Tað er at leggja stein oman á byrðu

Latið ikki prinsipp ganga framum tørvin hjá føroyingum við psykiatriskum trupulleikum, siga tríggir sjúkrarøktarfrøðingar

 

- Vit ivast onga løtu í, at avgerðin sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur tikið, er ikki tikin av illvilja, hóast vit ikki skilja grundarlagið.

 

- Okkara áheitan er tí: Latið ikki prinsipp ganga framum tørvin hjá føroyingum við psykiatriskum trupulleikum! Tað er at leggja stein oman á byrðu hjá fólki, sum knógva undir ómetaligum byrðum frammanundan.

 

Tað siga teir tríggir sjúkrarøktarfrøðingar á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, Eydna I Lindenskov, Torgunn Kvilt Meitilberg og Jana Mortensen, í eini almennari áheitan á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.

 

Landssjúkrahúsið hevur søkt eftir leiðandi yvirlækna til psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsini.

Leiðandi yvirlæknin seinastu nógvu árini, Tórmóður Stórá, søkti starvið, men hann varð ikki settur.

 

Hann var einasti umsøkjari og Landssjúkrahúsið hevur tað prinsipp, at er bara ein umsøkjari til eitt slíkt starv, skal tað lýsast leyst av nýggjum.

 

Í gjár gjørdu tveir løgtingslimir vart við seg og  báðir bóðu landsstýrismannin leggja upp í.

 

Og nú veita eisini sjúkrarøktarfrøðingar á psykiatriska deplinum leiðandi yvirlæknanum stuðul.

 

Tær tríggjar, Eydna I Lindenskov, Torgunn Kvilt Meitilberg og Jana Mortensen siga, at tær hava so mikið stórt álit á ovastu leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, at tær fáa seg ikki at trúgva, at prinsipp telja meiri enn vit og skil.

 

- Vit og skil og atlit til sjúklingar, sum hava tørv á psykiatriskari viðgerð, er trupult at fáa eyga á, í tí avgerð, stjórnin hevur tikið, siga tær tríggjar.

 

Tær vísa á, at nakað av tí fyrsta Tormóður Stórá gjørdi, tá ið hann varð settur leiðandi yvirlækni á Psykiatriska depilinum í 2006, var at leggja lunnar undir eini organisatiónsbroyting, sum hevði til endamáls at tryggja eina samanhangandi sjúklingagongd, størri fakliga læring og menning av og millum starvsfólk, og at sjúklingur og avvarðandi vóru tikin meira við í viðgerð og røkt.

 

- At tað ikki altíð hevur gingið eftir vild og ætlan, er ikki Tormóði fyri at lasta, men tað er ongin orsøk at halda, at Psykiatriski depilin stendur aftan fyri, hvørki hinar deplarnar á landssjúkrahúsinum, ella aðrar psykiatriskar deplar í grannalondum okkara, siga teir tríggir sjúkrarøktarfrøðingarnar.

 

- Umframt hetta hevur Tormóður lagt megnar orku í, at gera psykiatriina sjónliga við upplýsing um psykiatriskar sjúkur, ein týdningarmikil liður í arbeiðnum at minka um stigmatisering av fólki sum hava psykiatriska sjúku.

Tær hava álit á, at Tormóður Stórá kann leiða føroysku psykiatriina fram á leiðini.

Tær siga, at hetta álitið hava tær, tí hann er ein leiðandi psykiatari, sum trýr upp á starvsfólkið og sum fær tað besta fram í okkum.

 

- Vit hava ein leiðandi yvirlækna sum letur okkum finna fram til, og brúka, okkara bestu eginleikar, sum ikki letur prinsipp ganga framum tað, at halda tann eldin logandi, sum finst í hvørjum einstøkum av okkum starvsfólkum, fyri at betra um kor, røkt og viðgerð fyri føroyingar, sum hava psykiatriska trupulleika.

 

- Og vit hava ein leiðandi yvirlækna, sum ikki letur prinsipp ganga framum møguleikan fyri áhaldandi at betra teir førleikar sum skulu til, fyri at vit kunnu veita tað dygdargóðu røkt og viðgerð, vit stremba eftir at røkka, siga Eydna I Lindenskov, Torgunn Kvilt Meitilberg og Jana Mortensen.

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá teimum trimum sjúkrarøktarfrøðingunum við at trýsta HER

 

Les eisini: Tað  rann mær kalt niðureftir rygginum

 

Les eisini: Karsten Hansen má leggja upp í