Fótbóltur Hóast hann einans er 17 ára gamal, hevur Gunnar Nielsen, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, longu roynt eitt sindur av hvørjum. Til dagligt er hann málverji á unglingaliðnum hjá danska [...] danska superligafelagnum Frem, og har hevur hann eisini sitið á bonkinum í onkrum superligadysti. Í farnu viku fekk Gunnar so enn eina uppliving í skjáttuna, tá ið hann var og royndarvandi í enska stórfelagnum [...] centimetrar til hæddar. Gert Jensen sigur eisini, at hann væntar enska felagið fer at senda boð eftir Gunnar aftur skjótt, so at teir kunnu síggja hann enn einaferð. Sosialurin fer sjálvsagt at fylgja við
253. Hendrik hevði framgongd, men hann fryktaði tó fyri úrslitinum, tí ymsar ábendingar hava verið seinnu dagarnar, so hetta kom ikki óvart á, sigur hann. Tó nevnir hann, at um Javnaðarflokkurin fer í samgongu [...] báðir gjørdust ov stuttir og fall sessurin tí til Tvøroyrar. Hendrik sigur, at hann var bangin fyri, at hetta fór at henda. Hann hevði úrslitð frá seinasta vali í huganum. Tá vóru bert eini 2 atkvøður á munni [...] munni á Hendrik og Sverra. Men Hendrik fegnast um stóru framgongdina, sum hann hevði hesaferð og nevnir, at tær 50 atkvøðurnar, hann fekk í Sumba vísa, at har atkvøddu tey eftir at fáa umboð í syðru helvt
Brynhjálf er ættaður úr Klaksvík. Hann er sonur Hansiu og Ingolf Sigurðsson. Mamma hansara var úr Fuglafirði. Tey áttu fimm børn. Hann fór í læru á Skipasmiðjuni hjá Kjølbro. Hann arbeiddi har í nógv ár og aftaná [...] aftaná at hava verið í Grønlandi í eitt tíðarskeið, fór hann umborð á ein trolara hjá J.F. Kjølbro at arbeiða sum maskinmaður, til hann fyri trimum árum síðni gjørdist sjúkur og mátti fara í land. Amalia [...] giftust í 1964 og eiga tey tveir synir. Ingi og Hans Kári. Tey eiga fýra ommu og abbasynir. Í 1964 vóru tey bæði og arbeiddu í Føringahavnini í Grønlandi. Hann arbeiddi í smiðjuni og hon á Sjómansheiminum
1979-1989 var hann leiðari fyri tíðindadeildina, og síðan 1989 hevur hann verið programleiðari á stovninum. Jógvan var formaður í Ítróttasambandi Føroya frá 1978-1980, og í 1999 fekk hann heiðursviðurkenning [...] í Havn. Barna- og unglingaárini búði hann á Tinghúsvegnum, gekk í nonnuskúla, millumskúla og studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum í 1966, fekk hann sær útbúgving sum journalistur á Ritzaus [...] enning frá ÍSF. Síðan 1. januar 2001 hevur hann verið limur í Tórshavnar Býráð fyri tjóðveldisflokkin, og í nýggju býráðssamgonguni er Jógvan varaborgarstjóri. Jógvan er sonur Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu
at kanna brekið. Hann kemur vónandi hesa vikuna og tá ið hann hevur kannað brekið, ber til at staðfesta um tað kann umvælast, ímeðan Smyril er í sjónum, ella um tað er neyðugt at fáa hann í dokk til umvælingar [...] eftir, um tað ber til at fáa hann í dokk beinanvegin. Men stjórin í Strandferðsluni sigur, at verður neyðugt at fáa hann í dokk, er talan um eina nýggja støðu, tí so væntar hann, at miðjað verður eftir at [...] at gera alt eftirlitið, sum skal gerast, fyri at sleppa undan at senda hann í dokk aftur í september, sum ætlanin annars hevur verið. Niels Juel Arge sigur, at tað er í bæði borð, at stabilisatorarnir eru
Karolina. Men tá hann í 1996 misti sín elsta son í einari ferðsluvanlukku, gjørdi hann av at gevast við sakførarayrkinum og at fara upp í politikk ístaðin fyri. Tvey ár seinni varð hann valdur í Senatið [...] Norður Karolina hevur ver-ið senatorur síðani 1998. Hann er kendur sum ein sera góður røðari og hevur lætt við at tosa við tíðinda-fólk. Áðrenn hann fór upp í politikk, arbeiddi John Edwards sum sakførari [...] forseta tørvar, og eg fari at gera alt, fyri at hann verður okkara næsti forseti. Tí biðið eg tykkum hjálpa mær í hesum stríðnum, segði John Edwards, eftir at hann var vorðin tilnevndur varaforsetaevni.
Kenneth Bigley í Irak, hava latið einum øðrum felagsskapi hann. Nú sigur Paul Bigley tað sama. Hann hevur gott samband við fólk í Kuwait, og hann sigur seg hava fingið varhugan av, at bróðurin nú situr gísli [...] lata bróðurin leysan, kann ein loysn finnast. Sjálvur hevði hann vónað at fáa hjálp frá bretsku stjórnini, men ta vónina hevur hann mist, sigur hann. Ístaðin fyri hevur Paul Bigley havt samband við libysku [...] Sum skilst vil felagsskapurin, sum nú hevur Kenneth Bigley sum gísla, hava pengar aftur fyri at lata hann leysan. Teir upprunaligu burturflytararnir kravdu, at allar kvinnur í irakskum fongslum skuldu latast
Samuelsen var leygardagin við KÍ dreingjunum í Vágum. Hann hevði fingið boð til HB dystin sunnudagin, men hann roknaði við, og tað var eisini ætlanin, at hann skuldi sita á beinkinum sum eykamaður hjá Jákupi [...] Næstsíðsta sunnudag stóð hann royndina á útivølli, tá ið KÍ vann 2-1 á Skála. Hvussu tað nú fer at roynast hjá Jákupi Mikkelsen er ikki greitt enn. Fríggjakvøldið vandi hann næstan, sum hann plagar, men sunnudagin [...] nakrantíð á besta liðnum sendur inn á heimavøllin. Tað kom púra óvart á, men Mathias stóð seg væl. Hann var tryggur, tá ið HB legði innfyri í brotsteigin, og tá ið HB spælararnir vóru í góðum støðum, sendu
Poulsen í Sumba fann hendan dagin. Hann plagar javnan at gera sær ein túr undir Bakkanum í Sumba. Men ein góðveðursdag herfyri, fann hann ein reka, sum vakti forvitni. Hann fann eina fløsku við vælklistraðum [...] ðum proppi á og tá ið hann hugdi nærri, sá hann, at eitthvørt lá í fløskuni. Talan var um ein fløskupost. Og hesin fløskuposturin hevur rikið longri á havinum enn teir flestu. Í brævinum, sum lá í fløskuni [...] fløskuposturin hevur verið í sjónum, hevur hann sostatt rikið einar 3.000 kilometrar á havinum , suður um Grønland og Ísland og síðani eystur í hav, líka til Føroya, har hann endaði sínar dagar undir Bakkanum í
ónøgd. Hann sigur, at hann hevur sitið í býráðnum í 12 ár nú, og tað kann tískil líka so væl hugsast, at hann als ikki stillar upp aftur til komandi býráðsval. Torleif ásannar tó, at tað hevur víst seg, [...] sjálvur sigur, at hann ongantíð hevur mett, at flokspolitikkur og býráðspolitikkur hoyra saman, og er hetta høvuðsorsøkin til, at hetta tosið nú hevur tikið seg upp. Samstundis avsannar hann alt tos um ónøgd [...] meti, at um tað verður rætt framborið, so kann ein tílíkur flokkur væl gera seg galdandi, sigur hann. Men hann vil ikki siga nakað um, hvussu ítøkiligar hesar ætlaninar eru annað enn, at tað eru tankar frammi