Sjúkrahús dýrari enn røktarheim

Tað er dýrari at hava fólk liggjandi á sjúkrahúsi enn á røktarheimi. Tí verður tað heldur eingin eykaútreiðsla at byggja fleiri røktarheim, heldur landsstýrismaðurin við almana- og heilsumálum

Tað liggja ov nógv fólk óneyðugt á sjúkrahúsi í Føroyum. Tað er ov dýrt og heilsuverkið hevði spart pening, um tey kundu verið á røktarheimum, har tey eiga at vera.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum.
Tann einfaldi spurningurin er so sjálvandi, hví tey so ikki eru á røktarheimi heldur enn at fylla óneyðugar, dýrar sjúrkahússengur.
Og líka einfalda svarið er sjálvandi, at tað er tí, at ov fá røktarpláss eru í landinum.
Men tað verða bygd og útbygd fleiri heim, skundar Hans Pauli Strøm sær at siga.
Men tað hjálpir sjálvandi einki upp á tann akutta tørvin, summi fólk alla tíðina hava, ásannar hann.
Hans Pauli Strøm greiðir frá, at íløgukarmurin á økinum varð lagdur í 2002 og er galdandi fram til 2005. 19 milliónir eru settar av árliga hesi árini til at økja um røktarheimsplássini fyri.
Tey plássini, tosað verður so nógv um, ið eru á veg, muna einki her og nu, sigur Hans Pauli Strøm. Tørvurin er nógv størri enn so. So tað skilst á honum, at hann metir hetta sum eitt stórmál, ið eigur at fáa høgan prioritet.
Summi mál eru meira reglubundin enn onnur, sum verða pressað fram, júst tá, tey eru aktuell, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað er ikki skrivingin, sum verið hevur júst um dagarnar, sum ger, at hetta nú verður tikið fram, sigur hann.
Men tað er greitt, at slík skriving vísir á nøkur heilt akutt mál, sum vit ikki eiga at ignorera, sigur landsstýrismaðurin.