EB/Streymur og KÍ ætlaðu at skifta um liðskipara

Fyrr í flytingarvindeyganum var um reppið, at KÍ og EB/Streymur skiftu um liðskipara

Her á in.fo og í Sosialinum hava vit gjørt nógv burtur úr flytingum og søgum á spælaramarknaðinum í Føroyum. Tað er ikki allar søgur, sum koma undan kavi. Ein av teimum var, tá EB/Streymur og KÍ vóru um reppið at skifta um liðskipara.

 

Álítandi keldir siga fyri in.fo, at Hans Pauli Samuelsen var í samráðingum við KÍ, meðan leiðslan í EB/Streymi bara vildi lata hann fara, um Hjalgrím Elttør kom til sundalagi at spæla.

 

Hans Pauli Samuelsen skrivaði undan kappingarárinum í fjør undir ein tvey ára sáttmála við EB/Streym. Hans Pauli skal komandi ár í skúla í Klaksvík. Í tí sambandi var KÍ áhuga at fáa spælara til felagið.

 

Um sama mundið var Hjalgrím Elltør sáttmálaleysur. Søgan sigur, at millum annað B68 vóru sera áhugaðir at fáa hann til felagið. Tað er her, at EB/Streymur sigst verða áhuga at leysgeva Hans Paula, men bara um teir fáa eina avtalu við Hjalgrím Elltør.

 

Tað endar tó við, at Hjalgrím gjørdi nýggjan sáttmála við KÍ, meðan Hans Pauli Samuelsen heldur fram í Sundalagnum, Sostatt skiftu liðskiparnir ongantíð felag, men tað var upp á tal.