aðrar vinnur, vit hava líka nógv brúk fyri sum basisvinnuni, um vit skula hava eitt vælvirkandi samfelag. Her er fyrst at nevna almennar og privatar tænastuvinnur. Vit hava jú harðliga brúk fyri tí góða arbeiði [...] alheimsgerð, sum vit ikki megna at gera nakað við. Vit noyðast at laga okkum eftir teimum nýggju umstøðunum, men eiga samstundis at ansa eftir, at vit ikki eru so íðin at tillaga okkum, at vit leypa framav [...] hugskotsbanka av hesum slagnum í Føroyum. Vit koma so onga leið bara við at sita og gremja okkum. Og brúk hava vit fyri nýggjum vinnum. Men tað ber til at argumentera fyri tí uttan at hava ein farra av illvild
almennar bygningar fyri. Á fíggjarlógini í ár er talið hækkað upp í einar 90 krónur fyri fermeturin, tí ein serlig játtan er latin til at umvæla almennar bygningar fyri í eini roynd at skapa arbeiði. - Men [...] ráðini eru til at fylgja forskriftunum. - Tað er ein stórur trupulleiki, at tá ið vit sýna bygningar, síggja vit mangan, at vit eru langt afturút, hvat viðvíkur at lúka krøvini frá brunaumsjónini. Stór innspræning [...] av tí, sum krevst fyri at tær ikki skulu forfella. Bara 45 krónur Vanliga verður sagt, at skulu bygningar ikki forfella, skal tað almenna brúka einar 160 krónur um árið til røkt fyri hvønn fermetur. -
at eg havi nøkur hjartamál, eg fegin vil stríðast fyri. Sjálvsagt er loysingin ovast á breddanum hjá einum tjóðveldiskandidati, tí ikki fyrr enn vit hava tikið ræði á egnum landi og egnum viðurskiftum [...] vil eg tí berjast fyri hvønn dag. Men í prosessini fram ímóti henni ber eisini væl til at røkka týðandi málum í samstarvi við aðrar flokkar. Mál, ið eru ein avgerandi fortreyt fyri samanhangsmegini í [...] arbeiði í dag fyri fleiri fakfeløg bæði á tí privata og tí almenna arbeiðsmarknaðinum, umframt at eg havi fast parttíðarstarv sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag. Ongin ivi er um, at karmarnir fyri einum v
- Sjálvandi eri eg glaður fyri at hava vunnið kappingina, men fyri meg var tað líka so stórt, at eg nú fekk møguleika at vísa fleiri av teimum, sum eg havi stóra virðing fyri, hvat tað er, eg dugi, sigur [...] mítt klaverspæl. Hann tekur tónleik ógvuliga seriøst, men fyri meg er tað bara ein positivur hugburður at hava, sigur Mattias og heldur fram: - Vit hava altíð havt klaver heima, so tá eg havi sitið og vant [...] til klaverspæl. Afturat fyrireikingunum til undirvísingartímarnar hava vit eisini javnan konsertir bæði á skúlanum og eisini uttan fyri skúlan, so jú, tú kanst siga, at tónleikurin fyllir alt. Men mær dámar
verið víst á, at lestrarumstøðurnar í Føroyum ikki eru so góðar. Vit hava ongar luta- ella lestraríbúðir, sum lesandi kunnu leiga fyri sømiligar pengar. Tað tykist tíverri, sum útboðið í Føroyum er darvað [...] millum lestrarumhvørvini í Danmark og í Føroyum, og tað er ikki heilt lítið, sum tey fáa fyri pengarnar. Tey skipa fyri fyrilestrum, ráðstevnum, kjakkvøldum, eins og tey geva viðkomandi lestrarbløð út. Hetta [...] Hanus Samró, Lesandi og løgtingslimur fyri fólkaflokkin ------------ Hetta er fjórða greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur fylt eina rúgvu í miðlunum Greinarøðin
fiskivinnuni, enn tað eru nú. Og vit mugu eisini gera okkum greitt, at vandi er fyri, at bygdirnar verða nógv verri fyri, tí tað verður truplari at rógva út. ? Velja vit tað, er tað ein tillaging, sum fer [...] hvussu skilagott, vit fiska í krónum og oyrum. Hermann Oskarsson, sum er skrivari í Búskaparráðnum, segði, at tað er eyðsæð, at tess størri fiskiflota vit hava, tess meiri kunnu vit fiska. ?Men tað er [...] eitt vist. Tí einaferð koma vit hartil, at fiskiskapurin fyri hvørt skipið fer aftur at falla, tí fiskiríkidømið er ikki óavmarkað. ?Sjálvandi er prísurin ógvuliga avgerandi fyri úrslitið hjá fiskiflotanum
havnum. Vit bygdu upp eitt veganet. Vit hava eitt symfoniorkestur, og vit hava heilar tvær týðingar av bíbliuni í heilum líki, sum báðar verða brúktar dagliga. Vit bygdu upp fróðskaparsetur. Vit bygdu skip [...] umberingar nú taka vit samanum og leggja til brots. Ein tók at yrkja, annar at smíða løg og triði at spæla ljóðføri og syngja. Vit bygdu upp eitt telefonnet. Vit bygdu upp eitt el-net. Vit bygdu upp eitt net [...] Hóast nógv er, sum vit vita lítið og einki um, er tó okkurt, sum vit vita fyri rættiliga vist. Nøkur klípi til eina felags fatan Eina orðing um krøvini til eitt samfelag kunnu vit læna frá amerikumanninum
kann gera okkurt munagott fyri at vit ikki skulu uppliva at ein góð søk fyri at verja børn og ung í føroyska samfelagnum, verur brúkt til politiskt runukast, tí tá gloyma vit hvar alt byrjaði og fara heldur [...] enn so er til staðar. Vit hava hoyrt, at børn ið spæla ljóðføri og læra at lesa nótar eisini klára seg betri á bókliga økinum í skúlanum, hetta er fyri mær aftur eitt úttrykk fyri at motivatiónin er til [...] og økonomiskur rokniskapur. Vit vildu í Føroyum kunna staðið fram sum eitt satt ríkland um tað var musiska tilfeingið, vit vóru mett útfrá, tað haldi eg vert at hugsa um. Fyri at venda aftur til tað eg vildi
og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru [...] eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið. Vit hava framíhjárættindi Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi: Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara [...] dreymar - kanska á ein annan hátt. Tey hava ein annan kosmiskan hugburð, eitt annað hugfar enn vit, sum vóru ung fyri umleið 40 árum síðani. Tey hava sínar flotoyggjar og droyma um sína Stór oyggj, har gentan
myndugleikarnar her. Hetta varð gjørt fyri at Heilsuverkið í Føroyum kundu fáa møguleika at fyrireika seg til at taka ímóti honum og fyri at tey kundu leggja eina ætlan fyri, hvussu tann framhaldandi uppvenjingin [...] Men tað er púra greitt, at tað er ikki fyri øll fólk og tað er ein spurningur, um vit yvirhøvur skuldu hjálpt sjúklingum sum Elmar til at yvirliva, tá ið vit ikki kunnu bjóða teimum eitt virðiligt lív aftaná [...] fluttur á sjúkrahús, har læknar, sjúkrasystrar og onnur, góvu alt tey áttu fyri at bjarga lívinum. Og tað eydnaðist. Men tá ið vit nú síggja, hvussu lítið samfelagið hevur at bjóða Elmari aftaná, havi eg