Fiskiskapurin nógv betri í ár - og tað er prísurin eisini

Pílarnir í fiskivinnuni vísa upp eftir

Pílarnir í føroysku fiskivinnuni vísa upp eftir. Tað verður staðfest, nú Hagstovan hevur gjørt fiskiskapin upp í ár, og hevur samanborið hann við fiskiskapin í fjør.

Fiskiskapurin hjá føroyskum skipum eftir botnfiski hevur nevniliga verið væl betri í ár enn í fjør – og tað hevur prísurin eisini verið,

Hagstovan sigur, at samanumtikið er nøgdin av botnfiski, sum er avreiddur í Føroyum higartil í ár, verið 16,3 prosent størri enn í sama  tíðarskeiði í fjør. Hinvegin hevur avreiðingarvirðið verið 27,3 prosent hægri higartil í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Hagstovan sigur, at tað er serliga fiskiskapurin eftir toski og hýsu, sum er batnaður. Higartil í ár eru nevniliga 61,7 prosent meiri av toski avreidd enn í fjør og samstundis eru 71 prosent meiri avreidd av hýsu í ár enn í fjør

Har aftur ímóti eru sløk 17 prosent minni av upsa avreidd í ár enn í fjør.

Hagstovan sigur, at higartil í ár eru 45.249 tons av botnfiski avreidd í Føroyum, og, sum sagt, er tað 16,3 prosent meiri enn í fjør. Tey eru avreidd fyri 715,3 milliónir, og sostatt er avreiðingarvirðið 27,3 prosent hægri í ár enn tað var í fjør.

Tilsamans eru 22.064 tons avreidd av toski higartil í ár, og tað eru 61,7 prosent meiri enn í fjør og 6.974 tons eru avreidd av hýsu og tað eru 71 prosent meiri enn í fjør.  

Tá ið øll fiskasløg verða tikin við – uttan uppsjóvarfiskur, eru tilsamans 73.520 tons avreidd í Føroyum í ár og tað eru 13,8 prosentmeiri enn í fjør. Tey eru avreidd fyri 917 milliónir, og tað eru 19 prosent meiri enn í fjør.