Væleydnað mótashow í SMS

Mikukvøldið skipaðu handlarnir í SMS fyri mótasýn-ing. Hetta var vármótasýningin, sum vísti, hvat føroyingar kunnu vænta sær at síggja í handlunum komandi dagarnar

Aftur í ár var tað Barbara í Gongini, sum skipaði fyri mótasýningini í SMS. Tað sást, at hon hevði gjørt nógv burturúr, og hon hevðí lagt stóran dent á scenografiina, tónleikin og ikki minst ljóð og ljós. Fyri ljóðinum var tað DJ Camilla, sum syrdi fyri at pumpandi tónar komu út gjønnum hátalararnar. Hon er ein ungur kreativur dani, sum arbeiðir við at gera ljóð til mótasýningar í Danmark, umframt at hon eisini fæst við at gera film. Tónleikurin var øðrvísi enn vit vanliga plaga at hoyra til slíkar sýningar, og tað setti ein serligan dám á sýningina.
Stylingina av modellunum stóð klaskvíkingurin, Petur Jacobsen, fyri. Hann hevði av álvarar havt kreativu kyknurnar í gongd, og bæði sum hárskeri og stylistur sýndi hann framúr hegni.
Fjølbroyttur vármóti
At greiða frá hvør vármótin verður, er eitt sindur torført. Tað verður at kalla er ein blandingur av etniskari, indiskari mentan, umframt at norðurlendska lookið eisini spøkir eitt sindur. Ungdómurin fer í sínum lagi aftur í 80?ini, har floyal og strípur vóru ein týðandi partur, eins og gráir ? men eisini kulørtir ? russaralitir fáa eitt orð at siga.
Fult hús
Undirtøkan til mótasýningina var sera góð, tað vóru 240 sitipláss og tey vóru øll upptikin. Rógvi Róin marknaðleiðari í SMS sigur, at hann metir at tað vóru umleið 250 fólk sum stóðu, so alt í alt vóru á leið hálvt-túsund fólk til tiltakið.