Fýra favorittar

Undan dystunum í bestu flogbóltsdeildunum um vikuskiftið tykist ikki stórvegis ivi at valda um útfallið

Flogbóltur

Fýra flogbóltsdystir verða leiktir um vikuskiftið, og felags fyri hesar er, at talan í hvørjum einstøkum føri er um greiðar favorittleiklutir.
Hjá kvinnunum tekur ÍF á heimavølli móti KÍF, og her er lítið at ivast í, at meistararnir ætla sær hevnd fyri tapið í fyrsta umfarinum. Tað hoyrir tó eisini við til søguna, at KÍF ta ferðina var væl betri mannað, enn tær eru nú, og tí er einki at ivast í, at hetta líkist eini yvirkomuligari uppgávu hjá ÍF.
Tað tykist tað eisini vera hjá TB, sum hesaferð tekur ímóti Drátti í høllini í Trongisvági.. TB tykist aftur í ár vera eitt av liðunum, sum skal stríðast um gullið, og í hesum dystinum fer Dráttur neyvan at standa teimum mát.
Eisini hjá monnunum er talan um tveir dystir. Í Havn kemur Mjølnir á vitjan hjá Fleyr, og her er ikkii væntandi, at klaksvíkingarnir lata serliga nógv liggja eftir sær. Higartil í ár hevur Fleyr ikki vunnið sær eitt tað einasta stig, og at hugsa sær at hetta skal koma móti øðrum av oddaliðunum, er eitt sindur utopiskt.
Og tað man eisini vera støðan hjá Fram, sum vitjar hjá hinum oddaliðnum. Fuglfirðingar høvdu eina heldur trilvandi byrjan upp á árið, men síðani hava teir veruliga fingið ferð á, og sum støðan er á stigalvuni, so eru tað helst bara teir og klaksvíkingarnir, sum fara at stríðast um gullið. Og tað fer Fram helst ikki at gera nakað sum helst við.