Tungir deyðbóltar

Liðskiparin hjá B36, John Petersen, royndi at halda høvdið høgt eftir tapið fyri grannunum, men hann ásannaði, at dagurin ikki hevði verið nakað serligt fyri teirra viðkomandi.
- Eg má siga, at kenslan er eitt sindur løgin. Fyrstu løtuna haldi eg, at vit hava takið, men so fáa teir brádliga eitt mál eftir deyðbólt. Hetta tekur tó ikki mótið frá okkum, men tá teir so skora eitt somikið keðiligt mál til 2-0, haldi eg øll luftin fór úr okkum.
- Í seinna hálvleiki royna vit so at stríða okkum aftur, men tá teir eftir enn ein deyðbólt skora til 3-0, gerst mótbrekkan tung. Eina løtu fáa vit so trýst á, og tá vit minka niður í 3-2, satsa vit alt, og so skora teir bara enn einaferð eftir horna.
- Og at vit soleiðis skulu tapa dystin upp á deyðbóltar, er ikki nóg gott. Har hildu vit annars, at vit vóru sera væl fyri, men Rógvi fekk í øllum førum alt ov nógv pláss í dag.
Og John ásannaði eisini, at tað nú kann gerast tungt hjá B36 at stríða seg fram í oddin.
- Sjálvandi er tað møguligt, og hvør dysturin kann altso geva trý stig. Men tað krevur í øllum førum, at vit fáa fult hvørja ferð komandi dystirnar. So mugu vit bara vóna, at hini fara at missa á vegnum, men tað eru vit so ikki harrar yvir,.