B68 verjuskansi er nú í Íslandi

Pólverski miðverjin, sum í fjør spældi við B68, hevur skrivað sáttmála við Selfoss í næstbestu íslendsku deildini

Mynd: Ungmannafelagið Selfoss

Í fjør var Chris Jastrzembski álit í B68 verjuni. Hann var við í 23 landskappingardystum í bestu deildini. Hóast hann stóð seg væl, so var tað longu síðsta heyst greitt, at hann fór ikki at halda fram á Toftum.

 

Nú hevur 25 ára gamli pólverjin funnið nýtt felag. Sambært íslendska miðilin fotbolti.net hevur Selfoss skrivað sáttmála við Chris Jastrzembski, sum í fyrstu atløgu fer at umboða felagið í næstbestu íslendsku deildini hetta kappingarárið.

 

-Eg havi vant við liðnum og kendi meg beinanvegin væl millum nýggju liðfelagarnar. Eg eri spentur uppá nýggju avbjóðingina, og so vóni eg, at veðrið verður betri, enn tað er í Føroyum, sigur Chris Jastrzembski við fotbolti.net.

 

Tað mesta av sínum lívi hevur hann búð í Týsklandi, og har hevur hann spælt við fleiri feløgum í lægru deildunum, áðrenn hann í fjør flutti til Toftir og B68.

 

-Málið er at vinna meg í bestu íslendsku deildina, og eg vóni, at tað verður við Selfossi. Ynskið er at vera fyrimynd fyri hinar spælararnar og at spæla góðan fótbólt, sigur fyrrverandi B68 spælarin.

 

Í síni tíð var hann fleiri ferðir á yngru landsliðunum hjá Póllandi.

 

Mynd: Ungmannafelagið Selfoss