Tað er betri at fáa skattalætta

Yvir 6000 skattgjaldarar fingu ein skattalætta upp á yvir 700 krónur hvønn mánað og tað er betri enn at lækka eitt gjald, sum tey flestu bara rinda eina ferð í lívinum

 

Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Fólkaflokkinum um at lækka gjaldið fyri at tinglýsa eina ogn. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at tinglýsingargjaldið skal lækkast.

 

Tinglýsingargjaldið var 0,5 prosent av virðinum á eini ogn, men hendan samgongan hevur hækkað tað upp í eitt prosent, men nú vil Fólkaflokkurin lækka tað niður aftur á 0,5 prosent.

 

Men umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevnini taka ikki undir við hesum. Tey vísa á, at endamálið við hækkingini var at brúka meirinntøkuna sum ein part av fíggingini til ein skattalætta. Talan varð um ein skattalætta upp á 137 milliónir, og sum yvir 28.000 skattgjaldarar fingu ágóðan av. Í hesum sambandi fingu yvir 6.000 skattgjaldarar yvir 700 krónur um mánaðin í skattalætta.

 

Tey vísa eisini á, at tey flestu rinda bara tinglýsingaravgjald eina ferð, ella í hvussu so er, bara nakrar heilt fáar ferðir í lívinum.

 

Haraftrat er gjaldið treytað av keypsprísinum, so at tey, sum rinda fyri eini dýr hús, rinda dýrari tinglýsingaravgjald. Men tey, sum rinda nógv í tinglýsingaravgjaldi, fáa sostatt eisini nógv í rentustuðuli.

 

Ein, sum keypur, ella byggir hús fyri tríggjar milliónir krónur, rindar nú 15.000 krónur meir í tinglýsingargjaldi, men hinvegin kann hann fáa einar 3.000 krónur í rentustuðli um mánaðin, alt eftir, hvussu stórt lánið er. Og í roynd og veru kann hann fáa hesa upphædd hvønn mánað restina av lívinum.

 

Annars er tinglýsingargjaldið 2,5 prosent í Noregi og í Danmark er tað 0,6 prosent fyri skeyti og 1,5 prosent fyri veðbrøv.

 

Umboðini fyri andstøðuna vísa á, at tá ið tinglýsingargjaldið hækkaði, var tað steinur oman á byrðu hjá teimum mongu, sum skulu seta føtur undir egið borð.

 

– Tað eru serliga ungar barnafamiljur og vinnulívsspírar, sum føla sviðan av hækkaða tinglýsingaravgjaldinum, siga tey.

 

Harafturat hevur økta avgjaldið á ymiskar vørur og tænastur, gjørt tað munandi dýrari at vera føroyingur undir sitandi samgongu, siga tey.

 

Vit er av teirri fatan, at borgarin sjálvur dugur best at umsita sínar egnu pengar, og at tað tí er neyðugt at hálsa um, so borgarin aftur fær fíggjarligt frælsi, siga tey í andstøðuni.