Roysningurin, Náttúrugripasavnið merkti við fylgisveinasendara í Sørvágsfitði 21. mars, hevur verið sera støðufastur.
Náttúrugripasavnið sigur, at sendarin hevur riggað sum hann skal og hann hevur hevur víst, at roysningurin fyri tað mesta hevur hildið seg á Sørvágsfirði.
Frá fólki, ið hava havt møguleika at eygleitt henda forkunnuga gest, frættist, at roysningurin mest hevur hildið til á Selvík, tó at hann eisini hevur verið hinu megin fjørðin.
- Onkrar dagar hevur roysningur ikki verið at sæð, og sendarin vísur at tá hevur hann ferðast út á fjørðin, onkran dag út móti Gáshólmi.
Tann eina dagin var hann nakað vestur úr Tindhólmi.
Á páskum legði roysningurin út á sín higartil longsta túr, og annan páskadag svam hann so í Hestfirði.
Kortini legði hann longu dagin eftir kósina móti Vágalandinum aftur, allarhelst gjøgnum Vestmannasund, og fór norður um Vágoy og inn á Víkar.
Móti kvøldi kom roysningurin inn aftur móti sandinum í Bø, sigur Náttúrugripasavnið.
Talan er um ein stóran brimil við um 25 cm longum tøkutonnum.
Myndir staðfesta, at talan er um sama roysning sum var sæddur í Svínoy 27. februar, og sum í millumbilinum hevur ferðast til bæði Orknoyggjar og Noregs, sigur Náttúrugripasavnið.