samansetingini av samgongu og andstøðu.

Rembingarnar eru kanska tekin um tey stóru mál, býráðið eigur á láni at loysa, nevniliga stóra trotið á barnaansingarplássum og røktarheimsplássum.


Tung og drúgv viðgerð

Nýggi býráðsmeirilutin í Havn er nú Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Ingi Mohr, sum kunnugt segði farvæl við Fólkaflokkin síðsta summar. Meirlutin telur 8 av 13 býráðslimum.

Við nýggju samstarvsavtaluni fær Javnaðarflokkurin aftur formanssessin í Sosialu nevnd, meðan Sambandsflokkurin fær formannin í Bý- og byggiskipanarnevndini.

- Tað hevur verið sera tvørligt at arbeiða í nevndunum síðani býráðið varð umskipað í fjør av tí, at minnilutin hevur havt formanssessirnar í nevndunum. Tá ið flokkurin missir formannin missir hann samstundis beinleiðis sambandið við umsitingina og hevur harvið minni ávirkan. Arbeiðsgongdin hevur verið sera tung og drúgv. Tað hevur tikið langa tíð at fingið mál í nevnd. Við nýggju samstarvsavtaluni kemur hetta uppá pláss. Eg havi fingið lyfti frá nýggja meirlutanum, at vit skulu gera alt fyri at loysa trupulleikan við barnaansingini og eldrarøktini, sigur Elin Lindenskov, býráðslimur og komandi forkvinna í Sosialu nevnd.


Øll eitt tilboð

Málið hjá nýggju forkvinnuni í Sosialu nevnd og teimum, hon nú fer at samstarva við, er at loysa stóra trupulleikan við barnaansingini í kommununi. Tað vil siga útvega øllum teimum 450 børnunum á bíðilistanum eitt tilboð.

- Málið er greitt og vit arbeiða fram ímóti at loysa tað. Hvussu langt vit koma tað, sum eftir er av valskeiðnum, veit eg ikki. Vit fara í øllum førum at leggja alla orku í beinanvegin at loysa trupulleikan, sigur Elin Lindenskov.

Hvussu trupulleikin verður loystur, er enn ikki lagt fast.

- Ein máti er at taka av kontantgjaldið og nýta tann peningin aðra staðni, soleiðis at hann kemur til betri nyttu. Undirtøka er í nýggja meirlutanum at taka gjaldið av. Hvussu og nær tað verður avtikið, er ikki greitt.

- Vit hava eisini tosað um at kanna eftir at gera fleiri útibarnagarðar, og tað skuldi ikki tikið so langa tíð at farið undir. At byggja ein nýggjan dagstovn í Vesturbýnum stendur eisini ovaliga á skánni, sigur Elin Lindenskov.

Fyri hálvum ári síðani reisti Elin Lindenskov fyri býráðnum uppskot um at byggja nýggjan barnagarð í Vesturbýnum, ið er ringast fyri, tá ið talan er um stovnspláss.

- Tað málið verður tikið upp nú beinanvegin. Umsitingin leitar eftir einum hóskandi øki til ein nýggjan stovn. Mær vitandi er eingin í býráðnum ímóti hesi ætlanini. Barnagarðurin, ið ætlaður var at vera í Sjónleikarhúsinum, er sleptur, tí Landsstýrið hevur sýtt at vera við at fíggja, men spurningurin er, hvat kommunan kann gera í hesum máli.


Tey eldru eitt tilboð

Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, sum kunnu loysa stóra tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í Tórshavnar kommunu. Hálvt tvey hundrað fólk bíða at sleppa inn á Lágargarð og 180 at sleppa inn á Ellisheimið.

- Vit hava tosað um at gera fleiri sambýli. Brúk er fyri fleiri, men hvussu nógv verða gjørd, veit eg ikki. Fólkaflokkurin, sum er uttan fyri alla ávirkan nú, er eisini fyri at loysa henda trupulleikan, so tað eigur ikki at verða nakar trupulleiki at finna eina loysn, vit øll kunnu taka undir við.

Í løtuni verður eitt álit orðað um ein eldrapolitikk. Tað skal verða liðugt í summar.