hevur tikið, er ikki tikin av illvilja, hóast vit ikki skilja grundarlagið. - Okkara áheitan er tí: Latið ikki prinsipp ganga framum tørvin hjá føroyingum við psykiatriskum trupulleikum! Tað er at leggja [...] avvarðandi vóru tikin meira við í viðgerð og røkt. - At tað ikki altíð hevur gingið eftir vild og ætlan, er ikki Tormóði fyri at lasta, men tað er ongin orsøk at halda, at Psykiatriski depilin stendur aftan [...] ikki settur. Hann var einasti umsøkjari og Landssjúkrahúsið hevur tað prinsipp, at er bara ein umsøkjari til eitt slíkt starv, skal tað lýsast leyst av nýggjum. Í gjár gjørdu tveir løgtingslimir vart við
KÍ hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir á útivølli, og tað er framvegis einki mál farið ígjøgnum hjá Meinhardti Joensen. Málmunurin er 5-0. EB/Streymur varðveitt næstfremsta plássið við sera trivaligum [...] KÍ ferðalagið ger nú klárt at fara norður aftur, og lagið er gott. Tað eydnaðist at vinna 1-0 í torføru avbjóðingini á útivølli ímóti Suðringum. Einasti málskjúttin var verjuspælarin Deni Pavlovic, sum [...] í Sørvági. Úrslitið var 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Harvið hevur EB/Streymur sjey stig og er framvegis ósigrað. Pætur J. Petersen var dagsins maður, tá ið hann skoraði tvey tey fyrstu málini og
eftir, hvussu stórt lánið er. Og í roynd og veru kann hann fáa hesa upphædd hvønn mánað restina av lívinum. Annars er tinglýsingargjaldið 2,5 prosent í Noregi og í Danmark er tað 0,6 prosent fyri skeyti [...] tænastur, gjørt tað munandi dýrari at vera føroyingur undir sitandi samgongu, siga tey. Vit er av teirri fatan, at borgarin sjálvur dugur best at umsita sínar egnu pengar, og at tað tí er neyðugt at hálsa [...] tekur ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at lækka gjaldið fyri at tinglýsa eina ogn. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunn
avreidd í Føroyum, og, sum sagt, er tað 16,3 prosent meiri enn í fjør. Tey eru avreidd fyri 715,3 milliónir, og sostatt er avreiðingarvirðið 27,3 prosent hægri í ár enn tað var í fjør. Tilsamans eru 22.064 [...] hevur nevniliga verið væl betri í ár enn í fjør – og tað hevur prísurin eisini verið, Hagstovan sigur, at samanumtikið er nøgdin av botnfiski, sum er avreiddur í Føroyum higartil í ár, verið 16,3 prosent [...] higartil í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Hagstovan sigur, at tað er serliga fiskiskapurin eftir toski og hýsu, sum er batnaður. Higartil í ár eru nevniliga 61,7 prosent meiri av toski avreidd
í framtíðini. Men tey skulu vita, at har er vón, og at tað væl ber til at fáa tað betri. Tú skalt gera tað, sum er gott fyri teg. Eg eri sannførd um, at har er djúp meining í líðingini hjá øllum, sum stríðast [...] hava loyvi at siga, at tað, ein sjúklingur upplivir, ikki er veruleiki. Um man følir, at løgreglan, rúmdarverur ella brotsmenn eru eftir sær, so er tað veruligt fyri viðkomandi. Sama er galdandi við øllum [...] psykosur, og at tað er at rokna sum eitt tabuevni í Føroyum. Tí er eitt av endamálunum við nýggju bókini um Psykosudrotningina nettupp at varpa ljós á hetta evnið. - Psykosur og sálarlig líðing er nakað, sum
opnum tróðri. Dirigerað úr Danmark Tað tekur sína tíð at gera eitt slíkt neyst, um ein bert satsar uppá at gera tað, tá ein er heima í summarfrí. Hjá Magnusi og Jacobi var tað so, at neystagrundin varð stoypt [...] við slíkari útbúgving er spurningurin jú altíð, um at fáa arbeiði, men sum skilst á Magnusi er hetta ikki nakar trupulleiki í dag. Eitt av arbeiðunum hjá einum sivilverkfrøðingi er tað teir kalla konstru [...] - Tað er gott at kunna sleppa burtur frá bókunum eitt bil, - og ja, royna tað ein hevur lært í praksis, sigur Magnus. Hann lesur í løtuni til sivilverkfrøðing, men hevur eisini onnur áhugamál. Saman við
Lívið setur nógvar spurningar, og soleiðis eigur tað at vera. Tað er ikki bara ein leið at ganga, men fleiri valmøguleikar. Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at skapa karmar, so at fólk hava møguleika at [...] Fyri at skapa lívsvirði í gerandisdegnum, er tað av stórum týdningi, at fólk eru nøgd og kenna á sær, at meining er í tí, tey takast við til dagligt. Hetta er galdandi fyri øll arbeiði. Hetta mennir okkum [...] og uttanfyri. Tí er tað týdningarmikið, at vit geva okkum stundir til at samskifta við okkara medmenniskju, uttan mun til førleika, ella eitt nú hugsjónir. Nógv er gjørt men langt er eftir Landsstýrismaðurin
frá sólini. Gigni vísir á, at summarið eisini er tíðin, tá nógvir føroyingar fara til heitari lond at ferðast. - Tá uttanlandsferðin er liðug, halda summi tað vera freistandi at brúka solarium fyri at varðveita [...] sum vanligt er, tá summarið nærkast, við góðum sólráðum. Seinastu dagarnar hevur veðrið verið so ómetaliga gott, og eisini her í Føroyum hava vit havt nógva sól. - Nú summarið nærkast, er vanligt, at vit [...] varðveita vakra brúna litin frá summarinum. Men, tað er av týdningi at verja húðina, tá sólin skínur, siga tey í Gigni, sum hava hesi góðu sólráð: * Brúka sólkrem við í minsta lagi faktor 30, tá tú ert
NSÍ eisini at heiðra Jonhardi Hansen, tá felagið hevði aðalfund. Jonhard er glaður fyri heiðurin, men hann staðfestir, at tað er ikki heiðurin, sum drívur verkið. Hann fegnast um menningina í NSÍ, og hann
verið á palli í SALT á Drelnesi. Men tað kemur hann so nú leygardagin 15. februar. Sjálvur hevur Ólavur ein serligan tokka til trúføstu fjeppararnar úr Suðuroynni. – Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni [...] Suðuroynni. Suðuroyingar hava altíð stuðlað mær í mínum tónleiki, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri. Eg gleði meg tí nógv at spæla í snotuligu umstøðunum í SALT og vóni at síggja nógv fólk, sigur