ráðstevnuni. Kristina heldur, at føroyskar fyritøkur gera alt ov lítið fyri at útnytta áhugamálini og førleikarnar hjá teimum einstøku starvsfólkunum og fyri at fáa tey at arbeiða saman í verkætlanum. [...] verða ikki eftirspurd. Kristina heldur tað vera løgi, at vit hugsa so lítið um, hvønn týdning tað hevur, at fólk tíma tað tey arbeiða við. ? Eitt er, at fólk høvdu trivist nógv betri á arbeiðsplássinum. Men [...] hetta krevur nýhugsan og fyrst av øllum, at leiðslurnar lata eyguni upp fyri, hvussu ymisk starvsfólkini eru menniskjaliga. Í staðin fyri allatíðina at tvíhalda um, at hvør eigur sítt starvsøki, átti vit í
kreativur dani, sum arbeiðir við at gera ljóð til mótasýningar í Danmark, umframt at hon eisini fæst við at gera film. Tónleikurin var øðrvísi enn vit vanliga plaga at hoyra til slíkar sýningar, og tað [...] framúr hegni. Fjølbroyttur vármóti At greiða frá hvør vármótin verður, er eitt sindur torført. Tað verður at kalla er ein blandingur av etniskari, indiskari mentan, umframt at norðurlendska lookið eisini spøkir [...] russaralitir fáa eitt orð at siga. Fult hús Undirtøkan til mótasýningina var sera góð, tað vóru 240 sitipláss og tey vóru øll upptikin. Rógvi Róin marknaðleiðari í SMS sigur, at hann metir at tað vóru umleið 250
høvi at gera vart við seg. Skalt tú gera tær vónir um at veksa sum fyritøka, og tað vilja vit, so ert tú noyddur at luttaka á slíkari stevnu, sigur Esbern Hansen. Stjórin á Hansoft greiðir frá, at umboðini [...] væl at úrslitinum hjá Hansoft á KT-stevnuni. Hann greiðir frá, at fyritøkan hevur fingið fleiri fyrispurningar og hóast einki ítøkiligt er spurt burturúr, hevur stjórin á Hansoft góðar vónir um, at onkur [...] ikki fyrr enn í komandi viku, at vit við vissu kunnu siga, at vit hava fingið onkra uppgávu, men eg havi góðar vónir, sigur Esbern Hansen Frálíkt høvi Esbern Hansen heldur, at KT-stevnan hevur stóran týdning
B36, John Petersen, royndi at halda høvdið høgt eftir tapið fyri grannunum, men hann ásannaði, at dagurin ikki hevði verið nakað serligt fyri teirra viðkomandi. - Eg má siga, at kenslan er eitt sindur løgin [...] ásannaði eisini, at tað nú kann gerast tungt hjá B36 at stríða seg fram í oddin. - Sjálvandi er tað møguligt, og hvør dysturin kann altso geva trý stig. Men tað krevur í øllum førum, at vit fáa fult hvørja [...] og so skora teir bara enn einaferð eftir horna. - Og at vit soleiðis skulu tapa dystin upp á deyðbóltar, er ikki nóg gott. Har hildu vit annars, at vit vóru sera væl fyri, men Rógvi fekk í øllum førum
aftur á dagskránni í fjølmiðlunum! Men er tað tí, at okkara fólkavaldu eru vaknaðir úr teirra »coma«??? NEI! Enn einaferð er tað tí, at ein avvarðandi at óhjálpnum menniskja í síni neyð og frustratión, letur [...] sum gevur teimum møguleika at seta í verk hesar góðu gerðir, tykist tað sum at tey hava lagt eldraøkið í skuffuna aftur, og lásið er farið í baklás! Vit hoyra og lesa um at okkara Føroyar er eitt vælf [...] Ja, so leingi tann einstaki er førur fyri at klára seg sjálvur, er alt í lagi. Men so skjótt sum tað fer at bila, virkar vælferðin als ikki - og tá haldi eg , at tað er so sum so við tí hugtakinum! Tey,
Og líka einfalda svarið er sjálvandi, at tað er tí, at ov fá røktarpláss eru í landinum. Men tað verða bygd og útbygd fleiri heim, skundar Hans Pauli Strøm sær at siga. Men tað hjálpir sjálvandi einki [...] verið hevur júst um dagarnar, sum ger, at hetta nú verður tikið fram, sigur hann. Men tað er greitt, at slík skriving vísir á nøkur heilt akutt mál, sum vit ikki eiga at ignorera, sigur landsstýrismaðurin [...] har tey eiga at vera. Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum. Tann einfaldi spurningurin er so sjálvandi, hví tey so ikki eru á røktarheimi heldur enn at fylla óneyðugar
Víst er í fyrispurnginum á, at tað verður sagt, at vatnsoyrarfólk lata sít avlát fara í Leitisvatn, og at tað ikki kann vera serliga hugaligt hjá miðvingum at vita sær, at tey skulu drekka kloakkvatn úr [...] veðra veittar út í Leitisvatn. Søgur um, at kloakkir úr Vatnsoyrum liggja út Vatnið, eru ikki sannar. Í samband við grein, sum mikudagin stóð í Sosialinum um, at Miðvágs Kommuna tekur vatn úr Leitisvatni [...] miðvingar og onnur ugga seg við. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá Miðvágs Kommunu. Men borgarstjórin í Sørvágs Kommunu, Eivin Jacobsen, sigur, at kloakkinar úr Vatnsoyrum verða førdar ut á sjógv uttarlaga
varð staðfest, at tey fáa loyvi at hava sínar útlendingar í felagnum. Ístaðin verður eitt stutt skotbrá givið, so tey nú fáa møguleika at fáa loyvini í rættlag, og soleiðis er líkt til, at tær báðar útlendsku [...] ítróttafeløg kunnu fegnast um, at tey koma at hava eina serstøðu í hesum. Júst hvussu orðingin verður, er enn ikki endaliga greitt, men í Danmark hava tey eina reglu um, at professionel ítróttafólk kunnu [...] væntandi kann hetta gerast soleiðis, at ítróttafólk sum hava sáttmála við føroyskt felag kunnu sleppa skjótari til landið, og at neyðuga pappírsarbeiðið so verður gjørt, eftir at hesi eru komin til felagið. Og
ð, og felags fyri hesar er, at talan í hvørjum einstøkum føri er um greiðar favorittleiklutir. Hjá kvinnunum tekur ÍF á heimavølli móti KÍF, og her er lítið at ivast í, at meistararnir ætla sær hevnd fyri [...] í fyrsta umfarinum. Tað hoyrir tó eisini við til søguna, at KÍF ta ferðina var væl betri mannað, enn tær eru nú, og tí er einki at ivast í, at hetta líkist eini yvirkomuligari uppgávu hjá ÍF. Tað tykist [...] hesum dystinum fer Dráttur neyvan at standa teimum mát. Eisini hjá monnunum er talan um tveir dystir. Í Havn kemur Mjølnir á vitjan hjá Fleyr, og her er ikkii væntandi, at klaksvíkingarnir lata serliga nógv
alneyðugt at vera so nær viðskiftafólkunum, sum til ber, og tí fara tey eisini at hava framsýningarhøli á staðnum. Og harvið vónar Eivind av Reyni at aðrir føroyingar eisini fara at nýta høvi til at fara til [...] vit fara at byggja egin hølir. Sum er húsast vit á 500 fermetrum, men við nýggju hølunum og túninum uttanum koma vit at hava umleið 2.300 fermetrar, greiðir Eivind frá. Hann ásannnar samstundis, at tað er [...] ? Ein slíkan verkstað fara vit at byggja uppi í Borðoyavík, har undirsjóvartunnilin kemur upp. Hetta verður ein Toyota verkstaður, men hóast tað, so fara vit eisini at geva tænastu til aðrar bilar, sigur