Hava fingu boð um tveir skaðar

Tann eini var av tí meiri sjáldsama slagnum

Tað hevur verið fitt av vindi, men løgreglan sigur, at tey hava ikki frætt nakað serligt um stormskaðar. Men tíðliga í morgun fingu tey boð um, at vindskeiðirnar á einum húsum í Skopun vóru við at fara, so tey sendu sløkkiliðið á staðið at bjarga støðuni áðrenn nakað hendi.

 

Í gjár fingu tey fráboðan ein stormskaða av tí heldur óvanliga slagnum. Ein maður ringdi at boða frá, at hann var á veg út, men tá ið hann hevði latið úthurðina upp, varð hurðin tikin av eini hvirlu so hon brast aftur í lás. Stoyturin var so harður, at hurðin fór í baklás, so hann slapp ikki út. Løgreglan sigur, at hann varð biðin um at ringja eftir einum lásasmiði.

 

Tað hevur eisini verið rættiliga hált nógvastaðni, og í Havn hendi eitt ferðsluóhapp, har tað var so hált, at ein bilførari ikki fekk ferðina av bilinum, tá ið hann skuldi um eitt horn. Løgreglan sigur, at bilurin hevði góð dekk, men  hann fór á glið, og helt leiðina beint fram uttan at bilførarin fekk gjørt nakað. Hann endaði í einum grótgarði og bilurin fekk stóran skaða, men fólkaskaði var eingin.