Seinnapartin í gjár ringdu fólk til løgregluna at melda ein bilførara, sum tey mettu, bar ser óforsvarliga at. Tey søgdu, at hann koyrdi eftir einum ávísum vegi, men tað, sum fall teimum fyri bróstið, var, at hann hevði eitt smábarn standandi frammafyri sær, ímillum seg og róðrið.
Løgreglan sigur, at tey ringdu til mannin og hann viðgekk, at tað hevði hann gjørt, so tað fær hann eina bót fyri, umframt eitt klipp í koyrikortið. Er talan um barn undir 15 ár, er tað bilførarin, sum hevur ábyrgdina av, at barnið sigur í trygdarbelti.
Annars varð løgreglan eisini boðsend til eitt ferðsluóhapp í gjár. Talan var um ein ungan bilførara, sum, av tí sama, ikki var serliga royndir. Og tá ið hann kom koyrandi eftir einum smølum vegi, meti hann skeivt og fór útav. Bilurin fekk nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.
Í gjár fekk løgreglan eisini boð um, at einir 100 litrar av olju vóru farin á sjógv undir bunkring á Tvøroyri. Sløkkiliðið legði oljusperrur rundan um oljublettin, so at tað ikki skuldi breiða seg. Løgreglan sigur, at nú meta løgfrøðingarnir um, hvat skal henda í málinum.