Ólavur á Váli Olsen hevur spælt á næstan øllum spælistøðum í Suðuroynni, men enn hevur hann ikki verið á palli í SALT á Drelnesi. Men tað kemur hann so nú leygardagin 15. februar.
Sjálvur hevur Ólavur ein serligan tokka til trúføstu fjeppararnar úr Suðuroynni.
– Tað er altíð nakað serligt at spæla í Suðuroynni. Suðuroyingar hava altíð stuðlað mær í mínum tónleiki, og tað eri eg teimum æviga takksamur fyri. Eg gleði meg tí nógv at spæla í snotuligu umstøðunum í SALT og vóni at síggja nógv fólk, sigur Ólavur.
Vælupplagdi bólkurin hjá Ólavi verður við til allar konsertirnar í februar.
Konsertirnar eru:
15. februar kl 21:00 - SALT á Drelnesi
21. februar kl 21:00 - Løkshøll í Runavík
22. februar kl 19:30 - Norðurlandahúsið